Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 75
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 75

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 19 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ MYNDASAVNIÐ Flasage – vøddamýking í Skálavík Nanna H. Bjarnarson SJÓRIN HESA VIKUNA STJÓRIN Vilmund Jacobsen N anna H. Bjarnarson, sum býr á Hamarsvegi 13 í Skála­vík, bjóðar fysiurgiska vødda­mýk­ ing, sum tað verður rópt. Eftir at hon tók sína útbúgving og er vorðin góðkend sum fysiurgiskur vødda­mýkjari, hevur hon innrættað seg í kjallara sínum í Skálavík við egn­ ari inngongd, bíðirúmi og viðgerðar­ rúmi. Útbúgvingin hjá henni, sum verður kallað fysiurgisk vøddamýking, er tik­in í Føroyum við donskum skeiðsút­bjóð­ara. Útbúgvingin tekur stívliga eitt hálvt ár, harav fýra vikur eru konsentr­ eraður skúli. Møguligt framhald Tað var Dansk Massage Uddannelse, sum stóð fyri frálæruni í Føroyum, og hetta var aðru ferð, at høvi var at taka útbúgvingina í Føroyum. Talan er um fýra danskar fysiotera­ peutar, ið hava sligið seg saman og bjóða útbúgvingina. Nanna H. Bjarnarson sigur, at tá tey fóru upp til endaliga roynd, vórðu tey próvhoyrd ella eksaminerað av før­oyskum lækna. – Við mínari útbúgving kann eg bjóða fysiurgiska vøddamýking, eins og eg kann bjóða meg fram sum ítróttar­mýkjari ella sportsmassørur. Hon sigur, at Dansk Massage Ud­ dannelse bjóðar eisini fleiri fram­ halds­útbúgvingar, eitt nú akupunktur, elektro-og sjokkviðgerðir av vøddum. – Dansk Massage Uddannelse hava ætlanir um at koma heim aftur til Før­oya við víðari útbúgvingum, um áhugi er fyri tí, men vit hava eisini møgu­leikar at taka hesar útbúgvingar í Dan­mark. Útbúgvingin, sum Nanna varð liðug við í fjør heyst, varð tikin við Norð­ skála. Tey vóru 10 á skeiðnum, bæði kvinnur og menn. Ymiskir møguleikar Nanna H. Bjarnarson hevur valt at kalla sína viðgerðarstovu í Skálavík – Flasage – við undirheitinum »fysiurg­ isk vøddamýking«. – Eg kann bjóða vælveru og pínu­ linnan fyri ein og hvønn - ja, fyri alla familjuna, børn, kvinnur og menn. Hevur tú pínu, hald í nakkanum – ella tær tørvar átrokandi mýking – er flasage ivaleyst rætta valið fyri teg. Alt eftir ynski fært tú fleiri sløg av massasju, sinu-viðgerðum, ødem-við­ gerð og annað. Nanna brúkar eingi tól, men bara hendur í øllum sínum viðgerðum. – Eg taki mær eisini av viðgerðum fyri arrvevnað, og henda viðgerð bygg­ ir eisini á mýking. Tá loyst verður upp undir einum arri, økist blóðrenslið, og hetta í sær sjálvum loysir upp fyri nógv­um og ger húðina vakrari. Eisini heimavitjan Tey, sum vilja vita meira um Flasage - fysiurgisk vøddamýking, eru vælkomin at seta seg í samband við Nannu H. Bjarnarson á tlf. 251810 – ella við at senda ein teldupost á flasage@ outlook.com – Umframt at eg havi fastar tíðir í Skálavík, bjóði eg meg eisini fram at vitja fólk heima, ið hava pínu og tørv á mýking, leggur hon aftrat. Navn: Nanna H. Bjarnarson Heimstaður: Skálavík Starv: Flasage – fysiurgisk vøddamýking – Eg bjóði vælveru og pínulinnan fyri ein og hvønn – ja, fyri alla familjuna, børn, kvinnur og menn. Eg bjóði mær eisini at vitja fólk heima, sum hava pínu og tørv á mýking, sigur Nanna H. Bjarnarson, sum er útbúgvin fysiurgiskur vøddamýkjari – Við mínari útbúgving bjóði eg bæði vælveru og pínulinnan fyri ein og hvønn – ja, fyri alla familjuna, børn, kvinnur og menn, sigur Nanna H. Bjarnarson, sum er útbúgvin fysiurgiskur vøddamýkjari