Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. desember 2015 · Nr. 139 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR Tróndur Arge HB og B36 eru í løtuni læst í eini ósemju um 32.000 krónur. Orsøkin er skiftið hjá Jógvani Skeel Nolsøe frá AB til B36. HB heldur seg eiga rættindini til uppalings­ pengar fyri framherjan, men tað eru tey í B36 ikki samd í. Spælarin hevur spælt við AB í tvey ár og tí metir B36 ikki, at teir hava nakran skyldu til at gjalda upp­ alings­pengarnar, tí spæl­arin longur hevur skift til annað felag fyrr. Nú skal fótbólts­sam­band­ ið taka ein avgerð í málinum. Málið Upprunin til málið byrjar longu í 2013, tá Jógvan Skeel Nolsøe skiftir frá HB til AB. Feløgini semjast um, at seta eina eyka áseting í sátt­ málan. Ein áseting, sum sigur at spæliloyvið hjá Jógvani fell­ur aftur til HB, tá hann gevst at spæla á Argjum. Sostatt sleppur AB frá at gjalda uppalingspengar til HB fyri spælaran, með­an HB fram­vegis eigur rættin til spæli­loyvið hjá fram­herja­ num. Móti kappingarenda í ár ger Jógvan sáttmála við B36. Nú vil HB hava uppalings­ pengar fyri hann, men B36 sigur, at tað ber ikki til. Upp­ hæddin er 32.000.- krónur. B36 sáar iva um ásetingina Í B36 undrast tey á áset­ing­ ina, sum sigur at spæliloyvið fellur aftur til HB. Tað meta tey ikki er í tráð reglugerðina. – Vit duga ikki at síggja, at vit í hesum førinum hava skyldu at gjalda hetta endur­ gjaldið. – Fremsta orsøkin er, at so­nevndi Bosman-dómurin púr­asta greitt ásetur, at ein sátt­málaleysur spælari hevur frítt at fara, sigur Jákup Mørk, ið umsitur mál­ ið fyri B36. Dómurin hann vísur til, er ein dómur frá 1995, ið ásetur at ein fótbóltsspælari hevur frítt at skifta, tá hann er sátt­málaleysur. So var ikki undan dóminum. – Í hesum førinum hava tvey feløg gjørt eina átekn­ ing, sum bindur spælaran út um sáttmála­skeiðið, og tað er ein greið andsøgn til reglur­nar um frían transfer, sigur Jákup Mørk og leggur afturat: – Vit hava tí kravt, at FSF ógildar átekningina um fram­tíðar flyting av spæli­loyv­inum hjá Jógvan Andreas Skeel Nolsøe, sigur Jákup Mørk. Dentur verður tó lagdur á, at B36 hevur í sinni at gjalda pengarnar, um so FSF álegg­ ur teimum tað. Lagt verður eis­ini afturat: – Um so er, at felag á hend­an hátt vil læna spælara til annað felag, so skuldi talan verið um leigusáttmála, um upp­runafelagið ikki skal missa rættin til endurgjaldið. HB heldur seg hava rætt til pengarnar Í HB eru tey als ikki samd við útleggingini hjá B36 í hes­um málinum. Jógvan er upp­ aldur í HB og tí meta tey at tað sjalvsagt, at felagið skal hava uppalingspengar fyri hann. – Jógvan er uppaldur hjá okkum og tí skulu vit hava uppalingspengar fyri hann, tá hann skiftir til annað felag, sigur Finnbogi Arge, for­maður í HB. Jógvan Páll Lassen um­ situr málið fyri HB. Hann er held­ur ikki í iva um, at HB hev­ur rætt til pengarnar. – HB og AB gjørdu eina greiða avtalu um, at spæli­ loyvið hjá Jógvani fellur aftur til HB, tá hann ikki heldur fram í AB. Upp­ alings­gjaldið er ein ein­gangs upphædd, sum tú fær fyri at uppala ein spæl­ara. Tað hevur HB rætt til. Tá hann var í AB, so høvdu vit ræðis­ rættin á spæli­loyv­inum, men í somu løtu hann skiftir til B36, so missa vit ræðisrættin á spæli­loyv­inum. Tí skulu vit hava upp­alings­pengar nú, sigur Jógvan Páll, ið ikki heldur, at dømi hjá B36 við Bosman-dóm­inum hevur nakað við mál­ið at gera. – Tað hevur einki við hetta málið at gera. Um vit skulu fylgja tulkingini hjá B36 um Bosman-dómin, so eru upp­alings­pengar­nar slett ikki loyvd­ir, v í s ­i r Jógvan Páll á. Hann leggur somu­leiðis afturat, at Bosman-dóm­urin ikki er galdandi í Føroyum, tí tað er ein dómur, sum er av­ sagdur í einum EU-dóm­stóli. HB hevur sent bræv til FSF, har teir gera krav upp á pengarnar. FSF sær málið sum fordømi Í fótbóltssambandinum ar­ beiða tey við at loysa málið. Tó verður arbeitt gjølla við mál­inum, áðrenn nøkur støða verður tikin, tí talan er um eitt fordømi, ið kann fáa av­leiðingar fyri líknandi handl­ar í framtíðini. PENGA- ÓSEMJA MILLUM HB OG B36 HB metir seg eiga 32 túsund krónur, fyri at uppala Jógvan Skeel Nolsøe. B36 sigur, at tað passar ikki. Fótbóltbóltssambandið skal nú taka støðu til hvør hevur rætt FSF mitt í rokanum