týsdagur 1. desember 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
22. november í ár andaðist
Jens Marius Dalsgaard á
Landssjúkrahúsinum einans
67 ára gamal. Jens Marius
var í 9 ár, til hann í summar
fór frá vegna aldur, skrivari
hjá
Listafólkasambandi
Føroya, LISA. Hann kendi
viðurskiftini hjá listafólk
unum út og inn og var nokk
ein tann, sum visti mest um
økið.
Jens Marius var meira enn
ein skrivari hjá LISA. Jens
Marius hevði eina sterka og
serstaka rødd vegna listina
og listafólkini. Ótroyttiligt
minti hann okkum á at taka
listina, hennara og okkara
umstøður í álvara. Ofta var
hann hittinorðaður, hann
dugdi at síggja ólogiskar og
absurdar samanhangir og
ikki minst dugdi hann at siga
tað uppá ein máta, sum fekk
okkum at flenna.
Var okkurt mál, vit ar
beiddu við, tungt og var stíg
ur komin í, kundu vit vera vís
í, at har kom onkur gløgg og
stuttlig viðmerking frá Jens
Mariusi. Tá ið vit so høvdu
flent eina løtu kom hann
ofta við einum uppskoti um
eina gongda leið. Hann fekk
við sínum serliga máta at
síggja og siga tingini uppá
okkum at flenna – flenna, og
hugsa um støðuna hjá okk
um sjálvum og okkara máta
at handfara okkara kringum
støður uppá.
Eitt fínt dømi um hetta
er, tá hann í eini samrøðu
við okkum um list og stuðul
segði: »At geva stuðul til
listafólk er sum at fóðra
spurvarnar í túninum. Ongin
verður mettur, tú fært bara
enn fleiri svangar spurvar!«
Við humori lat hann okkum
vita at hann helt at vit eiga
at taka okkum sjálvi, okkara
list, og kringumstøður í stór
um álvara og tryggja okkum
rættin til tað, sum er okkara.
Hann lat okkum vita at
tað listafólk gera hevur ein
týdning fyri samfelagið, og
at samfelagið eigur at vísa
sína virðing og geva lista
fólkunum góðar umstøður.
Stutt eftir at hendan
starvsnevndin tók við, fingu
vit at vita at Jens Marius
var sjúkur. Hóast krevjandi
viðgerðir var Jens Marius til
staðar í LISA arbeiðinum og
í samskiftinum við starvs
nevndina. Listafólk arbeiða
serstakliga skiftandi tíðir
á døgninum. Stundum var
samskifti í starvsnevndini
um morgunin og ofta um
náttina. Óansæð nær á døgn
inum tað var, ella um talan
var um vikuskifti, so svaraði
Jens Marius á netinum, eisini
frá síni sjúkralegu.
Sum starvsnevnd høvdu
vit kensluna av, at um hann
hevði orkuna, so var hann
har alla tíðina og fylgdi
við í tí vit gjørdu. Klárur at
hjálpa og svara. Hetta var av
ómetaliga stórum týdningi,
tí tað var Jens Marius, sum
hevði innlitið í øll tey ymsu
viðurskiftini.
Tá ið hann í summar
fór frá vegna aldur, vistu
vit at nógv vitan hvarv úr
felagnum, men vit kendu
okkum trygg, tí vit kundu
altíð venda okkum til hans
ara. So verður tíverri ikki.
Tað gekst verri enn vit høvdu
væntað og Jens Marius er
farin alt ov skjótt.
Hóast
heilsan
hevur
svikið seinastu árini og vit
hava verið vitandi um at
hann var sjúkur, so kenst tað
brátt og óvæntað.
Fá fólk sum ikki sjálvi
eru listafólk brúka sítt lív
uppá
umstøðurnar
hjá
listafólkum, tað gjørdi Jens
Marius og tað eru vit honum
takksom fyri.
Jens Marius skilti og
virdi týdningin av listini
og listafólkunum í sam
felagnum. Við síni sterku,
serstøku og stuttligu rødd
tók hann til orðanna vegna
listina, listafólkini og LISA.
Takk fyri tað Jens Marius,
tín rødd verður saknað.
Hvíl í friði.
Vegna Listafólkasamband
Føroya
Starvsnevndin.
Bárður Dam í
Baianstovu,
Marita Dalsgaard og
Guðrið Poulsen
Ein sterk, serstøk og stuttlig rødd er tagnað
Gullbrúdleyp
Týsdagin, 5. januar 2016, hava Jenny
og Egil Simonsen, Hoyvík, verið
gift í 50 ár. Gullbrúdleypið verður
hildið á Hotel Føroyum 8. januar
kl. 18. Tit, ið vilja gleða okkum við
at hátíðarhalda dagin saman við
okkum, verða vinarliga biðin at
siga frá á tel. 313450, 213450, 259921
ella teldupost egilsimo@olivant.fo
áðrenn 20. desember.
Vinarliga
Jenny og Egil
90 ára føðingardagur
Týsdagin 15. des. fyllir Danjal av
Rana í Trongisvági 90 ár. Dagurin
verður hildin í »Salem« á Tvør
oyri leygardagin 12. des. frá kl.
15.00-19.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá Danjal.
Brúdleyp
Leygardagin 12. desember giftast
Tóta
Johannesen,
Lamba,
og
Kristinn
Akursmørk,
Klaksvík.
Vígslan verður í Christianskirkjuni
kl. 11.00. Veitslan verður hildin
fyri innbodnum í leguhúsinum í
Nesvík kl. 18.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin til brúðarhús í Lamba
sunnudagin 13. desember kl. 17.00.
Gullbrúdleyp
13. nov. høvdu vit verið gift í 50 ár
og fara vit at halda gullbrúdleyp í
Bygdarhúsinum í Leirvík leygar
dagin 12. ses. kl. 17.00. Tað hevði
glett okkum at sæð familju, vinir
og kenningar henda dag. Tit, ið
vilja gleða okkum við at koma, sigið
vinarliga frá á tlf. 444256/224256
ella sjsks@olivant.fo. áðrenn 4. des.
Vinarliga
Kirstin og Símin Jóhan
80 ára føðingardagur
Týsdagin 15. des. fyllir Johannes
Mortensen á Tvørabakka, 80 ár.
Dagurin verður hildin á Segl
loftinum týsdagin 15. des. frá kl
12.00 til 16.00, har øll eru hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá Johannes.
Krúndiamantbrúdleyp
Hósdagin 10. desember hava Elsa og Sigurd Nielsen, Vestmanna, krún
diamantbrúdleyp.Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Vestmanna
leygardagin 19. desembur frá klokkan 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
5. desember fyllir Viggo Holm,
Skálavegur 289, Skála, 80 ár.
70 ára føðingardagur
Hósdagin 17. desembur fyllir
Kamma Johannesen, Trongis
vágur, 70 ár. Dagurin verður
hildin í Missiónshúsinum á
Tvøroyri tann 18. desembur frá
kl. 17.30. Tey, sum vilja halda føð
ingardagin við mær, verða biðin
um at siga mær frá á tlf. 372872
ella sms á fartlf. 222904 áðrenn
10. desembur.
Jólaaftan í KFUK
Jólaaftan verður
hildin í KFUK kl. 18.
Vil tú verða saman
við okkum so ring
31 19 28 / 21 18 24.
Tilmeldingarfreist:
Mánadagin
21. desember kl. 18.