Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 Sosialurin SBG 241115 Løriftsinnbinding við harðari permu Skreytútgáva innbundin í geitarskinn í trimum litum Fáast í bókabúðunum Bakkavegur 9 · PO Box 221 · FO-625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax +298 40 50 09 · www.bakkafrost.com BAKKAFROST SØKIR ALARA TIL SMOLTSTØÐINA Á GLYVRADALI Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøru framleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, og alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum. Liðug vøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og hevur felagið sløk 700 fulltíðarstarvsfólk. Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum smoltalari? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir mat vørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða. Virksemið hjá Bakkafrost er í støðugari menning og vit søkja eftir eldhugaðum starvsfólki til smolt- støðina at seta í starv sum skjótast. Talan er um eitt fast starv. Arbeiðsøki Á smoltstøðini starvast 7 starvsfólk. Sum smolt- alari ert tú partur av eini vaktarskipan og kemur at starvast í einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta á sjógv. Arbeiðið sum smoltalari er avbjóðandi og fjølbroytt. Aftaná upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur: • at arbeiða við aling av smolti • at brúka ymiska tekniska útgerð • at stýra vatngóðskuni • at nýta alarmskipanir • at virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð Tín vangamynd Sum persónur er tú raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.Tú hevur áhuga at arbeiða við djórum og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Meira at vita? Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, leiðara, á tel. 235074, t-bræv roja@ bakkafrost.com, ella við Leif av Reyni, deildar- leiðara, á tel. 235072, t-bræv lere@bakkafrost.com Umsókn Umsókn við prógvi og CV skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com ella til Bakkafrost Bakkavegur 9 625 Glyvrar Att.: Starvsfólkadeildin Umsóknarfreistin er hósdagin 10. desember 2015. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. STARVSFÓLK sansir.fo