Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-30, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. november 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 49 • 30. NOVEMBER 2015 20 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nú leggur Summar Festivalurin frá landi S ummar Festivalurin er nú til reiðar at bjóða fólki á festivalin í 2016. Forsølan til Summar Festivalin byrjar hesa vikuna við einum heilt serligum intro-prísi til tey, ið eru fyrst at keypa vikuskiftispass. Summar Festivalurin hevur ver­ið hildin í Klaksvík síðani 2004, og festi­ valurin er landsins størsta tón­leika­ tiltak. Summar Festivalurin legg­ur seg eftir at bjóða konsertir á al­tjóða stigi, og útlendsku nøvnini, ið festi­val­ urin fær at spæla, eru kend um allan heimin. Gjøgnum árini hava bólkar sum The Scorpions, Westlife, Twisted Sister, Ronan Keating, DAD, Roxette og onn­ur spælt á Summar Festivalinum, og tað hevur verið eitt eyðkenni fyri Summar Festivalin, at hann hevur megn­að at drigið stór altjóða nøvn til Før­oya. Enn hevur Summar Festivalurin einki navn kunngjørt til næsta ár, men fyrireikaranrir lova, at tað kemur onkur heilt spennandi kanin upp úr hatt­inum í næstum. Nýggj bilettskipan Summar Festivalurin hevur sett fyrstu 2000 vikuskiftispassini til sølu fyri 750 krónur. Tey kunnu keypast online á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum kring landið. Summar Festivalurin tekur í ár nýggja bilettskipan í brúk, so at fólk, sum keypa atgongumerki á netinum, sjálvi prenta atgongumerkið út og hava tað við á festivalinum. Tá ið fólk keypa atongumerki on­ line, fáa tey ein teldupost sendandi við atgongumerkinum til at prenta út. Ein serliga kota er á atgongu­merk­ inum, og hon verður skannað við inn­ gongdina. Hvørt atongumerki kann sjálvandi bert brúkast einaferð. Í Telebúðnum verður vanligt at­ gongu­merki útflýggjað, men eisini tað hevur eina kotu á, sum skal skannast við inngongdina. Summar Festivalurin 2016 verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august. Nú byrjar forsølan til Summar Festivalin 2016, sum tekur nýggja bilettskipan í brúk Summar Festivalurin hevur nú sett fyrstu vikuskiftispassini til sølu