mikudagur 11. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 150 - 11. august 2004
Nr. 150 - 11. august 2004
21
Bókhaldari søkist
til at arbeiða 1/2 tíð, at byrja skjótast gjørligt.
Áhugað ringið á tlf. 503903
Deildarleiðari
til ta ambulantu økispsykiatrisku deildina
Starvið sum deildarleiðari á tí ambulantu økispsykiatrisku deildini á psykiatriska
deplinum er leyst at søkja til setan 1. oktober 2004 ella eftir avtalu.
Talan er um eitt nýtt starv, og deildin er fyrsta stigið í samband við ígongdsetan
av økispsykiatri í Føroyum.Deidarleiðarin kemur í tøttum tvørfakligum samstarvi
at upp- og útbyggja deildina.
Ambulanta deildin verður miðdepil fyri nýggjum ambulantum og
økispsykiatriskum virksemi.
Deildarleiðarin kemur at byggja upp og samskipa tey ymisku toymini á deildini,
sum umframt økispsykiatri kemur at umfata geronto- barna- og ungdóms-
psykiatri. Eisini kemur deildin at rúma øðrum ambulantum viðgerðartilboðum,
eftirviðgerð av áður innlagdum sjúklingum og hava um hendi sjúkukunning
(psykoedukatión) og kunnandi virksemi til avvarðandi.
Deildarleiðarin hevur við tilvísing til leiðandi sjúkrarøktarfrøðinginum á
psyk.deplinum ábyrgdina av sjúkrarøktini, fíggjarrakstrinum, starvsfólkaleiðslu
og menning av deildini og samstarvinum innanhýsis og úteftir.
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• prógv og royndir innan leiðslu, psykiatriska eftirútbúgving ella líknandi.
Sjúkrarøktarfrøðingar,sum hava ætlanir um víðariútbúgving,kunnu eisini søkja
• hollar royndir og fakligan áhuga innan psykiatri
• hava ætlanir um frálæru og menning av starvsfólkunum
• góð samstarvsevni
• skal vera sjálvstøðug/ur, kreativ/ur og hava visiónir
• teldukunnleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• nógvar nýggjar avbjóðingar
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu (introduktión)
Setanartreytir:
Løn
og
setanartreytir
smb.
sáttmálan
millum
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-málaráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja telefon 304500 til Bergit Weihe,leiðandi
sjúkrarøktar-frøðing, lokal 4102 - e-postur bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin 27. august 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn,merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum,CV og viðmælum
e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2296,
P/F Aluplast, 512
Norðragøta.
Viðtøkur broyttar:
19.07.2004.
Kapitalur: Lækking við kr.
375.000,00 til kr. 125.000,00
til rindan av halli.
Hækking við kr. 875.000,00
til kr. 1.000.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 875.000,00 til kurs
114,285
Partabrøv: A: partabrøv kr.
125.000,00 og B: partabrøv
kr. 875.000,00
Nevnd:
Innkomin í nevndina: Poul
Andrias Jacobsen, 512
Norðragøta og Kaj Hansen,
700 Klaksvík.
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið við
undirskrift av stjóranum ella
nevndarformanninum ella 3
nevndarlimum.
Grannskoðari:
Farin frá sum grannskoðari:
Sp/f KPMG, statsaut.
revisorar, Staravegur 17, 100
Tórshavn.
Innkomin sum grannskoðari:
Sp/f Grannskoðarastovan á
Skála, 480 Skáli.
Skráseting Føroya tann 9.
august 2004
Kristin Balle
_______________________
-tað loysir seg
C
M
Y
K
21
20