Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 74

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 18 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Spara milliónir í keypi av olju L ági oljuprísurin á altjóða markn­ að­inum sæst eisini aftur í før­ oysku innflutningstølunum. Seinasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at Føroyar innfluttu brenni­evni fyri 655 milliónir krónur fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar. Tað eru 244 milliónir minni enn somu tíð í fjør, hóast nøgdirnar eru á leið tær somu. Sparingin í oljukeypinum hjá før­oyska samfelagnum er 27 prosent eftir bert einum ári. Innflutningurin av brennievni er rættuliga støðugur. Í dag innflyta vit áleið somu nøgd sum fyri 10 árum síðan, um 200.000 tons fyri fyrstu 3 ár­fjórðingarnar. Í virði er tó munandi størri munur á, hvat vit innflyta tey einstøku árini. Frá 2009 til 2012 fór innflutningurin úr 488 mió. kr. upp um eina milliard - meir enn ein tvífalding eftir trimum árum. Síðani er prísurin á olju lækkaður munandi aftur, og higartil í ár hava vit innflutt fyri 655 mió. kr., og er tað ein minking á 36% síðan 2012, vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya. Samlaði føroysk innflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar var 4,1 milliard krónur, og tað er 300 milliónir krónur minni enn í fjør ALEXAND­ UR VIÐ NÝGGJUM YRKINGUM Tað eru tíggju ár síðani, at Alexand­ur Kristiansen læt sítt sein­asta yrkingasavn út. Nú er hann aftur á pallinum sterkari enn nakran­tíð. Tittulyrkingin í savninum Flot­ oyggjar er ein hugvekjandi og tøl­andi tekstur, sum sigur frá, at í skýmingini slíta oyggjarnar seg leysar úr botni. Eins og yrkjararnir undan romantikkini vistu, so veit høvundurin, at í skýmingini er markið millum himmal og jørð burturi. Hesi gerast eitt. Tað er tá, at yrkjarans hugflog er mátt­ miklast og tær andaligu kreftirnar sterkast. Yrkingin endar við hesi hug­kveikjandi myndini: »Eisini stóru ferðamannaskipini víkja við­ hvørt frá síni kós / tá ið mánin spaku­liga hálar í tey«. Onkur yrking leggur fyri við hálovan av ymiskleikanum í tí før­oyska grasinum, men endar við hesi poltisku niðurstøðu: »Og kortini eftir so nógv ár / er tað føroyska grasið framvegis danskt«. Ímeðan onkur onnur yrk­ ing hevur tað fullkomiliga eyð­ sæddu niðurstøðuna um Nóls­ oynna: »Hennara frávera er altíð / nær­indis«. Savnið er annars sett saman av natúrlýsingum, hugleiðingum um málningalist, hvat tey deyðu gera í sínum fríløtum, menn undir hatti, busstúrar og mangt, mangt annað. Yrkingarnar eru grundandi, skemtingarsamar og bersagnar alt í senn. Tann seinasti teksturin endar við hesum reglum um sólina: »sum støkkur upp hvønn morgun / sum var hvør dagur tann fyrsti«. Eini ráð, sum lesarin kanska átti at gjørt til síni egnu. Mentunargrunnur Studenta­fe­ lag­sins gevur yrkingasavnið Flot­ oyggjar út. Føroyski innflutningurin av brennievni er eftir einum ári minkaður við 244 millónum krónum, hóast nøgdirnar eru tað sama París er seinastu tíðina raktu av tveim­um blóðugum yvirgaigsálopum. Fyrst var tað nógv umtalaða álopið á Charlie Hebdo, og í farnu viku var ring­asta yvirgangsálop í nýggjari tíð veru­leiki. 129 fólk vórðu dripin í fleiri at­sóknum í París. Dagarnar eftir álopini høvdu fleiri av kendum ferðamálunum í býnum stongt. Eitt nú var Eifiltornið latið aft­ur. Seinastu dagarnar hevur partur av Eifiltorninum verður opin aftur, og eisini kend støð sum listasavnið Louvre og Notre Dame katedralurin hava havt opið. Men tað hevur verið lætt at sloppið framat og innar, tí talið á vitjandi hevur bert verið ein lítil partur av tí vanliga. Í Louvre hevur so at siga eingin bíðitíð verið, og fólk hava kunnað spáka beint innar og sæð nøkur av heimsins kendastu listaverkum. Vælumtókt ferðamál Myndugleikar í París meta, at eini 100.000 ferðafólk vóru í býnum viku­skiftið, tá ið býurin varð raktur av yvirgangsálopum, og nógv teirra fóru heim beinanvegin. Síðani hava av­ lýsingar verið, og nógv færri fólk enn vanligt hava vitjað býanna bý. Frakland hevði í fjør 83,7 milliónir ferða­fólk, sum er tað mesta í heim­ inum, og tey, sum hava innlit í ferða­ vinnu, rokna við, at ferðavinnan í Frak­ land fer at koma fyri seg aftur. Hildið verður, at niðurgongd fer at merkja Frak­land í eina tíð frameftir, men niður­gongdin verður ikki so stór, sum hon hevur verið hesa fyrstu tíðina eftir yvir­gangs­álopini, og talið fer við tíðini at vaksa aftur. París missir ferðafólk Nógv færri fólk enn vanligt vitja kendu ferðamálini í París, sum fyri tveimum vikum síðani varð raktur av yvirgangsatsókn. Roknað verður tó við, at ferðavinnan fer at fóta sær Føroyar spara nógvar pengar í oljukeypi, nú prísurin á altjóða marknaðinum er farin nógv niður Í skýmingini er markið millum himmal og jørð burtur Nógv færri fólk enn vanligt hava vitjað kend ferðamál í París seinastu vikuna