týsdagur 1. desember 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjartans tøkk fyri sýnda umsorgan og samkenslu,
tá pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Jóhan Suni Dion Lervig
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til øll tykkum mongu, ið vóru um pápa tey
síðstu árini og gjørdu tað møguligt fyri hann at liva
eitt innihaldsríkt lív, hóast avmarkingar.
Tøkk til Jóhan Danielsen, Suna Ernstsson og
Símun Persson Jacobsen fyri troystarrík orð í
kapellinum og í Skála kirkju.
Tøkk til tey »sjey« fyri yndisligan sang.
Somuleiðis ein stór tøkk til tykkum sum á ein og
hvønn hátt viðvirkaðu til jarðarferðina og ervið
Takk fyri heilsanir, troystarrík orð og tykkum
ið mintust hann við kransum og blómum. Tøkk
til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Má Harrin signa tykkum øll.
Familjunnar vegna
Maritha, Tummas, Sámal Petur og Joan Eilin
Hjartaliga takka okur øllum, sum vístu samkenslu,
tá mín elskaði maður og okra góði pápi, verpápi,
abbi og bróðir
Bjartur Niclasen
f.16.09.32, d.20.09.15
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á
g4 og g1 intensiv á Landssjúkrahúsinum fyri góða
røkt og umsorgan.
Tøkk til heimahjálp og heimasjúkrasystrar.
Tøkk til Jens Mortan Mortensen, prest, fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænara, gravara, organist, sangarar og
Trónd Enni fyri eina minniliga og hátíðarliga løtu í
Tvøroyrar kirkju.
Eina hjartans tøkk til tykum, sum bakaðu til ervið
og hjálptu til hesar dagarnar.
Tøkk fyri blómur og peningagávur til
Blindafelagið.
Somuleiðis ein hjartans tøkk til tykum mongu, ið
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Konan og børnini v. fam.
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
umsorgan og hjálpsemi, tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma og systir okkara
Kristina Løkságarð
f. 02.12.43 – d. 25.09.2015
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur og kransar og gávur.
Takk til Sambýlið á Heygnum fyri umsorgan, ta
tíðina hon búði hjá tykkum.
Takk til tykkum, sum gjørdu jarðarferðina virðiliga,
og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eyðun
Fróði og Rúna
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá
kæra mamma, omma, langomma, vermamma, fastir
og mostir okkara
Victoria P. M. Petersen
f. 22. juli 1919 d. 27. juni 2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til
tykkum, ið vóru so trúgv at vitja hana. Takk til
sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum mongu,
ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til
Marjun Kálvalíð, prest, fyri ggóð og troystarík orð
í heiminum og í kirkjuni. Somuleiðis ein tøkk til
tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Gunda
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemu, tá kæra mamma
okkara
Anna Holm Mortensen
andaðist og varð jarðað.
Takk til prest, kirkjutænarar og sangarar.
Tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum,
takk vit hjartaliga.
Takk fyri gávur til sambýlið.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á
Sambýlinum fyri umsorgan tykkara fyri
mammu.
Takk til øll, ið fylgdu mammu okkara til hennara
seinasta hvíldarstað.
Døturnar við familju
Servin Hjørleif Hansen
í Sørvági
f. 18. juni 1935 d. 5. juni 2015
Vit vilja hervið hjartaliga takka øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara góði Servin H. Hansen
doyði og varð jarðaður. Eina stóra tøkk til heilsusystrar
og heimahjálparar, sum vóru um hann í heiminum. Tøkk
til Starvsfólkini á Sýnini fyri stuðul og góða hjálp. Stóra
tøkk til Sigrun Mikkelsen fyri troystarrík orð. Takk til
prest, degn, klokkara og organist. Takk til berarar og til
sangarar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
kirkjuna.
Eina hjartans tøkk til tykkum, sum komu við køkum
til ervið og ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu við
ervinum.
Og at enda stór tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul
Gunnvør við familju