týsdagur 1. desember 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
10
Sosialurin
Nývalda tingkvinnan hjá Framsókn kom beinleiðis inn í valdsfulla starvið sum forkvinna í fíggjarnevndini
LJÓSMÓÐIRIN SKAL HJÁLPA
FÍGGJARLÓGINI Í VERÐINA
Áhugin fyri politikki hevur altíð
verið har, men tað var ikki fyrr enn
í 2011 hon stillaðir upp.
49-ára gamla Ruth Vang hevði
góðar vónir um at verða vald und
an seinasta vali, tí veljarakanning
arnar hildu fast um, at Framsókn
fór at fáa fýra tinglimir.
Men sjálvt valkvøldið vísti tað
seg kortini, at kvotan ikki gjørdist
so stór, sum veljarakanningarnar
høvdu spátt.
Poul Michelsen og Hanna Jen
sen fingu nóg mikið av atkvøðum
at koma á ting, meðan Ruth Vang
við sínum 169 atkvøðum gjørdist
ov stutt.
Kortini kom hon á ting.
So skjótt tað gjørdist greitt, at
Framsókn fór við í samgonguna
og fekk ein landsstýrissess, so var
greitt, at Ruth Vang var tingkvinna.
– Eg má viðganga, at eg hevði
fingið basilluna, so eg var ógvuliga
spent, tá ið tað var greitt, at eg
slapp inn um tinggáttina, sigur
Ruth Vang.
Valdi Framsókn
Ruth Vang hevur altíð havt
áhuga fyri politikki og samfelags
viðurskiftum.
Omman savnaði ofta familj
una leygarmorgnar og tá gingu
bylgjurnar við kjakið um sam
felagsviðurskifti, sum heild høgt.
– Eg haldi, at tað er frá hesum
leygarmorgnum
eg
havi
lært
ongatíð at óttast fyri at vera ósamd.
Tað ber til og kortini ber væl til at
samstarva, sigur Ruth Vang.
At tað ikki bert var Framsókn,
sum hevði fingið eyguni upp fyri, at
havnarkvinnan, sum arbeiddi sum
ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum,
helst átti at fara at luttaka í poli
tikki, kann staðfestast í dag.
Meira enn einaferð vóru umboð
fyri annan flokk eftir henni, men
hon bar seg undan, tí arbeiðið og
tað at vera mamma at trimum
børnum kravdi alla hennara tíð.
Hon hevði eisini í tíðini í Hoy
dølum fyrst í áttati-árinum verið
ein partur av ungmannafelagi
Fólkafloksins.
Men undan valinum í 2011 setti
stovnarin
av
Framsókn,
Poul
Michelsen, seg í samband við hana.
– Og Poul Michelsen dugir væl
at selja sín boðskap. Eg bar meg
undan fyrstu ferð og vit søgdu
farvæl, men nakrar dagar seinni
ringdi hann bara aftur og tosaði
víðari frá, har vit góvust seinast –
sum eg als ikki hevði sagt nei. Úr
slitið bleiv at eg segði ja til at stilla
upp, sigur Ruth Vang.
Kvinnur í politikki
Ruth Vang hevur fleiri hjartamál í
politikki, men ovarlaga stendur, at
kvinnur eiga at fara uppí politikk
og gera seg galdandi har.
– Ikki tí tær skulu taka sær av
bleytu virðunum. Tað skulu tær
sjálvandi eisini, men tær skulu fara
uppí politikk á jøvnum føti við
menn og so arbeiða út frá einum
kvinnuligum sjónarhorni, sigur
hon.
Hon vísir á, at so at sig allar lógir,
sum verða gjørdar, byggja á tørvin
hjá monnum, heldur enn kvinnum.
– Tak til dømis sjómannafrádrátt,
handverkarafrádrátt og annað.
Hetta eru frádráttir til menn, sum
hava tað so strævið í samfelagnum.
Ongir slíkir frádráttir eru gjørdir til
kvinnur, sigur hon.
– So vítt eg veit, er einasti fyri
munur kvinnur hava í lógarsaman
hangi, tá ið tær gerast einligar
mammur, tí pápin rýmir. Tá standa
kvinnurnar eitt sindur betri vardar
enn menn, sigur Ruth Vang.
Heilsuverkið
Tá ið ein hevur arbeitt nógv ár á
Landssjúkrahúsinum, so er tað ikki
so løgið, at heilsuverkið stendur
frammarlaga í politikkinum.
– Vit hava sagt, at vit ynskja eitt
heilsuverk. Tað vil ikki siga, at til
dømis Klaksvíkar Sjúkrahús skal
niðurleggjast. Tað vil siga, at vit
halda, at vit skulu fáa sum mest
burturúr tí vit hava, sigur Ruth
Vang.
Hon sigur eisini, at Framsókn
heldur, at við einum heilsuverki, so
skal eisini ein leiðsla til.
– Tað gevur onga meining, at
hava tríggjar leiðslur á sama heilsu
verki. Við einari felags leiðslu,
kunnu vit fáa sum mest brutur úr
øllum trimum sjúkrahúsunum, sig
ur hon.
Ein nevnd skal gera tilmæli um,
hvussu vit eiga at skipa heilsu
verkið.
Haldføri
Umframt sína útbúgving sum ljós
móðir, so heur Ruth Vang eisini
útbúgvingar innan búskap, millum
annað HD í roknskapi.
Hon hevur eisini arbeitt í pen
ingastovni.
Hon hevur tí stóran áhuga
í, hvussu almenni búskaparuin
hongur saman og hvussu vit kunnu
tryggja okkum haldføri í búskapin
um.
– Vit noyðast at taka avgerðir, so
vit kunnu hava haldføri í búskap
inum í framtíðini, sigur hon.
Hon heldur, at í politisku skip
anini verður nógv tosað og hvør
steinur verður vendur, men tá ið
tað kemur til at taka avgerðirnar,
so gongur tað ikki so skjótt.
– Eg havi stóra virðing fyri
fyrrverandi danska forsætisráð
harranum, Helle Thorning. Hon
dugdi og tordi at taka tær avgerðir,
sum øll innast inni vita, vit sum
politikarar mugu taka, leggur hon
afturat.
Eitt av teimum amboðunum,
sum skulu til fyri at tryggja hald
førim, er pensjónsnýskipanin.
Her er eisini eitt mál, sum kjak
ast hevur verið um í politisku skip
anini í mong ár, men tær endaligu
avgerðirnar eru als ikki tiknar.
– Nei og kanska her er tað ,at
veikleikin er í skipanini. Hetta er
ein nýskipan, sum skal gerast, men
politiska skipanin megnar ikki at
taka neyðugu avgerðirnar, sigur
Ruth Vang, forkvinnna í Løgtings
fíggjarnevnd.
Ruth vang
Framsókn
• 49 ár
• Framsókn
• Gift, trý vaksin børn
• Útbúgving: Ljósmóðir. HD í
roknskapi, fíggjarstýring &
fíggjarligur ráðgevi
MELDURIN
Nývalda forkvinnan
í fíggjarnevndini
veit væl, at tað
ikki bert eru tøl og
politikk hon skal
arbeiða við – tað
eru mannalagnur
Hon var ikki meira enn komin inn
um tinggáttina, tá ið tað var greitt,
at hon skuldi seta seg í ein av
teimum valdsmiklastu stólunum í
Føroyum.
Ruth Vang kom inn á ting, tá
ið formaðurin í Framsókn, Poul
Michelsen, fór í landsstýrið og gav
pláss fyri Ruth Vang í Løgtinginum.
Undir telvingini um nýggja
samgongu og hvør skuldi hava
hvat, hevði Framsókn vunnið sær
formanssessin í fíggjarnevndini.
Ein sera tungur formanspostur
í einari nevnd, sum so at siga skal
nikka ja til alt, sum verður gjørt í
Føroyum av tí almenna – í hvussu
so er hvørja ferð eitt sindur av
pengum skulu brúkast.
Nývalda tingkvinnan tók upp
gávuna uppá seg.
– Sjálvandi hevði eg viljað havt
eitt sindur av royndum úr politikki,
áðrenn eg bleiv forkvinna í hesi
týdningarmiklu nevnd, men nú er
støðan sum hon er og so taki eg
avbjóðingarnar til mín, sigur Ruth
Vang.
Arbeiðskrevjandi
Allir royndir politkkarar gera so at
siga alt fyri at tryggja sær ein sess í
fíggjarnevndini.
Tey vita, at tað er har avgerð
irnar verða tiknar og tey vita eisini,
at fíggjarnevndin mangan hevur
størri vald enn bæði landsstýrið og
sjálvt Løgtingið.
Sjálvandi hevur Løgtingið evsta
valdið, men er fíggjarnevndin
samd, so fær hon so at siga altíð sin
vilja í tinginum.
– Eg veit væl, at hetta er ein
tungur politiskur postur, men eg
veit eisini, at hetta er eitt krevjandi
arbeiði, har ein noyðist at fylgja við
í øllum, sum fyriferst, sigur Ruth
Vang.
Tað er ein siðvenja, at fíggjar
nevndin so at siga altíð fer inn og
ger broytingar í uppskotum, sum
landsstýrið kemur við.
Hetta er ikki altíð neyðugt,
men tað verður gjørt fyri at lata
landsstýrið vita, at tað er fyrisiting,
men at lóggevandi valdið er í Løg
tinginum.
Roynd fólk
Í fíggjarnevndini sita roynd fólk
saman við forkvinnuni. Fyri sam
gonguna sita tvey Javnaðarfólk,
Helena Dam á Neystabø og Kristin
Michelsen, og fyri Tjóðveldi, Pauli T.
Petersen, umframt Ruth Vang.
Umboðini
fyru
andstøðuna
eru Bárður á Steig Nielsen, Sam
bandsflokkurin, Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin og Bill Justinussen,
Miðflokkurin.
– Eg veit væl, at eg ikki havi
royndirnar, men so má bert arbeiða
eitt sindur harðari. Tað áliggur mær
at fáa arbeiðið gjørt í nevndini og
fáa so nógvar semjur, sum eg kann.
– Tí sjálvt um nógv av tí vit gera
er politikkur, sum eisini gongur út
uppá at gera eitt sindur fortreð,
so mugu vit ongantíð gloyma, at
hetta ikki bert eru tøl og politikkur,
vit arbeiða við. Her er talan um
mannalagnur, sum verða raktar av
okkara avgerðum, sigur Ruth Vang.
Arbeiðið er í gongd
Arbeiðið í fíggjarnevndini er í
gongd. Fyrstu innkallingarnar hava
verið.
Fíggjarlógin var løgd fram í end
anum av september, men tað var
bert ein framskrivað fíggjarlóg frá
í ár.
Tað vil siga, at har var ongin
politikkur roknaður inn.
Landsstýrið hevur tí nú millum
1. og 2. viðgerð gjørt eitt nýtt upp
skot til fíggjarlóg fyri 2016 – og tað
er hesum fíggjarnevnndin arbeiðir
við nú.
– Tað er ómetaliga nógv at halda
skil á og ein stórur partur av tí er
teknikkur. Eg veit at eg komi at
gera fótfeilir, men tað má eg so bara
læra av, sigur Ruth Vang.
Fíggjarlógin skal samtykkjast í
ár.
Tingformaðurin hevur sagt, at
hann ætlar at tingið skal fara í jóla
frí mánadagin 21. desember.
Formaðurin í fíggjarnevndini
sigur, at hennara mál er, at fíggj
arlógarlógarálitið
verður
lagt
fram í seinasta lagi fríggjadagin 18.
desember.
– Tað er málið. So fáa vit at
síggja, hvussu tað fer at ganga,
sigur forkvinnan í fíggjarnevndini.
Fíggjarlógin ikki bert tøl – tað eru mannalagnur