hósdagur 3. desember 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
11
Tað væntast, at talið av umsóknum til Í
menniskjum góður tokki, verður methøgt í ár.
Vikuskiftis Sosialurin varpar hesaferð ljós
á fátækadømi í Føroyum.
– Tað eru umleið 450 familjur við
umleið 900 børnum, sum á hvørjum
ári fáa hjálp frá felagsskapinum »í
menniskjum góður tokki« (ÍMGT),
svarandi til umleið 7 prosent av øllum
børnum í Føroyum. Tað eru bert
familjur við børnum, og sum hava
sera trong fíggjarlig kor, sum fáa hjálp
frá ÍMGT, skrivar arbeiðsbólkurin.
Sambært heimasíðuni hjá felags
skapinum, vóru tað 200 av teimum
barnafamiljum, sum í 2012 fingu jóla
hjálp frá ÍMGT, sum høvdu minni enn
50 kr. at liva fyri um dagin. Umleið 75
prosent av umsøkjarunum, ið hava
søkt um fíggjarligan stuðul frá ÍMGT,
hava søkt fyrr.
Í eini kanning hjá Fólkaheilsuráð
num – Gallup World Poll – svaraðu
7 prosent av teimum spurdu, at tey
seinasta árið hava upplivað at hava
havt trupult við at hava pening til
mat, meðan 4 prosent svaraðu, at tey
ikki høvdu havt nóg mikið av peningi
til býli.
– Sostatt eru ábendingar um, at vit
í Føroyum hava húski í fátækradømi,
skrivar arbeiðsbólkurin.
Virksemið hjá ÍMGT savnar seg
um jóltíðir, og nakað av uppmerksemi
er sostatt eisini um hetta mundið. Tað
var júst í kjalarvørrinum av kjak
inum, sum fyri nøkrum árum síð
ani stóðst av jólahjálpini hjá ÍMGT,
har nógv varð tosað um væntandi
vitan um fátækradømi í Føroyum,
at ressursir vórðu eyðmerktar til at
gera kanningar um inntøkubýti í
Føroyum. Hagstova Føroya hevur
síðstu trý árini í hesum sambandi
við inntøkuhagtølum framleitt
eitt fátækramark – tað sokallaða
fátækraváðamarkið (At Risk of
Poverty). Hetta er tað fátækramarkið,
sum flest lond nýta at eyðmerkja tey,
sum eru fátøk.
– Fátækradømi í Føroyum skal
ikki einsamalt verða ein spurningur
um inntøkur, men skal lýsast út
frá øðrum sjónarhornum og verða
stuðlað av øðrum metodum fyri at
geva eina breiðari mynd av og lýsa
fátækradømi í Føroyum, skrivar ar
beiðsbólkurin.
Allýsing av fátækradømi
Fyri at kunna siga, hvør er fátækur,
og hví tey eru fátøk, so er neyðugt við
eini allýsing av fátækradømi. Hvat er
tað at vera fátækur?
Ein grundleggjandi allýsing av fá
tækradømi er vantandi fíggjarligar
og/ella materiellar ressursir. So
kunnu vit spyrja víðari: nær er
saknurin so stórur, at talan er um
fátækradømi? Í nógvum pørtum av
heiminum er viðkomandi at viðgera
spurningin um treytaleyst fátækra
dømi – tað er ikki at hava ressursir
til grundleggjandi tørv.
– Grundleggjandi tørvur er føði,
klæðir, og tak yvir høvdið. Tað er
hetta, sum liggur til grund fyri al
menna fátækramarkinum í USA, sum
er grundað á eina kurv av vørum, sum
skal til fyri at kunna liva heilsuliga
forsvarligt.
Treytaleyst fátækramark er serliga
viðkomandi í ikki-framkomnum
londum, har tað ikki er ein sjálvfylgja
at fáa nøktað grundleggjandi tørvir.
Í fjølmiðlunum hava vit tó hoyrt um
fólk í Føroyum, sum ikki hava ráð at
keypa mat til sín sjálvs, tí tey raðfesta
børnini fram um, skrivar arbeiðs
bólkurin.
Hjálparfelagsskapurin ÍMGT vísir
eisini á, at hetta er vanligt í nógvum
familjum í Føroyum. Hetta má met
ast at vera nakað, sum líkist treyta
leysum fátækradømi.
– Í norðurlondum og her í
Føroyum er tó meira vanligt og við
komandi at viðgera spurningin um
lutfalsligt fátækradømi ella at vera í
fátækraváða. Tað vil siga, at livikorini
skulu síggjast í mun til tað samfelag,
sum ein er partur av, sigur arbeiðs
bólkurin.
Menniskja er ikki bara ein vera
við grundleggjandi kropsligum tørvi,
men er ein sosialur samfelagsborgari,
sum skal liva og virka á jøvnum føti
við onnur.
– Tað vil siga, at vit viðurkenna, at
fátækradømi ikki einans kann byggj
ast á, at menniskja hevur objektivan
tørv, men at hesi eru tengd at tí
samfelagi, sum mann er partur av.
Fátækrahugtakið fær sostatt ein
sosiologiskan relevans, tí umframt
fíggjarligan mátt verður talan eisini
um sosiala integrasjón.
Tað, at kunna liva og virka á jøvn
um føti við onnur, merkir, at tað er
gjørligt at fáa tann kost, luttaka í tí
virksemi og hava tey livikor, sum eru
vanlig, ella í minsta lagi eru alment
viðurkend í tí samfelagnum, sum ein
er partur av.
– Hvat krevst fyri at halda seg
omanfyri minstamarkið er ikki
eitt fast virði. Ymisk samfeløg hava
sjálvandi ymisk minstumørk, og
minstamarkið broytist eisini yvir tíð
innanfyri tað einstaka samfelagið,
skrivar arbeiðsbólkurin í álitinum.
– At vera fátækur er varandi at vera
avmarkaður frá teimum materiellu
ressursunum og avmarkaður frá at
liva eitt lív, sum er í tráð við alment
aksepterað livikor og lívshátt, og tað
ikki er møguligt sjálvur at koma úr
støðuni. T.v.s., at fátækradømi er ikki
nakað, sum er sjálvvalt, staðfestir
arbeiðsbólkurin.
Havast skal í huga, at fátækur er
ikki nakað, mann er í ein dag ella tveir
mánaðir.
– Lesandi, sum bert liva av ÚS, eru
sostatt ikki fátøk, tí vanliga er talan
um eina sjálvvalda støðu, sum sann
líkt verður broytt, tá útbúgvingin er
liðug. Harumframt eru nøkur, sum
sjálvi hava valt ein øðrvísi lívsstíl við
avmarkaðum materiellum livistøði,
sum vit heldur ikki síggja sum fátøk,
staðfestir arbeiðsbólkurin.
GG! Hesar viðmerkingar eru brot út álitinum um føroyskt fátækra
mark, sum varð handað táverandi landsstýriskvinnuni í almanna
málum, Anniku Olsen, í 2014. Arbeiðsbólkurin varð samansettur av:
■ Heri Petersen, Almannamálaráðið
■ Michael Feldballe Hansen, Almannamálaráðið
■ Høgni Vilhelm, Hagstova Føroya
■ Jóannes Jacobsen, Copenhagen Business School og
Fróðskaparsetur Føroya
■ Marjun Berg, Almannaverkið
■ Og Sonju Jógvansdóttir, sum tó fór úr nevndini stutt áðrenn
álitið var handað landsstýrinum
MODELLMYND