Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Hansen Eg byrjaði at sigla í ´74. Og havi siglt við trolara í 25 ár og 20 av teimum, sum stýrimaður/skipari. Eg havi nú roynt síðani fyrst au­gust at fingið fatur á upprunatekn­ ing­unum av lemmum, trolið og posa hjá Magnusi Heina­syni frá Hav­stovuni. Eg fekk eina tekn­ ing av trolinum 16.09. men tað vóru ongar at finna av lemmum um­borð á Magnusi. Tað er nakað, sum ongin trolari fer til fiskarí við uttan at hava umborð. So varð farið at leita eftir tekningum á Hav­stov­uni, tá komu teir fram á eina tekning av baksíðuni av ein­ um lemmum frá des. 2009. Men tær kunnu ikki brúkast, av tí at tær vísa ongar ketur ella longd av ket­um og stillingar av lemminum. Upp­ runalemmar skuldi verið frá um­ leið 1985. Verksmiðjan, sum gjørdi steinhamns lemmarnar, gavst at gera lemmar mitt í 90-un­um. Teir lemmanir fiskaðu væl, tá teir vóru nýggir, men mátti skiftast ofta, av tí at teir vóru ov veikir, skrædnaðu og blivu skeivir. Eg haldi at lemmarnir, sum teir brúka nú, eru styrktir og eru ikki sum uppruna lemmanir. Magnus misti ein lemm fyri nøkr­um áðrum síðani, tá bleiv so hin lemm­urin sendur suður til Vágs at gera nýggjar lemmar eftir. Posatekningin er ikki funnin enn. Ein trolari kann koma út fyri at missa ein posa, men tað skal altíð vera ein tekning, so man kann gera ein nýggjan. Í sendingini hjá KVF um banka­ toskin 04.12.2014 sær man, hvussu illa weirurin liggur á trolspølinum hjá Magnus Heinasyni, tá ið teir gera yvirlitskanningar á Føroya banka. Har eru fleiri løg á muni ímill­um bb. og stb. trolspøl, so dia­ meturin ikki verður líka, tað ger so, at weirteljarin verður skeivur og synkroseringin fær skeivar upp­ lýsingar og vil javna trykkið við at hála inn av øðrum spælinum og lorar út av hinum, tvs trolið verður hálað skeivt og fiskar alt ov lítið. So verður bara sagt, at ongin tosk­ur er á bankanum. Og fiski­ mað­urin hevur dripið allan toskin. Óljóð Á Havstovuni vita tey ikki um ljóð­roynir av óljóði nakrantíð eru tiknar. Eitt skip, sum ger yvir­ litstrolingar, skuldi gjørt hesar á hvørjum ári. Tað tekur ikki langa tíð, 2–3 tímar, og kostar ikki nógv. Óljóð styggir fisk vekk frá skipinum, serliga á grunnum vatni td. á Føroya banka. Í illveðri hevur óljóð ikki so nógva ávirkan á fiskaríið, sum í góðum veðri. Van­ ligt er at skip larma meira, eldri tey blíva. Tey fyrstu árini var Magnus Heina­son til vinnuligt fiskarí nak­ rar vikur um árið, fyri at fíggja ein part av yvirlitstrolingunum hjá Hav­stovuni, men mátti gevast, tí teir fingu alt ov lítið av fiski, sjálvt um hini skipini fingu nógvan fisk. Longu fyri 30 árum síðani skuldi Havstovan biðið um hjálp og kann­ að, hvat var galið og ikki bara siglt sín egna sjógv. Tað eru fleiri góður menn við Magnus Heinasyni, sum vita nógv um trol, lemmar, óljóð o.a. Men teir som sita í Nóatúni, og hava lisið seg til serfrøðingar, lurta ikki eftir teimum, sum hava alla vitanina um skip og útgerð Út frá øllum hesum óskilinum má eg siga, at allar yvirlits troling­ arnar eru óbrúkiligar. ICES hev­ ur fingið skeivar upplýsingar. Politikar og almenningur fáa eina skeiva fatan av veruleikanum. Magnus brúkar umleið 10 vikur yvirlitstrolingar um árið, 70 dagar x 3500 litrar av olju 245.000 litrar av olju. Og einir 20 – 25 mans skula hava løn. Tað er nógvur peningur at brúka til óseriøsar kanningar, ið bert reingja veruleikan, td hava skip bjóðað seg at toga við síðuna av Magnus Heinasyni, fyri at sam­ meta úrslit, men til fánýtis Havstovan hevur í ára tíggir havt møguleika at nýtt egnað skip til at endamálið, men hevur blankt noktað. Tað er ein gáta fyri mong, hví teir eru so bangnir fyri at sannleikin um teirra virksemi á sjógvi verður avdúkaður. Nú nýtt skip skal byggj­ast fyri 215 mill, skulu manna­gongdir,útgerð broytast/stillast og verða undir eftir­liti av røttu viðkomandi og ikki av fiskifrøðingum. Lands­ stýris­maðurin má eisini fáa ein ann­an trolara út á Føroya banka og land­grunnin fyri at kanna, hvussu stórur toskastovnurin veruliga er, ikki bert gita sum nú. Vestmanna 30.11.2015 Ein almenn lygn KJAK Vit umboða sindal autoophug ið heVur 50 ára royndir í fakinum Bilvask Vit vaska bilin innan og uttan Verkstaður Dekk, oljuskift og aðrar umvælingar leigubilar Persón- og vøruvognar. Góðir og bíligir bilar Flutningshjálp Vit flyta bilar, maskinur o.m.a. góðir Brúktir Bilar aMEriCan JEEp CJ7 4,2l V6 árg: 1985 km: 14.000 kr: 129.000,- Hesin heilt serligi bilur frá 1985 er nú til sølu. Væl rustviðgjørdur. audi Q7 3,6i árg: 2008 km: 97.000 kr: 299.000,- Deil leður, Gps, 19”alu, 7 setur, dubult klima, fartpilot, el setur. Í sera góðum standi. rEnault traFiC 1,9 Cdi árg: 2010 km: 46.000 nú: 129.000,- Sýnaður í 2015, A/C, hillasystem aftan, leður betrekk, í góðum standi. VW touran 7 sEtur 1,4 tsi / 140 hk árg: 2006 km: 153.000 kr: 89.000,- Sýnaður í summar , skift kamketu, 7 setur, krók, hita í setrunum. Í góðum standi. CitroEn C4 1,6 hdi / 90 hk árg: 2012 km: 55.000 kr: 159.000,- Dubult klima,fFartpilot, bakki­ sensor, sportsetur, hita í setrunum, bluetooth, 4 nýggj píkadekk á felgum. Í sera góðum standi. VolVo V40 Cross CountrY t4 - 180 hk árg: 2014 km: 24.000 kr: 379.000 Leður, GPS, xenon, activan fartpilot, p­sensorar, fartpilot, dubult klima o.m.a. Skrásettur des 2014. Nýprísur : 470.000,­ VW golF stW 2,0 árg: 2001 km: 142.000 nú 22.000 Sýnaður í 2014 , krók, el rútar. Í fínum standi. MitsuBishi outlan- dEr 2,2 did 7 sEtur árg: 2013 km: 29.000 nú 299.000,- Aut gear, leður, xenon, krók, bakki­ kamera, fartpilot, dubult klima, bluetooth, 4x4, í sera góðum standi. Nýprísur 439.000,­ FYRR 349.000,- FYRR 39.000,- MaZda 6 2,0i árg: 2006 km: 170.000 kr: 69.000,- Nýsýnaður, dubult klima, 17” alugelgur, hita í setrunum, el rútar, cd. Í góðum standi. sí eisini nógVar góðar brúktbilar á bilrokt.fo Savnsmynd