Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 150 - 11. august 2004 17 Í niðara endanum er B68 meiri isolerað, enn teir hava verið, og í toppinum skal nógv venda niður, sum higartil hevur vent upp, um tað skal eydnast nøkrum at fáa HB aftur SAMANUM 11. UMFAR Jóannes Hansen Í vikuskiftinum fara tveir triðingar av kappingini at verða lagdir afturum. Sjey umfør og harvið 21 stig eru framvegis eftir at spæla um hjá øllum feløgunum. Eftir langa summarsteðgin eru spælararnir og liðini ikki heilt komin í røttu dystar- venjingina, men hon man fara at koma nú. Sum umfar dettur av umfari gerst myndin alt greiðari, hvønn veg tað ber. Okkurt felagið kann fella í aldudal, og okkurt annað kann kanska reisa seg sum fuglurin Føniks, men tendensurin er har. HB vinnur og vinnur. Kortini verður aftur og aftur sagt, at leikliga avrik- ið ikki hevur verið heilt í topp. At full úrtøka kortini fæst burturúr boðar frá klassa. At HB eigur nógvar góðar spælarar boðar lands- liðsúttøkan frá. Um ikki okkurt heilt óvæntað kemur fyri, so er tað sannlíkt - so segði hann rættuliga sann- líkt - at HB um hálvan ann- an mánað hevur vunnið meistaraskapin fyri átjandu ferð. Sunnudagin skal HB til Vágs. Har plaga teir at hava trupulleikar. Um teir koma úr Vági við einum ella trim- um stigum, so verður kapp- ingin meiri ella minni av- gjørd. Tá verður tað bara ein spurningur um tíð, nær teir reyðu og svørtu fara at prýða seg við FM heitinum. Men enn eru ikki allar súðir syftar. Tað eru teir í HB ivaleyst teir fyrstu til at minna á, og tað er rætt, at tað framvegis er nógv at spæla um. Aldudalurin Síðani summarsteðgin er tað týðuligt, at trý feløg hava rættuliga torført at fóta sær. Tey eru botnliðið B68, KÍ og so NSÍ. ÍF er næstaftast, og fuglfirðingar hava ikki verið serliga sannførandi. Men teir høvdu góðan hugburð í Runavík, teir fingu fult, og teir siga sjálvir, at sigurin eigur at bera nýggjan íblástur við sær. Toftamenn munnu vera greiðir yvir, at brekkan niðan á, sum skal gangast, um B68 skal halda fram í bestu deildini, er brattari nú, enn hon var undan ÍF sigrinum í Runavík. B68 hevur tvey stig, og nú hevur ÍF sjey stig. Tað vil siga, at B68 skal í minsta lagið vinna tvær ferðir, meðan ÍF einki skal fáa burturúr. Tað verður tungt hjá B 68, sum sunnudagin fær vitjan av NSÍ. Tað er ikki so lítið sannlíkt, at avgerðin um beinleiðis niðurflytingina fer at fella sunnudagin 19. september. Tá fer B68 í triði síðsta umfarinum at fáa vitjan av ÍF. Hjá NSÍ hevur tað gingið syndarliga illa. Teir hava tapt fýra tær seinastu ferð- irnar í landskappingini. Undan summarsteðginum var møguleikin fyri fyrsta FM heitinum ikki burtur. Tað er hann so rudduliga nú. Fótbóltsliga avrikið mánakvøldið var alt annað enn gott. Men tað kann fara at vísa seg, at nigerianski spælarin, sum ímóti ÍF gav ábendingar um, at tað býr nógv í honum, fer at lyfta liðfelagarnar. Tað hevur áður verið at sæð, at ein spælari kann gera stóran mun og lyfta liðfelagarnar til betri avrik. Triðja liðið, sum er í kreppu, er KÍ. Sunnudagin vóru áskoðararnir fáir, tá ið B36 vitjaði. Avrikið var vánaligt, og tað tykist ikki vera nakar glotti at hóma. Tað tykist ófatuligt, at somu spælarar, sum fyrr í summar hava megnað at vinna bæði á FCK og Es- bjerg, ikki megna at avrika meiri ímóti sínum javnlík- um. Gamaní kann sigast, at FCK og Esbjerg ikki tóku uppgávurnar í nóg stórum álvara, og kanska var hug- burðurin hjá teimum ikki so rættur, sum hann átti at havt verið. Men alíkavæl. KÍ sigrarnir ímóti teimum bendu á, at tað býr meiri í klaskvíkingum enn tað, sum teir hava sýnt ímóti B68 og B36. Nú teir skulu til Eiðis er spurningurin, um teir ikki áttu at slept fleiri av verju- kendu bindingunum, sum spælararnir tykjast tyngdir av, og spælt soleiðis, sum teir gjørdu í summarfrítíð- ini. Um ÍF fer at fáa fleiri stig, so kann støðan hjá KÍ skjótt gerast heilt keðilig! Heiðursmerkini HB er á gullkós, og tað skal nógv til, um steypavinnar- arnir skulu fáast av tí kós- ini. At høvuðsstaðurin hev- ur yvirtikið sterku støðuna, sum eystari parturin av landinum fyri fáum árum síðani hevði í fótbóltinum, sæst aftur í, at B36 er næst- ovast. B36 hevur vunnið fýra tær síðstu ferðirnar. Á sama hátt sum hjá HB, so hoyrist tað viðhvørt, at leikliga avrikið hjá B36 ikki hevur verið nakað at reypa av. Men at vinna og vinna ber boð um styrki. Tað er framvegis soleiðis, at B36 er mest upplagdi kandidaturin, um nakar skal gera nakað við HB. Sunnudagin fer B36 at fáa vitjan av GÍ. Í bólkaum- farinum í steypakappingini og í fyrstu umførunum í landskappingini gekk tað sum eftir ánni hjá GÍ. So steðgaði upp, og fram til summarsteðgin var tað einki serliga hugaligt. Eftir summarsteðgin hevur GÍ fingið seks stig ímóti botnliðunum. Sunnudagin skulu gøtumenn vísa, um teir skulu roknast millum teirra, ið skulu stríðast um heiðursmerkini. Skála vann tepurt á VB. Harvið hildu skálamenn tørn um triðja plássið, meðan VB við ósigrinum misti so mikið, at tað skal gangast teimum heilt væl, um teir aftur skulu blanda seg í heiðursmerkjastríðið, sum teir fyrr í summar tóktust hava førleika at vera við í. Spenningur á fleiri økjum Í 2. deild varð í vikuskift- inum farið undir aftur kappingina eftir summar- steðgin. TB var topplið í summarsteðginum, og teir hava framvegis møguleika at flyta upp. Møguleiki hevur eisini verið fyri, at høvuðsstaðurin skuldi fáa triðja felagið í bestu deild- ina, og AB hevur framvegis møguleikan. Men í viku- skiftinum taptu bæði AB og TB. LÍF vann á Argjum, og TB tapti á Sandi. Tí ber enn einki at siga um, hvussu tað fer at tørna út í næstbestu deildini. Í vikuskiftinum verður tólvta umfarið á skránni í bestu deildini og ellinta umfarið í næstbestu deild- ini. Síðani verður talan um Malta vitjanina. Hóast talan er um vinardyst, so er spenningurin stórur av fleiri orsøkum. Ein er, at Jón Rói Jacobsen og Todi Jónsson aftur eru tøkir, og ein onnur er, at nú fer at bera til at finna svarið uppá, um Malta eigur betri landslið, enn Føroyar eiga. Sigurin í Runavík hevur stóran týdning fyri hugin at venja og spæla, eru ÍF spælararnir samdir um NSÍ-ÍF Jóannes Hansen Tað tóktist sum um, at teir høvdu lítlan hug at fara undir tak. ÍF spælararnir fegnaðust um sigurin í Runavík, og teir hildu, at hann fer at hava sera stóran týdning fyri stríðið at varðveita plássið í bestu deildini. Ein av treimum stinnastu var málverjin Karstin Joen- sen. Hann var tryggur, og tað tóktist sum um, at sjálvsálitið bara vaks, sum tíðin leið. Karstin plagar ofta at bjarga royndum úr ellivu metrum, men hesa ferð tveitti hann seg skeiva vegin: – Eg lúrdi Brynjolv av, tá ið hann skoraði í vinardyst- inum ímóti KÍ nakað her- fyri. Tá tveitti Jákup Mikkelsen seg rætta vegin og bjargaði, men Brynjolv- ur var fyrstur á returinum. Hesa ferð mundi hann síggja, hvønn veg eg ætlaði at fara, tí hann sendi bóltin hin vegin. Men tíbetur bilti tað ikki. Vit vunnu, og tað hevði alt at siga. Bartal Eliasen var kanska lættari enn allir hinir. Hann sá tvær ferðir gult og harvið reytt. Bartal segði seg ikki vera samdan við dómaran í seinna gula kortinum, og hann duldi ikki fyri, at hann hevði kensluna av, at alt kanska fór at gleppa teim- um av hondum, tá ið støðan var 1-1, og fuglfirðingarnir vóru undirmannaðir. – Stóran kreditt til liðfel- agarnar, sum stríddust so væl, og sigursmálið hjá Høgna Zachariasen var meistarligt, staðfesti Bartal, sum er leikbannaður sunnudagin, tá ið ÍF á heimavølli skal spæla ímóti Skála. Magni og NSÍ Magni á Lakjuni noyddist at fara av vøllinum, tá ið ein løta restaði. Tá hevði hann gjørt sítt, og tað er at undrast á, at hann ikki onkra ferðina fær landsliðs- boð. Magni hevur gott tak á NSÍ. Í ár hevur hann skorað í báðum landskappingar- dystunum, og fleiri ferðir áður hevur hann verið mál- skjútti ímóti NSÍ. Fuglfirð- ingar minnast serliga í 1997, tá ið ÍF vann 4-2 í Runavík, og Magni á Lakj- uni, sum var komin úr Dan- mark at hjálpa til, skoraði trý mál. – Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør tað er, sum skorar málini. Tað, sum tel- ur, er, at vit fingu øll stig- ini. Talan var ikki um poler- að fótbóltsspæl, men vit fingu fleiri mál enn teir, og tað eru vit ovurfegnir yvir. Tað sigur seg sjálvt, at tað nú verður hugaligari at venja, enn tað hevur verið síðstu mánaðirnar, tá ið vit bara hava tapt og tapt, stað- festi besti maður á vøll- inum. Brekkan brattari hjá B68 Við sigrinum í Runavík mánakvøldið fekk ÍF luft niður til B68 í botninum í bestu fótbóltsdeildini Mynd: Maria Olsen Magni skorar ofta ímóti NSÍ 17 Nr. 150 • mikudagur • 11. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Í dýrdarveðrinum var tað leingi fátækt upp á hugflog og mál- møguleikar, men síðsta korterið var talan um satt drama við trimum málum, reyðum korti og brotssparki NSÍ-ÍF Jóannes Hansen Null null og einki sum helst undirhald. Soleiðis mundi niðurstøðan í fína summar- veðrinum og góða hugnan- um kring vøllin við Løkin í Runavík vera mánakvøldið, tá ið tað varð bíðað eftir spælarunum, sum eftir fyrra umfarið hvíldu seg og løgdu upp ráð, hvat nú var til at taka. Tá ið seinna umfarið var hálvrunnið mundi niður- støðan vera tann sama. Men so broyttist alt, og síðsta stóra korterið bar við sær alt tað, sum er hugsandi í fótbólti. Í dramatisku løt- uni fekk ÍF tvey mál. Bartal Eliasen varð rikin av vøllin- um, eftir at hann fyri aðru ferð hevði sæð gult, og NSÍ fekk brotsspark, sum teir umsettu til mál. ÍF hevur ofta havt gott tak á NSÍ. Í 1. hálvleiki bendi lítið ella einki á, at annar parturin skuldi vinna. Tað varð sparkað nógv og langt og oftast óneyvt, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir ella rættari eingir. Báðir partar høvdu nógv fólk á miðvøllinum. Tað bar við sær, at ein rúgva av spælarum stríddust á heilt lítlum øki. Uttan at tað gjørdist ófantaligt vóru nógvir nærdystir og lítið av skipaðum spæli. Breiddin og dýpdin restaðu, og ser- liga hjá heimaliðnum vóru teir, sum plaga at hava lyklaleiklutir, skuggar av sær sjálvum. Andy Olsen og Jónstein Petersen vóru í borðunum álopsspælarar, men teir lógu eitt sindur aftarlaga, og tað var eyðsýnt, at fugl- firðingar høvdu eitt ógvu- liga vakið eyga við, at tað ikki skuldi eydnast hjá heimaliðnum at bróta ígjøgnum í borðunum. Á sentrala ÍF miðvøllinum ar- beiddu nýgifti Jan Guttesen og Høgni Madsen, sum í summarsteðginum er kom- in úr GÍ og aftur í barn- dómsfelagið, sum hestar, meðan tað á NSÍ miðvøllin- um var saknur í leikbann- aða Kára Hansen. Bestu menninir Tveir spælarar skaraðu framúr hinum. Annar var nýggi miðframherjin hjá NSÍ, Onyema Ikechukwu. Hann er skjótur og sterkur, og hann hevur góðan bólt- førleika. Hann megnaði væl fyrstu ferð sendingar til viðspælararnar, men tað var syndarliga sjáldan, at tað spurdist nakað burturúr. Førleikin beinanvegin at fáa tak á og spæla víðari var ikki nóg góður. Ike, sum teir kalla hann í NSÍ, royndi nakrar ferðir sjálvur, og tá var tað vandamikið. Hann breyt ígjøgnum í 77. minutti. Dómarin metti, at Bartal uttanfyri brotsteigin hevði togað í so rívan í álops- mannin, sum sendi við síð- una av málinum, og dómar- in dømdi málspark og gav verjuspælaranum gult og harvið eisini reytt. Fimm minuttir seinni var Ike aftur upp á spæl. Hann sneiddi seg leysan í brots- teiginum, Viggo Johanne- sen, sum stríddist sera væl í ÍF miðverjuni, royndi at takla, men álopsspælarin fór um koll, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Brynjolvur Nielsen sendi í netið, og so var 1-1. Hin eyðsýndi maðurin var Magni á Lakjuni. Hann var ivaleyst bestur av øll- um. Í øllum drøninum, rennarínum og sparkarínum var tað kveikjandi og lívg- andi fyri fótbóltsspælið, tá ið Magni hevði bóltin. Hann megnaði betri enn aðrir at temja og varðveita yvirblikkið, og hóast skjót- leikin ikki longur er so stór- ur, so hevur hann stak góð evni at fáa maksimalt burt- urúr støðunum, tá ið hann sneiðir ein, tveir og við- hvørt tríggjar mótstøðu- menn av sær og timar skila- góðu sendingarnar. Tað kom avgjørt ikki óvart á, at tað júst var Magni á Lakjuni, sum setti hol á. Eyðolvur R. Petersen legði fríspark innfyri úr høgru. Eitt sindur av aftur og fram spurdist burturúr, áðrenn Bartal Eliasen ellivu metrar úr málinum trillaði bóltin upp á tvørs til Magna á Lakjuni, sum hegnisliga setti bóltin dygst inn við stólparótini. Gylta ÍF løtan ÍF hevur verið kroyst á stigatalvuni, og tí var tað ikki undarligt, at fagnaður- in á fuglfirðingum á og kring vøllin var ógvusligur yvir leiðslumálið. Men tað er stutt av tindinum og niður í dalin. Tveir minuttir eftir leiðslumálið varð Bar- tal rikin av vøllinum, og meðan Magni á Lakjuni lá skaddur uttanfyri, setti Brynjolvur Nielsen brots- sparkið í málið. So var 1-1, og alt bendi á, at um annar parturin skuldi fáa fult, so fór tað at vera heimaliðið. Fyritreytirnar hjá teimum vóru í hvussu so er betri. Eftir útvísingina varð Áki Petersen fluttur í miðverj- una, Sverri Ellingsgaard kom inn á vongverjan í høgru, og Eyðun Ryggs- hamar var síðuspælari í høgru síðstu fimm minutt- irnar. Hann hevði bara ver- ið ein minutt á vøllinum, tá ið hann legði neyvt inn um ov frammarlaga staddu NSÍ miðverjuna. Við stórari ferð rætningstamdi Høgni Zachariasen við kroppinum bóltin, soleiðis at hann gjørdist leysur innanfyri verjuna, og einsamallur við Jens Martini Knudsen var hann púra kaldur. 2-1 til ÍF, og NSÍ spælar- arnir stóðu sum negldir. Dómarin legði fimm min- uttir afturat vanligu leiktíð- ini. NSÍ tóktist ætla sær at leggja trýst á, fyri í hvussu so er at fáa eitt stig. Men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøgu- leikar. Í staðin var tað ÍF, sum fekk risa møguleika at økja um leiðsluna. Enn eina ferð var tað Eyðun Ryggs- hamar, sum úr høgru legði inn um verjuna. Innskifti Teitur Joensen gjørdist púra blankur eitt vet til vinstru, men temjingin var ikki nóg neyv. Bólturin fór longri út í vinstra borð, og ungi maðurin var ikki í javnvág, tá ið hann við vinstra beini royndi ímóti málinum. Kiksaða skotroyndin mundi vera honum fyrigiv- in. Tá ið Lassin Isaksen, sum kom væl frá uppgáv- uni, bríkslaði fyri síðstu ferð, var fagnaðurin stórur á teimum niðanfyri vøllin, meðan áskoðararnir oman- fyri smoygdu sær avstað við kensluni av, at tað ikki stendur nakað serligt til hjá NSÍ. NSÍ-ÍF 1-2 (0-0) 0-1: Magni á Lakjuni 75. 1-1: Brynjolvur Nielsen br 82. 1-2: Høgni Zachariasen 86. Dómari: Lassin Isaksen NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen (Áki L. Hansen, 78.) - Helgi L. Petersen (Jústinus R. Han- sen, 61.), Gert Langgaard, Ian Højgaard - Andy Olsen, Jónstein Petersen (Eddie Mikkelsen, 78.) Gult kort: Jónstein Petersen 67. ÍF: Karstin Joensen - Áki Petersen, Viggo Johanne- sen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum - Hanus Elia- sen (Teitur Joensen, 73.), Eyðolvur R. Petersen (Sverri Ellingsgaard, 78.), Høgni Madsen, Jan Gutte- sen, Høgni Zachariasen - Magni á Lakjuni (Eyðun Ryggshamar, 85.) Gult kort: Viggo Johanne- sen 68., Bartal Eliasen 45. og 77. Reytt kort: Bartal Eliasen 77. (tvey gul) ÍF hevur takið á NSÍ NSÍ venjarin hel- dur, at fótbóltsspæl- ið var so vánaligt, at tað ber ikki til at finna nakra orsøk at skjóta seg undir NSÍ-ÍF Jóannes Hansen Hýrurin var einki ser- ligur í NSÍ leguni. Teir høvdu roknað við torfør- ari uppgávu ímóti ÍF, men tað var serliga mát- in, sum teir taptuj uppá, ið nívdi teir gulu og svørtu. NSÍ heimasíðan er ein av teimum fáu, sum framvegis loyvir opnum kjaki, og har fáa teir av grovfílini frá við- haldsfólkunum. Tað tyk- ist næstan vera in at bera seg ljótt at ímóti sínum egnu, tá ið teir treingja mest til stuðul. – Eg eri sera vónbrotin av avrikinum hjá okkum. Vit fáa ongantíð fatur á fótbóltsspælinum, og tað er spell, tá ið vit nú endi- liga hava fingið ein klassaspælarar í álopið. Eg taki fulla ábyrgd sum venjari. Tað ber ikki til at skjóta seg undir, at Kári Hansen og Alexander Jovevic vóru leikbannað- ir. Vit eiga at hava nóg breiðan hóp til at tola so- vorðið, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ. NSÍ hevur tapt fýra landskappingardystir á tað, og tað kennist ein farri av kreppudámi yvir leguni. Hvat gera tit nú? – Vit mugu rannsaka, hvussu tað kann bera til, at avrikið varð so ússa- ligt. Og so mugu vit ar- beiða víðari. At vit taptu ímóti ÍF ber við sær, at tað ikki verður minni torført at spæla á Toftum í vikuskiftinum, staðfest- ir NSÍ venjarin, sum er gamal B68 spælari og sum býr eitt hanagleiv frá Svangaskarði! Undir alt lágmark Frøðin var stór hjá ÍF-leikarunum, tá ið Høgni Zachariassen hevði skotið sigursmálið. Mynd: Maria Olsen C M Y K 16