Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 150 - 11. august 2004 Tað varð um reppið, at Flóvin Tór Næs vann sær sín næsta IM-norm í stóru Poli- tiken Cup kappingini, sum varð leikt í juli/august mánaða. Tað varð John Arni Nilssen sum koppaði Flóvini í seinasta um- farinum. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Seks føroyingar royndu seg í tiltiknu summarkapping- ini, sum eftirhondini er vorðin ein fastur táttur hjá mongum sterkum stór- meistarum kring knøttin, eins og fleiri føroyingar lut- taka á hvørjum ári. Føroyingarnir í ár vórðu: John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Eyðun Nolsøe, Herluf Hansen og feðgarnir Andrias Ziska og Helgi D. Ziska. Seinast nevndi, 14 ára gamli unglingaføroya- meistarin og føroyameistar- in í snartalvi herfyri, fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í Politiken Cup. Umleið 200 ratingstig vinnur hann sær og hevur hann tí nú helst brotið 1800-múrin. Um- framt hetta skarvslop fær Helgi eitt altjóða ratingtal áljóðandi umleið 2130. Flott, men tó ikki serliga óvæntað, tá vit nú vita um hansara góðu talvtalentir. Flóvin og Eyðun Tíggju umfør skuldu telv- ast, og tá kappingin var komin helvtarleið, var tað serliga Flóvin og Eyðun sum skaraðu framúr av før- oyingunum. Báðir máttu lúta móti navnframa stór- meistaranum Beliavsky (2667), men als ikki uttan dyst. Báðir høvdu javnleik- in í nánd. Stigini skolaðu annars inn hjá OL-aspirantunum báðum, og báðir høvdu eis- ini normar í eygsjón. Eyð- un skuldi eitt skiftið hava hálvtannað stig av tveim- um, men tapti í 8. umfari og kjansurin reyk. Flóvin hin- vegin hevði gyltan møgu- leika í seinasta umfarinum tá hann hitti eittaran í Før- oyum, John Arna Nilssen. Við hvíta fólkinum fekk Flóvin leikt seg til eina góða støðu, men John Arni valdi helst við vilja at leika opið og risikokent, og við eitt leyp Flóvin í eina fellu í miðspælinum og gavst. Kravið hjá Flóvini fyri at fáa norm var at vinna. Við sigrinum eydnaðist tað John Arna at verða fremstur av føroyingum. 7 stig og eitt deilt 14. pláss av 237 luttakarum bleiv úrtøka hansara. John Arni hitti ikki eins sterka mótstøðu sum Flóvin og Eyðun. Eyðun fekk 6,5 stig meðan Flóvin fekk 6 stig. Helgi D. Ziska hevði sum sagt eina framúr kapping og endaði hann omanfyri 50 %. 5,5 stig telvdi hann seg til ímóti væl sterkari mótstøðu. Herluf Hansen hevði eina miðalgóða kapp- ing við 5 stigum. Formað- urin í Talvsambandinum, Andrias Ziska, fekk 4 stig. Vinnararnir av Politiken Cup 2004 vórðu GM Dar- men Sadvakasov, GM Leif E. Johannesen og GM Nick de Firmian við 8 stigum. Gott comeback Samanumtikið góð føroysk úrslit. Serliga væl má tað kennast væl hjá Eyðuni, sum undan Politiken Cup endaði aftastur í sterkari IM-kapping í Århus, har hann fekk 2 stig av 9 møgu- ligum og misti umleið 10 ratingstig av sínum framan- undan 2211. Við úrslitinum í Keypmannahavn ognaði Eyðun sær umleið 30 ratingstig. Eins og Eyðun fær Flóvin fitt av rating rætta vegin. OL-liðið verður um skamma stund úttikið og spennandi verður at síggja endaliga liðið. Einki er av- gjørt enn, og serliga verður nógv kjakast um 5-6. borð- ini. Seks telvarar verða út- tiknir og fýra teir fyrstu eru helst tryggjaðir: John Arni Nilssen, Heini Olsen, Mar- tin Poulsen og Flóvin Tór Næs. Hvørjir teir seinastu tveir verða, er ilt at meta um, eftirsum teir eru rætti- liga javnir í rating: Hans Kristian Simonsen, John Rødgaard ella Olaf Berg. Fylgið við OL-gongdini á www.faroechess.com. Helst verður meir at frætta í komandi viku. Í løtuni luttekur John Arni í stórmeistarakapping í Budapest, First Saturday kappingini. Í IM-bólkinum royna Rógvi W. Rasmussen og Flóvin seg. Meir um hetta í næstu talvgrein. Rætting Í sambandi við frásøgnina frá vitjanini hjá danska hondbóltsfelagnum Ikast Bording í Føroyum farna vikuskifti, var ikki samsvar millum mynd og mynda- tekst. Myndateksturin sipaði til Nicolinu Eyðbjørns- dóttir, men føroyski leikarin á myndini var Annika Ljósstein. Myndin av Nicolinu, sum av misgávum ikki kom í blaðið, verður tí at síggja her á síðuni. Vit biðja um umbering. tn Góð føroysk úrslit í Keypmannahavn Hvørgin føroyingurin var millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fram mánakvøldið tók seg upp um niðurflyting- arstrikuna ÍSLAND Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð síðani tíð- liga á árinum eydnaðist tað Frarm í Reykjavík mána- kvøldið at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna. Fram hevði á Laugardals- vøllinum vitjan av Grinda- vík. Úrslitið var 2-1 til heimaliðið. Úrslitið bar við sær, at Fram nú er á áttanda plássinum, meðan Grinda- vík er næstaftast. KA av Akureyri er aftast við ellivu stigum, Grindavík hevur tólv og Fram trettan stig. 1383 áskoðarar møttu á tjóðarleikvøllinum í Reykjavík. Teiur sóu Rik- harður Daðason leggja heimaliðið framum eftir frísparksstøðu, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið. Á hálva tímanum økti Andri Steinn eftir verjumistak. Í síðsta álopinum undan steðginum minkaði Grétar Ó. Hjartarson um munin, og so komu tað ikki fleiri mál. Sagt verður, at Albert Sævarsson stóð seg væl í málinum hjá Grindavík. Hvørki Fróði Benjamin- sen ella Hans Fróði Hansen vóru millum teir fyrstu elli- vu hjá Fram. Hans Fróði kom als ikki á vøllin. Fróði Benjaminsen varð settur inn á miðvøllin í 62. min- utti, og sambært íslendsku miðlunum stóð hann seg væl. Sunnudagin skal Fram spæla á útivølli ímóti Fylk- ir. Føroyingarnir hava mist plássini Hvørki Fróði Benjaminsen á myndini og liðfelagin Hans Fróði Hansen vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fram mánakvøldið. savnsmynd C M Y K 18 Nr. 150 - 11. august 2004 19 19