týsdagur 1. desember 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tá tú hevur verið vanur við at
hoyra fuglaljóð, allar tónar í einum
tónleikastykki, og tú hevur hoyrt
alt, sum fólk siga í einari veitslu, er
tað náttúrliga eitt brek at liva við
niðursettari hoyrn.
Tíverri er einki eintýtt svar upp
á, hví mong hava versnandi hoyrn,
tá tey eldast.
Ein av orsøkunum er, at sansing
artræðrirnir – ella sansahárini – í
oyrasniglinum við tíðini hvørva.
Í mun til eitt nú fuglarnar, fáa
menniskju ikki nýggjar sansingar
træðrir, sum eru avgerandi fyri
okkara hoyrn.
Sansingartræðrirnir umskapa
nevniliga ljóðbylgjur til impulsir,
sum verða sendar víðari til hoyrn
arnervina og haðani til heilan.
Innan gransking er fokus á,
hvussu rótkyknur úr øðrum pørt
um av kroppinum kunnu verða við
til at fyribyrgja og viðgera vers
nandi hoyrn, har sansingartræðr
irnir eru oyðilagdir.
Enn er tó eingin viðgerð sum
ger, at menniskju kunnu framleiða
nýggjar træðrir.
Arvalig viðurskifti
Arvalig viðurskifti hava eisini sín
stóra týdning, tá ræður um niður
setta hoyrn hjá vaksnum. Tó er
ikki greitt, hvørt talan er um smáar
broytingar í fleiri hoyriílegum - ella,
um talan er um bæði arvaligar og
ikki arvaligar tættir.
Eitt djúptøkið arbeiði við at
kortleggja okkara ílegur ger, at stór
vitan er um tað arvaliga við niður
settari hoyrn. Eitt nú er greitt, at í
minsta lagi helvtin av øllum var
andi trupulleikum við hoyrnini eru
arvaligir.
Men, tað trupla er, at fleiri enn 100
ílegur hava týdning fyri okkara hoyrn.
Í dag hevur læknaheimurin
nøvnini á fleiri av hesum ílegum,
sum kunnu rutinu-kannast, og
hetta gevur betri møguleikar at
hjálpa tí einstaka.
Hvørja ferð ein nýggj hoyri-ílega
verður staðfest, fæst týdningar
mikil vitan um, hvørjir virknaðir í
hoyriskipanini eru órógvaðir.
Nýggj vitan byrtir undir vón
irnar um at kunna menna eina
skræddaraseymaða viðgerð fyri
fólk við niðursettari hoyrn - eina
viðgerð, sum kann tilpassast tørv
inum hjá tí einstaka. Møguleikarnir
fyri einari genetiskari greiði av
orsøkini til niðursetta hoyrn eru
munandi betraðir seinastu fáu
árini.
– Orsøkirnar til viðføddar hoyri
trupulleikar og niðursetta hoyrn
millum vaksin eru nógvar. Tí er tað
týdningarmikið at finna út av, um
tað eru fleiri fólk í somu familju, ið
eru rakt. Blóðroyndir kunnu eisini
vísa genetiskar broytingar.
Tað sigur Lisbeth Tranebjærg,
sum er kliniskur professari í tí, sum
rópt verður genetisk audiologi.
Ytru viðurskifti
Aftrat arvaligari niðursettari hoyrn
kunnu tað eisini vera ein røð av
øðrum »ytru« viðurskiftum, sum
kunnu ávirka hoyrnina. Talan
kann eitt nú vera um sjúku, ígerðir,
strálu-og kemoviðgerð, sum hava
sína ávirkan.
Larmur gevur ikki bara tinnitus,
men kann eisini geva niðursetta
hoyrn.
Samanbera
vit
nútíðar
arbeiðspláss við ídnaðarverksmiðj
urnar í sínari tíð, er stórur munur á
ljóðstignum. Arbeiðseftirlitið hevur
greiðar reglur og vegleiðingar um
larm, men hinvegin ganga nógv
ung runt við hørðum tónleiki í oyr
unum, kanska upp í fleiri tímar
um dagin. Royndir við djórum
hava víst, at sjálvt ljóðskaðin, sum
tykist vera fyribils, hevur ein nega
tivan langtíðarvirknað á nerva
kyknurnar, sum hava samband upp
í heilan. Hetta kann merkja, at hørð
tónaljóð í oyrunum gjøgnum nøkur
ár saktans kunnu elva til niðursetta
hoyrn.
– Vit sóu hetta longu upp gjøg
num áttatiárini, har walk-maðurin
av álvara vann sær pláss, og í dag
lurta nógv ung eftir hørðum tón
leiki á sínum smart-telefonum.
Hvørja ávirkan hetta fer at hava,
kann ikki mátast enn, men eg vóni
og trúgvi, at tað eru tey fæstu,
sum klára at hoyra harðan tónleik
fleiri tímar um dagin - og at hesi
tískil skrúva niður ella sløkkja fyri
tónleikinum.
Tað sigur Jesper Yde, yvirlækni á
Ríkissjúkrahúsinum, sum starvast
innan oyra/ næsa-og hálsviðgerðir
og á Audiologiske Klinik, har hann
hevur samband við nógvar sjúk
lingar innan hetta økið.
Betri hoyritól
Tøknin hevur gjørt, at nógvir
møguleikar í dag eru at fáa hjálp
fyri niðursettari hoyrn.
Skiftið frá samgildum (analog
um) til talgild (digtal) hoyritól
merkir bæði, at hoyritólini ikki eru
so stór sum áður, og at møguleikar
í dag eru at stilla tey meira neyvt,
soleiðis at hoyritólini hóska til
tørvin hjá tí einstaka og tey ljóð,
sum eru rundan um viðkomandi
gjøgnum dagin.
Tað ger mun, at tey talgildu
hoyritólini eisini gera taluna týði
ligari, eins og tey dempa óviðkom
andi ljóðini aftanfyri.
Fleiri enn fimmti prosent av øllum dønum yvir sjeyti ár hava niðursetta hoyrn. Mong hava livað við hesum
alt lívið, og onnur hava fingið trupulleikarnar sum vaksin. Men, hví versnar hoyrnin, tá vit eldast?
HEILSA
Hví hoyra vit so illa?
TÍ HOYRA VIT
At vit hoyra, byrjar við, at luftin ber ljóðið inn í ytra oyrað. Her verður ljóðið leitt gjøgnum oyragongina og inn til ljóðhinnuna. Eins og
tá tú slær á eitt trummuskinn, fer ljóðhinnan at sveiggja, tá ljóðið rakar. Rørslurnar í ljóðhinnuni hjálpa ljóðinum víðari inn í innara
oyrað, ið er skapt sum eitt lítið sniglahús. Við vætu uttan um seg hevur innara oyrað smáar sansatræðrir, og sveiggini gera, at eisini
hesir træðrir røra seg. Hetta leiðir sansaávirkanina yvir til hoyrnarnervina og víðari upp í heilan, ið kennir ávirkanina sum ljóð.
Kelda: audionova.dk/ helse.dk
– Orsøkirnar til viðføddar hoyritrupulleikar og niðursetta hoyrn millum
vaksin eru nógvar, sigur Lisbeth Tranebjærg, professari