Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Eg vil hervið takka øllum hjarta­liga, sum gleddu meg á 100 ára føðingar­degi mínum 6. nov. Takk til fittu børnini í Gjáar­ lon og Láti­píp­uni, sum vaktu meg við sangi. Takk til tykkum, sum bakaðu og gjørdu mat, og til øll, sum á ymsan hátt hjálptu. Takk til bygdarráðið fyri lán av høllini, fyri fínar køkur og góða hjálp. Takk til øll, sum komu í høllina, og sum gleddu meg við gávum, blómum, talum, tónleiki og sangi. Takk fyri heilsanir frá landsstýri og ríkisumboði. Takk til Havnarkórið, sum setti ein hátíðarligan dám á løtuna. Takk til børn, ommu- og langommubørn fyri vøkur orð og sang. Túsund takk øll somul fyri ein góðan dag. Gleðilig jól. Olga Højgaard Vestmanna Hjartaliga takki eg øllum, ið vístu samkenslu og hjálpsemi tá mamma mín Henrikka K. Bjartalíð Fødd 12.08.30 Deyð 07.10.15 doyði og fór til gravar Ein serstøk heilsan til Erik fyri hjálpina. Harry Bjartalíð Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt hjálptu og vístu okkum samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Karstin Kaj Johannesen av Sandi f. 11.11.42 d.20.06.15 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum og tykkum, sum hjálptu til á annan hátt. Tøkk til Havstein Klein, prest, fyri hansara troystandi orð í okkara stóru sorg. Tøkk til sangarar, berarar og organist. Tøkk til tykkum, sum lótu blómur og kransar og tykkum, sum lótu gávu til Sands kirkju. Ein serlig tøkk til Judith fyri hennara trúskap og hjálpsemi. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu Karstin til hansara síðsta hvíldarstað. Gud gev mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað eg kann, og skil til at kenna mun. Familjunnar vegna Eyðbjørg, Carl, Jonhard og Jonleyg við familju Savnsum s jón arfólk Á Listasavni Føroya er parttíðarstarv sum umsjónarfólk (inspektørur) leyst at søkja (25 t/v). Starvsøki Starvið fevnir um at: • taka sær av skúlatænastuni og at miðla fyri vaksnum • fyrireika og fremja serframsýningar • skráseta listaverk og hava umsjón við goymslu savnsins • dagføra heimasíðuna og kunna um virksemið hjá savninum Arbeiðsuppgávurnar verða neyvari ásettar saman við starvsfólkunum á savninum. Førleikar Umsøkjarar skulu hava kandidat/2-ára meistaraprógv í listasøgu/savnsfrøði og/ella kuratering. Umsøkjarar, ið hava royndir við savnsarbeiði av hesum slag hava fyrimun. Góður kunnleiki í føroyskum, donskum og enskum krevst. Umsóknarfreist Freistin at søkja starvið er mikudagin 16. desember 2015. Umsókn c.v. og viðkomandi próvskjøl skulu sendast til Nils Ohrt, stjóra Listasavn Føroya Gundadalsvegi 9 Postboks 1141 110 Tórshavn ella nils@art.fo LISTASAVN FØROYA GundadalsveGur 9 100 Tórshavn Vaskifólk til Eysturkommunu Eysturkommuna søkir eftir vaskifólki at byrja 4. januar 2016. Talan er um starv á 35 tímar um vikuna og sum er býtt millum dagstovnin Brúsa og Frítíðarheimið í Leirvík. Starvið er ávikavist 15 tímar á Frítíðar­ heiminum, sum er fyrrapart á degi og 20 tímar i Brúsa, sum er eftir kl. 17.00. Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi vaskifólk á stovnunum. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðara­ felag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umsóknir skulu sendast til: Eysturkommuna Kulibakki 8 520 Leirvík ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. desember 2015 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ova Heinesen, umsitingarleiðara, á tlf. 730012 Tórshavn Vit selja í Vágsbotni fríggjamorgunin 4. desember frá kl. 9.00 Eysturoy Vit selja við kommunuskrivstovuna í Saltangará leygarmorgunin 5. desembur frá kl. 10.00 UTTASTOVUGARÐURIN á Sandi - 211870 SANDEPLI TIL SØLU