Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 129 - 8. juli 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Blaðið og summarið Viðmerking: Sosialurin hevur tíverri mis- skilt viðmerkingar hjá Kate Sanderson í greinini á siðu 4 í blaðnum tann 7. juli viðv. málinum um Watson og danska verjuskipið Hvid- bjørnen. Kate Sanderson har hava møguleikan at stýra hvat hvør kundi siga og gera. Tað var ikki hildi at verða ódemokratiskur framferðarháttur — tí so- leiðis var tað bara. Tygum skriva. at tað er »kanska ov nógv forlanga at Javnaðaflokkurin skal verða fyri fullveldinum«. Ja, heilt erligt, hvat munnu tyg- um halda demokrati verða. Trúgva tygum, at Javnaðar- flokkurin er stoltur av Nýr- up, nei, men fyri tað er tað ikki ein sjálvfylgja, at full- veldisfólk kunnu forlanga at Javnaðarflokkurin skal Er tað demokrati, Steinbjørn B. Jacobsen? »Royn ikki at gera nakað í móti øðrum, sum tú ikki hevði brýggja teg um, at onnur gjørdu í móti tær« Henda reglan koma mær til hugs, tá eg las grein tygara »Eitt ljóst hár« í Dimmu hósdagin 6. juli. Í byrjanini í greinini siga tygum: »gamalt varð sagt, at eingin ær var so svørt, at ikki okkurt ljóst hár fanst.« Tað er heilt ótrúligt, sum ein kann skjóta »plett« uttan at vita hvønn ein skjýtur eftir. Mær fyrikemur tygara skriving sum eitt slag av einmansavriki. Ja, tað ljósa hárið eru tygum, men, alt er svart svart og aftur svart , og hóast hetta, er alt so sólaklárt. Orsøkin til, at eg her taki til orðanna er tygara »her- ferð« ímóti Javnaðarflokk- inum, hann ið er so ódemo- kratiskur, at hann ikki vil, sum tygum vilja. Tað skal verða eitt mark fyri, hvussu langt ein skal fara í síni her- ferð. Alt føroya fólk er væl vitandi um, at tygum eru fyrrverandi lærari og há- skúlastjóri, har tygum kundu hava einvegis sam- røður við næmingarnar og verða fyri fullveldinum. Millum okkum uttanfyri standandi var í byrjanini av hesum samgonguskeiðnum tosa nógv um, hvussu sterk- ur H. Hoydal var, ikki geva Javnaðarflokkinum skyld- ina fyri tvørligu støðuna hjá donsku stjórnini, men vit vita væl, at hetta hevði verið freistandi fyri hann. Í allari perioduni, har hann ikki »brúkti« Javnaðarflokkin til syndabukk, var hann sam- stundis semjusøkjandi. Tað løgna við støðuni í dag er nevnliga tann, at full- veldisfólki - tygum og H. Hoydal íroknaðir - geva nú Javnaðarflokkinum skyld- ina fyri fastlæstu støðuna. Hvat er tað fyri demorkrati, har ein velur út úr rúgvuni, hvør skal verða syndabukk- ur. Er tað demokrati, Stein- bjørn B. Jacobsen ? Tygum sitera ta nógv virdu Enmandsavisen hjá háskúlastjóranum Poul Erik Søe, men Steinbjørn - ver fullvísur í, at harra Poul Erik Søe skrivar heiðurligt og reiðuligt, og gevur ikki Javnaðarflokkinum skyld- ina fyri fæstlæstu støðuna. Hetta endurgeva tygum sjálvur í greinini: »og de færøeske sosialdemokrater har altid villet samhørighed med Danmark«; kom nú ikki næstu ferð og endurtak, at tað er ódemokratiskt at verða fyri ’samhørighed’ við Danmark. Tað er óhøviskt, skamm- uiligt, óvirðiligt, ófólkaligt og ikki sørt nasadjarvt av tygum, at kalla tað ódemo- kratist, at ein flokkur ynskir ein betri heimastyrislóg heldur enn fullveldi. Harra Steinbjørn B Jac- obsen! Tygum kunnu skriva, so nógv tygum vilja — men misnýtið ikki dem- okratiska rætt tín til at taka demokratiska rættin frá øðr- um. »Royn ikki at gera nakað í móti øðrum, sum tú ikki hevði brýggja teg um, at onnur gjørdu í móti tær.« Birgir Waag Høgnesen hevur ikki sagt at hon heldur tað vera ivavert at senda verj- uskip við danskari løgrreglu til Føroya. Sum talsmaður fyri Føroya Landsstýri vísti hon á, at Landsstýrið als ikki blandar seg uppí, hvussu donsku løgreglumyndug- leikarnar í Føroyum ætla at handfara atferðina hjá Wat- son í skipi sínum. Tað sum hon heldur er ivasamt er, at fjølmiðlarnar eru við til at hjálpa Watson at øsa málið Rætting til grein um grindamótmæli upp frammanundan við yv- irhøvur at gera tíðindi burt- urúr, at eitt verjuskip er á veg til Føroya, soleiðis sum danskir fjølmiðlar skrivaðu um hósdagin 6. juli. Gamalt varð sagt, at eingin ær var so svørt, at ikki okk- urt ljóst hár fanst. Í lítla ritinum Frit Norden hjá felagsskapinum við sama navni prenta teir ikki minni enn tvær greinar við sigandi heitunum »Giv Færøerne samme overgang som Danmark har krævet af EU« og greinina »Ordene ’Fælles valuta‘ vil gøre eur- ofolkeafstemningen ulov- lig«. Um ríkisfelagsskapin sigur hann her: »Med det kunstige udtryk rigsfælles- skabet, som de danske pol- itikere selv har skabt, og aldrig er blevet afgjort, om det betyder et fællesskab mellem tre selvstændige områder.« Greinirnar eru tiknar frá www. torsham- mer.d. /enmandsavisen, sum Poul Erik Søe skrivar. Fyrra greinin byrjar við: »Vi har selv kæmpet som vilde for at komme lempeligt ind i EF og det indre marked« og mælir so dønum til at geva føroyingum somu treytir, sum teir hava fingið frá ES. Miðjan av greinini má siterast í fullum líki: »De to danske partier Socialdemokratiets og Ven- stres helteagtige indsats for danske overgangsordninger skulle kalde på forståelse for de færøske ønsker. Men netop Socialdemokratiet og Venstre er ikke uvildige i forholdet til det færøske folk. Netop de to danske partier spiller sammen med deres søsterpartier på Fær- øerne. Det danske socialde- mokrati spiller de færøske socialdemokraters spil, og de færøske socialdemokrat- er har altid villet samhørig- hed med Danmark. Venstre spiller det færøske Sam- bandsfpartis kort – og Sam- bandspartiet har jo ligefrem sambåndet, rigsfællesskab- et, i sit navn. Netop Nyrup Rasmussens regering sidder udelukkende på den ene socialdemokratiske stemme fra Færøerne. I alle andre sager i samfundet ville Ny- rup Rasmussen blive kendt uvildig og ville have været nødt til at holde sig uden for døren, mens forhandl- ingerne foregik. Men han optræder brovtende, som om han er Danmarks stem- me, skønt han alene snakker for sin egen syge moster og med sin korte overgangs- ordning vil jorde færinger- nes selvfølgelige ret til selv- stændighed. Og Venstres Anders Fogh Rasmussen ved fra sidste valg, at det netop var stemmerne fra Færøerne, som var afgørende for, at Venstre ikke kom i reger- ingen, og at hverken Uffe Ellemann-Jensen eller And- ers Fogh Rasmussen blev ministre. Det er ikke så sært, at de to gange Rasmussen taler med samme tunge om Færøerne.« Jógvan Sundstein brúkti sama málburð í sínum frá- líka svarið upp á á spurn- ingar frá Jan Müller í Sosi- alinum herfyri. Og greinin endar: »Det er en grum krænk- else af det færøske folk, at især Danmarks to største partier synes at have over- taget den færøske valgkamp og omformer Danmarks selvfølgelige hjælpsomhed ved et selvstændigt lands fødsel til en grov ydmygelse af et folk, der i troskab har været fælles med os gennem seks hundred år.« »At have overtaget den færøske valgkamp«. Júst so. Uttan hjálp og stuðul frá danska Javnaðarflokkinum var »Hin føroyski javnað- arflokkurin« ikki til. Kanska er tað ov nógv at forlanga, at teir skulu vera fyri fullveldi. Men fullveldisfólk fylk- ist. Nú er at liggja á taki- num. Vit hava tíðina fyri okkum og við okkum. Danir eru avdúkaðir og Hin før- oyski javnaðarflokkurin somuleiðis. Demokratiið í Føroyum hevur altíð verið við mpp hjá Hinum føroyska javn- aðarflokkinum. Kanska er tað tí, teir í tíð og úrtíð tosa um demokrati. Vilt tú hava fult og óskert demokrati í Føroyum, mást tú vera fyri fullveldi. Steinbjørn B. Jacobsen Eitt ljóst hár FYRI nógvum árum síðani løgdu fleiri av føroysku bløðunum heilt stilt um summarið. Okkurt blað minkaði um útgávurnar, okkurt um síðutalið. Eisini loftmiðlarnir plaga at minka um virksemi hesa tíðina á árinum. Vit minnast eisini, at Sjónvarpið eitt skifti heilt gavst at senda Dag og Viku um summarið. NÚ lesararnir eru vanir við at fáa nøkur bløð nærum hvønn dag, so ber heldur ikki til at kappa á stokkinum. Tí koma bæði Dimma- lætting og Sosialurin út fimm dagar um vikuna eisini í summarfrítíðini tó við minni síðutali. Her á blaðnum hava vit so roynt at hava so frægt av fólki til arbeiðis, at lesarar okkara kunnu fylgja við í tí, sum fyriferst í sam- felagnum. Hóast fólk hava summarfrí og virk- semi í landinum er minkað nógv, so liggja samfelagshjólini heldur ikki heilt still. Og fyri tað at løgtingið er farið í summarfrí, so hendir kortini ymiskt á tí politiska økinum, sum eisini pressan má fylgja við í. M.a. tí kemur Sos- ialurin út sum vant. SUM lesarar okkara hava lagt til merkis, verð- ur blaðið nú lutvíst prentað í litum. Hetta hendir eftir at Sosialurin og Dimmalætting eru farin í samstarv um felags prentsmiðju. Um- leggingin til litprent setir stór krøv til arbeiðs- plássið. Arbeitt verður nú miðvíst við hesi umlegging - samtíðis sum blaðið eisini fer at fáa nýtt layout tvs. at blaðið einaferð eftir summarsteðgin fer at koma út í nýggjum sniði. Ætlanin við hesum stigi er at gera blaðið meira lesilig, áhugavert og spennandi fyri lesaran. Hvat viðvíkur litprentinum, so metir leiðslan á blaðnum tað vera neyðugt at taka hetta stóra stig, fyri eitt nú at ganga okkara lýsarum á møti. TAÐ er okkara sannføring, at lesararnir og viðskiftafólk annars fara at taka umrøddu broytingar sum eina positiva avbjóðing, sum aftur kann vera við til at menna føroyska blaðheimin, gera hann meira spennandi og áhugaverdan. Samtíðis sum eitt nýtt og møgu- leikagevandi grundarlag verður lagt verður alstórur dentur lagdur á at menna tann redak- tionella tvs. innihaldsliga partin av blaðnum. Í løtuni eru fleiri av „innleggunum“ í blaðnum so sum vikuskiftisinnleggið, Hygg og Hoyr, Yngd o.a. í summarfrí. Tá hesi innlegg aftur verða náttúrligur partur av blaðnum í heyst, verða tey við til at geva lesarum eina enn meira fjølbroytta vøru. VIT eiga ikki at gloyma ta orðaskifti, sum dagliga er í føroysku bløðunum. Ein av or- søkunum til, at vit ikki skerja niður útgávurnar hesa tíðina er eisini tann, at vit meta tað týdningarmikið fyri samfelagið sum heild, at orðaskiftið kann halda fram. Tí er tað vón okkara, at føroyingar eisini hesa tíð halda fram við tí dialogi, ið er so týdningarmikil fyri samfelagsgongdina. So Sosialurin er opin fyri øllum meiningum eisini í summartíðini. VIT fara við hesum at ynskja øllum føroying- um eina góða summarferiu við vón um, at blaðið kann bera tykkum tíðindi og annað úr Føroyum, har tit enn eru stødd í heiminum. Vit eiga heldur ikki at gloyma teir framúr góðu møguleikar sum Internet-Sosialurin gevur før- oyingum burturi sum heima.