Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 10 TEMA Fátækadømi Nær ert tú fátækur? Givið er tað, at okkara størsti trupulleiki í Føroyum ikki er full­komið fátækadømi, tí hóast summi ikki eiga til mat í munni, so eru tey flestu, sum liva í »fátæka­dømi« í Føroyum, tað vit kalla relativt fátøk. Tað merkir, at tey hava nóg mikið til neyð­synjarvørur so sum mat, klæðir og tak yvir høvdið. Hesi hava tó mangan ikki ráð til at spæla við í tí sosialt aksepteraða leikinum, sum er lívið í Føroyum. Kanst tú ímynda tær, at tú noyðist at taka vesipappír við heim frá arbeiðsplássinum, tí tú ikki hevur pengar til ein pakka aftrat? Ella at tú ikki kann geva tínum barni Danino jogurt við í barnagarð? Ella at tú mást lúgva fyri tínum floks­feløg­ unum, tá ið tey bjóða tær í barna­føðingar­dag, tí mamma hevur ikki ráð til at geva tær 20 krónur við í gávu? Soleiðis var gerandisdagurin í mong ár fyri Elisabeth Thomsen og mammu hennara Kristinu. Tær báðar eru nú fluttar til Danmarkar, tí ævigi dyst­urin um at fáa endarnar at røkka saman, endaði í ruðu­ leika, tá ið tær báðar vórðu noyddar at selja húsini. Í temasíðunum hesaferð kanst tú lesa hvussu Elisabeth Thomsen minnist síni barna og ungdómsár í Føroyum. Tey einu jólini vóru einastandandi góð – tað vóru tey jólini, tá ið Leif Erik fyri fyrstu ferð kom fram­við við jólamati. Leif Erik er maðurin, tey kalla jólamaðurin. Seinastu mongu árini hevur hann savn­ að mat saman, og síðani koyrt runt til fíggjarliga sperdar familjur við tí, sum hann hevur. Sí sam­røðu við Leif Erik aðra­ staðni í temasíðunum. Nú jólini nærkast eru tey summi, sum gleða seg, meðan onnur – tey á skuggasíðuni í samfelagnum – óttast. Tey óttast fyri at hava ráð til gávur­ nar, til matin, til hugnan og alt tað, sum hoyrir jólunum við. Men í komandi ár kunnu tey stúra eitt sindur minni. Umsíðir kemur stuðulin til tey fátøku frá politiska myndugleikanum. Áleið 1500 krónur um mánaðin í serligum stuðli fáa tær mest sperdu familjurnar. Temasíðurnar hesaferð varpa ljós á fátækadømi í Føroyum. Góðan lesihug. Tað er spurningurin, sum ferð eftir ferð er sentrum í kjakinum um fátækadømi í Føroyum Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum BARBARA HOLM K anningar í øðrum londum vísa, at børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum, hava verri útlit seinni í lív­inum at fáa arbeiði ella at fáa eina út­búgv­ ing enn børn, ið vaksa upp í fam­iljum, sum eru fíggjarliga væl fyri. For­treyt­ ir­nar hjá hesum børnum at blíva væl­virkandi samfelagsborgarar eru so­statt ikki eins góðar sum hjá øðrum børnum, og tað hevur samfelagsligar av­bjóðingar við sær á fleiri økjum. – Gransking í øðrum londum vísir eisini, at fólk við lágum inntøkum hava vánaligari heilsustøðu enn onn­ ur. Heilsuverkið brúkar lutfalsliga fleiri ressursir upp á hendan bólkin, enn upp á borgarar annars, og fólk við lágum inntøkum hava lægri livialdur, skrivar arbeiðsbólkurin. Eisini í norðurlondum, sum hava eitt breitt sosialt trygdarnet, har fólk uttanfyri arbeiðsmarknaðin eru tryggjað eina inntøku á einum høgum støði samanborið við aðrar partar av heim­inum, er tað viðkomandi at tosa um at fyribyrgja fátækradømi. At børn uppliva fátækradømi er ein serligur trupulleiki – bæði fyri sam­felagið og fyri børnini sjálvi, sum eru rakt av fátækradømi í mun til vaksin, sum uppliva fátækradømi. – Fyrst og fremst hava børnini ikki møguleika sjálvi at gera nakað við støðuna og at koma sær burturúr fátækra­dømi. Hjá vaksnum er tað ser­liga langtíðar fátækradømi, sum hevur langtíðar árin, men kanningar vísa, at hjá børnum kann eisini stutt­ tíðar fátækradømi hava ávirkan á livi­kor­ini seinni í lívinum, skrivar ar­ beiðs­bólkurin. Tað er ein røð av ymiskum viður­ skiftum, sum hava ávirkan á fram­ tíðar­útlitini hjá børnum, so sum sosialar- og mentanarligar ressursir hjá foreldrum, og hvussu foreldur rað­festa sínar ressursir o.a. – Tað kann ikki sigast eintýðugt, hvat ávirkar hvat, men greitt er, at av­markað fíggjarligar rásarúm er eitt týðandi element. Tað vil siga, at um­framt menniskjansligu atlitini eru eis­ini orsøkir at síggja fyribyrging av fátækra­dømi sum eina íløgu fyri sam­ felagið, skrivar arbeiðsbólkurin. Støðan í Føroyum í dag – hvat vita vit um fátækradømi Í 2014 skrivaði arbeiðsbólkurin álitið, og tí eru øll tølini ikki røtt. Tó er støðan ikki betra seinnu árini. Hildið verður, at enn fleiri fólk fara at søkja um stuðul frá Í menniskjum góður tokki í ár, enn undanfarin ár. FÁTÆKA­DØMIÐ KANN HAVA ÁLVARSAMAR FYLGJUR FYRI BØRN – Eitt lív í fátækradømi hevur stórar avleiðingar – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið. Fátækradømi ávirkar avrik hjá børnum á útbúgvingarøkinum og harvið eisini møguleikarnar hjá hesum børnum seinni í lívinum, sigur arbeiðsbólkurin handan álitið um fátækamark Álit um fátækamark At vera fátækur er varandi at vera avmarkaður frá teimum materiellu ressurs­unum og avmarkaður frá at liva eitt lív, sum er í tráð við alment aksepterað livi­ kor og lívshátt, og tað ikki er møgu­ligt sjálvur at koma úr støðuni«