Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR 32 TÚSUND FYRI JÓGVAN BOSMAN- DÓMURIN – Hetta er ein nýggjur spurn­ingur fyri okkum. Nú skulu vit fyrst lýsa mál­ið, fyri at síggja hvat vendir upp og hvat vendir niður, men talan er um eitt fordømi, sigur aðal­skriv­arin í FSF, Virgar Hvidbro, ið ásannar at av­gerð­in hjá FSF kemur at hava ávirk­an á líkn­andi av­talur í fram­tíðini. – Eitt av heildarmálinum í hes­um er, um HB kann út­ seta kravið uppá at fáa upp­ alings­pengar, vísir Vrigar Hvidbro á. Virgar Hvidbro vísti, tá málið kom fram, á, at tá allir tríggir partarnir hava skriv­ að undir sáttmálan – tað eru HB, AB og Jógvan Skeel Nolsøe – so er ásetingin gald­ andi. – Talan er ikki um at nakar hevur tikið frælsið frá spæl­arunum, tí allir partar­ nir hava skrivað undir sátt­ mál­an, sigur Virgar Hvidbro. Hóast FSF tá metti, at talan var um eina góðkenda áseting, so skal støða takast í málinum, tí B36 ikki metir at ásetingin er galdandi fyri teir. – Vit hava lovað feløg­ unum, at vit avgreiða hetta sum skjót­ast, men orsaka av týdn­ing­inum, sum avgerðin kann fáa, so kanna vit alt gjølla. Vónandi koma vit á mál um ársskiftið, sigur Virgar Hvidbro at enda. Virgar sigur eisini í sam­ røðuni, at FSF ikki hevur verið við til at tilmæla áset­ ing­ina á sinni. trondur@sosialurin.fo Talan er um eitt sokallað upp­alingsgjald, sum Fót­ bóltssambandið áleggur feløg­unum at gjalda fyri spæl­arar, sum eru upp­ vaksnir í øðrum feløg­un­ um. Sambært reglugerðini, so hevur eitt felag rætt til 5.000,- krónur fyri hvørt ár, sum spælarin hevur spælt í felagnum, frá tí hann er 12 til 21 ár. Jógvan Skeel Nolsøe hevur spælt í HB frá tí hann var 12 til 21. Tí hevði HB rætt at krevja AB eftir 50.000 krón­um, tá Jógavn Skeel Nolsøe í 2013 skifti út á Argir. Nú framherjin er fyltur 23 ár, so HB hevur rætt at krevja B36 eftir 32.000,- krónum, tí tá spæl­arin er fyltur 23, so kann eitt felag krevja tveir triðingar av fullu upp­hæddini. Í 1995 staðfesti EU-dóm­ stól­urin, at Jean-Marc Bosman, sum var uttan sátt­mala, kundi flyta ókeypis til annað felag. Dóm­urin kollveltið fót­ bólts­heimin, tí brádliga ráddi spæl­arin yvir sínum egnu rætt­indum, tá hann var sátt­málaleysur. Framm­an­undan bleiv eitt gjald ásett, sum nýggja fel­ag­ið skuldi gjalda. Hóast Jean-Marc Bosman ikki var millum bestu spæl­arar­nar, so er hann víða­gitin fyri rætt­ind­ unum, sum hann hevur vunn­ið ein­staka spæl­ar­ anum. Uppalingspengar Jean-Marc Bosman var ikki millum bestu spæl­ ararnar, men er hann víða­gitin fyri rætt­ind­unum, sum hann hevur vunn­ið ein­staka spæl­ar­anum. Mynd: Reuters GLEÐIR SEG TIL MÁLIÐ ER AVGREITT – Eg havi skrivað sátt­mála við B36. Felagið hevur vissað meg um, at tann sáttmálin verður virdur, og tað er tað, sum eg fyrihaldi meg til. Annars havi eg ikki fleiri viðmerkingar til málið, men eg gleði meg til tað verður avgreitt, sigur Jógvan Skeel Nolsøe. Maðurin, sum tað heila snýr seg um, Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, gleð­ir seg bara til málið er av­greitt Jógvan Skeel Nolsøe HB og B36 eru í løtuni læst í eini ósemju um 32.000 krónur. Orsøkin er skiftið hjá Jógvani Skeel Nolsøe frá AB til B36 Mynd: Álvur Haraldsen