Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 150 - 11. august 2004 Nr. 150 - 11. august 2004 13 Krabbagággan skrivar: Um ikki tað var tí at ein stórur vørubilur hjá Strand- faraskipum Landsins stóð á keiini uppiyvir henni, hevði tað ikki verið so lætt at funnið hana - Súluna. Helst, og vónandi, Føroya minsta strandfaraskip. Skip er nú so nógv sagt. Súlan er meira at líkna við ein útróðrarbát, men alt hevur sínar orsøkir. Nógv størri bátur enn hesin hevði havt ógvuliga torført við at lagt at landi úti í Mykinesi. Veðrið er í løgnum lag, meðan vit sigla út. Allir tindarnir á Tindhólmi eru amputeraðir av eini mjørkadýnu, og bert radar- in umborð á Súluni sær, hvar Mykines liggur. Nakr- ar ferðir meðan vit sigla brýtur inn yvir lítla Strand- faraskipið, so tey, ið ikki sita undir heilum ella í regnklæðum, eru í vanda fyri at fáa karm. Fimm korter seinni koma vit at landi í Mykinesi og 135 trapputrin seinni komi eg niðan í bygdina. Hóast fasta íbúgvatalið í oynni er mikroskopiskt, er bygdin full av fólki í góðum lag, nú tey eru komin her út at slappa av. Hetta má vera fremsta føroyska feriupara- dís hjá stórbýarfólki hugsi eg, tá eg á veg niðan í gist- ingarhúsið síggi triðja havnarmannin í frítíðarsetti ganga framvið mær. Tað er ikki ringt at skilja hví Mykines er á listanum hjá Lonely Planet yvir bestu støð hjá útlendskum ferðandi at vitja í Føroyum. Men eisini fyri føroyingar er góð orsøk at ferðast hig- ar, tí her er lætt at kenna seg l o n g u r burtur, enn man í veru- leikanum er. Landslagið er nakað fyri seg, fuglalívið er óvanliga ríkt, og bygdin er vøkur á sín egna sermerkta hátt. Tankin um at her verður tú verandi, til veðrið loyvir tær av oynni aftur, er eitt sindur ræðandi, er enn ein partur av upplivingini. Eg havi bílagt mær innivist á Kristianshúsi, gist- ingarhúsinum í oynni, sum eisini hevur matstovu. Havi hoyrt nógv um góða lundan tey gera her, men má foyur keypa inn til lasagne á vegnum út í oynna, tá eg fái boð um, at lundatíðin er farin framvið. Matstovan í Mykinesi hev- ur tað, sum eingin matstova inni á Skálafjørðinum hev- ur - skeinkiloyvi. Og um kvøldi savnast fólk her inni á gamla atelierinum hjá Sámal Elias Joensen Miki- nes fyri at fáa sær eina øl og práta, og lagið gerst ofta væl betri enn hjá tí mangan hugtunga málaranum. Eftir eina tíð í Mykinesi við avslappaðari lívsrútmu og góðari tíð kann tað vera ringt at venja seg við klokkubundna umheimin aftur, og tað er um reppið at eg eri ov seinur til Súluna. Hon skal fara kl. 11.30, men meðan eg eitt korter frammanundan í góðari tíð gangi oman aftur ígjøgnum tey 135 trapputrinini, loysa teir um- borð á Súluni. - Nú mundi tú ikki nátt tað, sigur annar av mann- ingini skemtandi, tá eg pøstur leypi umborð á bátin í síðstu løtu. Tit høvdu verið bannaðir langt burtur um eg kom ov seint, hóast eg var í góðari tíð, hugsi eg við mær sjálv- um, men smílist bara aftur. Hetta er føroysk presisjón við øvugtum fortekni. Krabbagágga í egnum landi: Krabbagágga í egnum landi: Krabbagággurutan: Havnin Á síni ferð skal krabbagággan hjá Sosialinum liva fyri í mesta lagi 300 krónur um dagin. Fyri hesa upphædd skal hon gerast mett hvønn dag og helst sova undir føstum taki hvørja nátt, ásannandi at Føroyar ikki eru nakað tjaldingar- paradís. Krabbagággan er ókunnufólk mestsum alla aðrastaðni enn innanfyri ringvegirnar í Havn, og velur tí so ofta sum gjørligt fyriskipaðar útferðir framum at fara einsamøll til gongu. Ferðaseðla- og útferðaprísir verða ikki íroknaðar í tær 300 krónurnar, sum krabbagággan hevur at liva fyri, men hon fer at lata orð falla, um hesir tykjast henni ov dýrir, tí eisini her roynir hon at vera sparin. Krabbagággan hevur ongan bil, men tveir tumlar. So sært tú nakran standa í vegjaðaranum og veipa við tumlinum, kann tað væl vera okkara krabbagágga. Krabbagággan Tú kanst senda krabbagágg- uni uppskot og góð ráð um ferðamál og annað á teldu- post adressuni: krabbagaggan@sosialurin.fo Hjálp krabbagágguni Mykines, vestasta oyggin í Føroyum, er ikki sum restin, og tað er einki at undrast yvir hví hon er millum best umtóktu ferðamál í Føroyum. Hon er tann grønasta, vinarligasta, mest sjálvstøðuga og ein tann vakrasta av oyggjunum. Lonly Planet um Mykines Myndir: Høgni Heinesen Sørvágur Feriuparadísið í Mykinesi Mykines Krabbagággan skrivar: Nú er ein upplivingarrík tíð sum ferðafólk í egnum landi komin at enda. Tað er ikki tí at eg havi sæð Føroy- ar úr øllum vinklum og ferða tær á tamb, at rygg- sekkurin nú verður lagdur. Nógv áhugaverd støð, sum onnur ferðandi hava sagt mær frá um, eru enn eftir at vitja, og summir partar av landinum, ið eg kundi hugsað mær at upplivað, hava als ikki verið á skránni. Sandoyggin og Norðoyggjar yvir ein kamb liggja enn órørdar til eina aðru ferð, og tað sama gera aðrir partar av landi- num. Soleiðis vil tað altíð vera, tí eingin ferðamaður kann síggja alt á einari ferð. Hóast smáar eru Føroyar, tíbetur, nóg stórar at ferðast í fleiri ferðir. Hvussu var tað so at ferðast sum krabbagágga í egnum landi? Tað var útmerkað. Hevur man eyguni opin fyri einari nýggjari uppfatan av gerandisligu Føroyum og roynir at uppliva tær sum ferðafólk heldur enn føroy- ingur á veg frá A til B, kem- ur ymiskt til sjóndar, sum ikki sæst annars. At lata bilin standa og royna at koma sær fram á annan hátt er ein góður máti at noyða seg sjálvan at síggja landið við nýggjum eygum. Tá fært tú tíð at steðga á og njóta bíðitíðina, og tá eru Føroyar knappliga ikki longur so smáar, at tú altíð kanst vera heima aftur um eina lítla løtu. Her at enda vil eg takka øll- um teimum, sum, sjálv- boðin og ikki, hava verið partur av upplivingum á ferðini og harvið eru umtalað og siterað í ferðafrásøgnunum. Hesar hava stundum verið rætti- liga beinleiðis og, fyri nú at brúka eitt gott føroyskt orð, óføroyskar, men vónandi hevur eingin kent seg illa farnan. Føroyar sæddar ígjøgn- um sólbrillurnar á ferða- manninum eru stundum vakrar, stundum ljótar, stundum stórbærar, stund- um láturligar, stundum stuttligar og stundum keði- ligar. Soleiðis er tað, og eingin grund hevði verið til bert at greitt frá helvtini. Krabbagággan takkar fyri seg Krabbagággan er nú liðug at ferðast í egnum landi fyri hesuferð Eitt korter áðrenn og kortini ov seinur. Gistingarhúsið í Mykinesi Eftir at hava ferðast í egnum landi er krabbagággan nú far- in úr súru hosunum og hevur pakkað ryggsekkin út. Ferð- ingin er liðug fyri í ár, men hvør veit - kanska fer hon út at ferðast aftur komandi ár C M Y K 13 12