týsdagur 1. desember 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lestrarstarv
hjá MFS
Meginfelag Føroyskra Studenta søkir eftir
nýggjum skrivstovufólki. Arbeiðsupggá-
vurnar verða spennandi og fjøltáttaðar,
og tú kemur í stóran mun at arbeiða
sjálvstøðugt. Umframt hetta er starvið
mennandi, og tú fært innlit í, hvussu ein
virkin felagsskapur, sum í høvuðsheitum
er drivin av sjálvbodnum lesandi, virkar.
HØVUÐSUPPGÁVURNAR
Arbeiðstíðin er sett til 10 tímar um vikuna.
Umframt niðanfyri nevndu arbeiðsuppgá-
vur koma ofta aðrar smærri fyrifallandi
uppgávur.
Føstu arbeiðsuppgávurnar eru hesar:
• Dagligt bókhald
• Dagligt samskifti
• Røkt av heimasíðu, umframt teimum
sosialu miðlunum í samstarv í ráðs- og
nevndarlimir.
• Samskipan av felagslívi fyri/til tey lesan-
di
• At vera til staðar á skrivstovuni fastar
tíðir. Hesar tíðir verða fastlagdar í sam-
ráð við nýggja skrivstovufólkið.
FØRLEIKAKRØV
Til starvið krevst at tú hevur miðnámsút-
búgving, aðra tilsvarandi útbúgving, ella
viðkomandi arbeiðis royndir. Tú skalt eisini
duga væl at stava og orða teg á føroys-
kum. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini du-
gir væl enskt og danskt. Tú skalt helst hava
nakað av innliti í, hvussu politiska skipanin
í Føroyum virkar, og royndir at umsita
roknskap eru eisini ein fyrimunur. Royndir
við røkt av heimasíðu eru ikki neyðugar,
men eru sjálvandi góðar at hava. Grun-
dleggjandi vitan um lestrarviðurskifti
(serliga SU og ÚS) er neyðug, og tað er ein
fyrimunur, um tú ert lesandi ella á annan
hátt hevur beinleiðis samband við lestra-
rumhvørvið í gerandisdegnum. Tú noyðist
ikki at lúka øll krøvini fyri at søkja.
SETANARVIÐURSKIFTI
Skrivstovufólkið verður lønt sambært
lønarsáttmála millum Starvsmannafelagið
og fíggjarmálaráðið eftir lønarflokki 2.
UMSÓKN
Umsókn og CV skal sendast til mfs@mfs.fo
í seinasta lagi 18. desembur 2015.
SETAN
Tú tekur við starvið 1. januar 2016, ella
eftir nærri avtalu.
MEIRA FÆST AT VITA
Við at venda sær til Torstein Jóhannes
Fríðfinsson, formann, torsteinjf@gmail.
com, +45 52780757, ella við at senda teld-
upost til mfs@mfs.fo.
Televarpið kunnger við hesum,
at prísirnir fyri tænasturnar
hjá Televarpinum hækka frá
01.01.2016.
Orsøkin til hækkingina er gene rellar
prísøkingar til upp havs rættindi,
sum Televarpið rindar fyri hjá sjón
varps veitarunum. Harumframt
eru nýggjar tænastur komnar til.
Netvarpið verður framyvir tøkt
í øllum pakkunum, og rásirnar
Comedy Central, Cartoon Network
og CNN leggjast afturat rásunum í
Stórapakkanum.
Prísirnir fyri pakkarnar hjá
Televarpinum hækka soleiðis:
• Grundpakkin fer upp við 10 kr.
úr 174 kr. til 184 kr/mðn.
• Familjupakkin fer upp við 20 kr.
úr 359 kr. til 379 kr/mðn.
• Stóripakkin fer upp við 30 kr.
úr 489 kr. til 519 kr/mðn.
Givið at tú hevur eina gjaldsavtalu
(GS) við Televarpið. Velur tú at rinda
við rokning skulu 29 kr. leggjast
afturat nýggju prísunum.
Umframt hetta eru gjørdar nakrar
broytingar í viðskiftatreytunum
hjá Televarpinum. Broytingar eru
framdar í:
§ 6 Prísir og gjaldstreytir
Fyri ávikavist at vera knýttur at Tele
varp inum og fyri tænastuna rindar
kundi n tey gjøld, sum Televarpið til
eina og hvørja tíð ásetir. Hesi gjøld
eru:
• Stovningargjald, sum er gjald fyri
at stovna tænastuna.
• Haldaragjald, sum er fast gjald fyri
at uppihalda tænastuna.
• Nýtslugjald, sum er gjald fyri
leypandi nýtsluna av tænastuni og/
ella útgerð.
• Avgreiðslugjald, sum er gjald fyri
kostna í samband við gjalding, so
sum GjaldsSkipanin (GS)
Alt eftir bíløgdu tænastuni kunnu
gjøld verða kravd forút ella afturút
og við ymsum tíðarbilum, so sum
mánaðarliga, hvønn ársfjóring,
hálvárliga ella árliga.
Far inn á tv.fo undir Hjálp fyri at lesa
meira um hesar broytingar.
Kunning til
viðskiftafólk hjá
Televarpinum
Televarpið
Akfør
Nýsýnaður Mazda 323
árg. 2002 til sølu.
224910
Honda Civic 1.5iLS
til sølu, fyri kr. 4000,00.
582118
Arbeiði
www.betongsaging.fo
TLF: 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,garðar,
o.a,ring og fá ein góðan prís.
www.betongsaging.fo
560056
Bingo
Jólabingo hjá EB-Streymi
Gott jólabingo verður við
Margáir mánakvøldið 07-12-
2015 kl. 19. Nógv gott at
vinna Øll hjartaliga vælkomin.
EB-STREYMUR
Býli í Føroyum
Íbúð/hús ynskjast
til leigu í Havn
Tilkomið par við einum
heimabúgvandi barni og føstum,
góðum størvum ynskja íbúð ella
hús til leigu í Tórhavn.
226773
Goymsluhøli
til leigu í Hoyvik
224910
Dýr
Heystlomb til sølu
2 heystlomb til sølu telefon nr
587170
Húsarhaldstól
Mikroovnur til sølu
Ein nýggjur mikroovnur til sølu
fyri 350 kr, hevur kostað 800 kr
Tlf 597669
Innbúgv
Náttborð til sølu
Eitt fitt lítið náttborð við einari
skuffu, er ikki pakkað út úr
erkjuni. spildurnýtt. Selist fyri
150 kr
Tlf 597669
4 spísiborðsstólar
Dansk design, er í ljósum viði-
selist fyri 100 kr stk.
Tlf 597669
Matur
Grind
Saltgrind í kaggum og lakaspik
býtist við kjøt- og fiskavørur
- tilboð og fyrispurningur til
teldupost: 2nd-hand@post.
tele.dk
Turrir Bøgir
Nakrir turrir bøgir við válgara 1,8
- 2,5 kg til sølu - ein fær meira
at vita á mail: vacation@mail.dk
Pløgg
Til sølu
Hosur til føroyska mannfólka
búnan til sølu. Myrkamorreyðar
og myrkabláar. 500 kr. parið
596721
Ymiskt
Tekning 9
av flottum modernaðum 1 plans
husi til solu. Goymsluholi til
leigu i Hoyvik
224910
LÝSINGARTORGIÐ
Gleð eitt barn á jólum
Gev eina jólagávu, sum veruliga munar
Í Føroyum eru børn, sum kenna avleiðingarnar av fátækt. Tey
føla tað hvønn dag, og jólini eru serliga svár. Í felagsskapi
kunnu vit geva hesum smáu eina góða gávu og ikki minst eini
gleðilig jól saman við familjuni.
Tú
Tú kanst hjálpa við at flyta eina upphædd á eina av hesum
kontum:
9181 - 998.389.0
9870 - 988.447.6
6460 - 995.133.6
9865 - 988.804.1
ella við gjaldkorti á www.takk.fo
Jólini
Jólini verða betri, tá ið vit hugsa um hvønn annan!