mánadagur 30. november 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015
16
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Tá Tróndur og Orion róku á land
Vilmund Jacobsen
U
m hetta mundið var tað felagið,
Sp/f Faroe-Group Ltd. við Sjúrði
Gorm Petersen, ið átti skipini.
Tá tað dró út at hála skipini leys
aftur á Skipanesi, setti Innlendis-
málaráðið eigaranum at enda eina
freist at koma við haldgóðari ætlan
um, hvussu Tróndur og Orion trygt
kundu fáast leys aftur - og uttan, at
oljudálking spurdist burtur úr.
Um eigarin ikki helt ásettu tíðar-
freist, fóru myndugleikarnir at taka
ræðið á skipunum, og tá fór eigarin at
noyðast at gjalda fyri at flyta tey, eins
og hann tá eisini noyddist at gjalda
fyri kostnaðin av at byrgja upp fyri
eini møguligari oljudálking.
Sagt varð, at umleið 40.000 litrar
av gassolju vóru umborð á Orion og
umleið 15.000 litrar umborð á Tróndi.
Sum tíðin leið, ótolnaðust bæði
fólk í økinum og landsmyndugleikar
um, at skipini bara vórðu liggjandi.
Havnarmeistarin hjá Runavíkar
havn, Torbjørn Jacobsen, segði eisini,
at tað hevði skund at fáa skipini leys
aftur.
Vegna Innlendismálaráðið segði
leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar
Højgaard, at um eigarin ikki megnar at
loysa uppgávuna, er væntandi, at tað
verða skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum,
sum fara at taka sær av hesum. Elmar
visti á, at lítil sjógvur var í skipunum,
aog hann helt ikki, at lekar vóru nøkur
forðing fyri at taka skipini av aftur.
– Men, verða skipini liggjandi,
og vit fáa ein uppgang við lágætt
og nógvari aldu, er óvist, hvat kann
henda, segði Elmar Højgaard.
Um kvøldið hin 6. desember í 2011
eydnaðist tað so at fáa Orion - sum
tað seinna skipið - leyst, og tá hevði
skipið staðið í fjøruni á Skipanesi í
næstan tvær vikur.
Eftir at Orion varð kannaður, og
sjógvurin pumpaður úr skipunum,
setti Pressarin hjá MEST á - og Orion
var leysur.
…
Nú skal hetta ikki gerast nøkur skipa-
søga, hvørki um Trónd ella Orion, ið
so mangt kundi verið at sagt um.
Men, seinnapartin hin 6. juli í 2012
fór sleipibátur út eftir Skálafjørðinum
við gamla strandfaraskipinum Tróndi,
sum tá varð seldur av landinum til
upphøggingar.
Sum
strandfaraskip
gjøgnum
mong ár eigur Tróndur nógvar túrar
út-og inneftir Skálafjørðinum, men
hetta var so hansara seinsti túrur um
hesar leiðir.
Tað var í ódnarveðri fríggjanáttina hin 25. november í 2011, at skipini, Tróndur og Orion, ið tá vóru skrásett sum
stuttleikaskip, slitu endarnar á Skála og róku á land hinu megin fjørðin – á Skipanesi
Myndir: Vilmund Jacobsen
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein russiskur
Moskvitch 408 hjá Gunnari Gunnars-
son, sum er á veg frá arbeiði sínum í
Tinganesi. Bilurin var reyður.
Hesir Moskvitch 408 vóru fram-
leiddir frá 1964 til 1976. Tað var bila-
sølan Norrøna, sum seldi Moskvitch í
Føroyum.
Lastbilurin er ein hjá Landshandli-
num, sum tá hevði goymslu í bygningi-
num sum akkurát kemur undan uttast
til høgru.
Myndin er tikin miðskeiðis í seksti-
árunum.
SKIPASØGA
BILASØGA
Moskvitch
408
Tað var í ódnarveðri fríggjanáttina hin 25. november í 2011, at skipini, Tróndur og Orion, slitu endarnar á
Skála og róku á land hinu megin fjørðin - á Skipanesi. Eftir ódnarveðrið lógu skipini nakrar dagar í fjøruni
á Skipanesi, soleiðis sum viðheftu myndir vísa, og hetta elvdi til ein ávísan ótta fyri oljudálking