hósdagur 3. desember 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
12
TEMA Fátækadømi
BARBARA HOLM
»Eg skilji ikki, hví fátækadømi skal
dyljast sum mansmorð í Føroyum. Eg
haldi onkur má siga, hvussu summar
familjur eru noyddar at liva«. Tað er
tað fyrsta, 21 ára gamla Elisabeth
sigur, tá ið hon skal greiða frá sínum
minnum sum fátøk í Føroyum. Og vit
enda aftur í tí afturvendandi kjak
inum. Nær er man fátækur?
– At síggja til hildu fólk ivaleyst, at
tað stóð heilt okey til hjá okkum. Men
veruleikin handan fasaduna var heilt
ein annar, sigur Elisabeth.
Mamman syrgdi altíð fyri at hava
ein pakka av smákøkum inni, sum
hon hevði keypt á útsølu. Hetta so, at
óvæntaðir gestir ikki skuldu varnast,
hvussu illa stóð til í veruleikanum.
Tær báðar? Tær máttu ikki eta allar
smákøkurnar.
Í stórum húsum mitt í Havn er
Elisabeth uppvaksin. Hon og mamma
hennara búðu í húsunum í miðbý
num, eftir at omman og abbin fóru, og
húsini vórðu latin teimum. Men við
húsinum fylgdi eisini eitt lán. Tað var
tó ráð fyri tí, tí tær leigaðu kjallara út
til onnur, og fingu inntøkur hendan
vegin. Men kortini rukku pengarnir
ongantíð til.
– Um eg skal lýsa mín barndóm
við einum orði, so er tað helst »kom
promis«. Tað var tað, sum skuldi til,
í øllum lívsins viðurskiftum, greiðir
Elisabeth frá.
Um ein barnaføðingardagur var
á skránni í flokkinum hjá Elisabeth,
ja so mátti hon fyri tað mesta lúgva
seg burturúr at fara. Tá var vanligt, at
børn góvu hvørjum øðrum 20 krónur
í gávu. Men hasar 20 krónurnar kopp
aðu fíggjarætlanini hjá Elisabeth og
mammuni so mikið, at tær mangan
máttu velja barnaføðingardagarnir
frá.
– Eg lat sum, at alt var fínt, og at
eg ikki kundi fara í føðingardag, tí eg
skuldi í onkran annan føðingardag
ella til okkurt annað tiltak. Men tað
passaði ongantíð, sigur Elisabeth.
Danino jogurt og happing
Tey flestu okkara eru helst varug við
litríku pakkarnir av Danino jogurt.
Barnajogurtið verður gjørt í smá
um støddum, og var eitt av teimum
tingunum, sum børnini í barna
garðsflokkinum hjá Elisabeth, altíð
høvdu við. Tað var ímyndin av tí lekra
millummálanum, sum øll børnini ótu.
Kanska einamest tí, at tað var tað
man gjørdi í tí barnagarðinum. Men
litríka, vælumtókta jogurtið er ikki
millum tey bíligastu sløgini av jogurt
á handilshyllunum. Og Danino jogurt
er júst tað, sum Elisabeth minnist
sum tað reina luksus.
Fasadu Føroyar
»Eg haldi tað er
heilt ótrúligt,
sum mamma mín
er sterk. Serliga
tey árini, tá ið
vit máttu venda
hvørjari krónu«
TIL SÍÐST
MISTU VIT
HÚSINI
– Tað er helst mítt ringasta minni. Tá svartklæddi maðurin, við
teimum óhugnaligu eygunum, handaði mammu brævið, og
vit vóru noyddar at selja húsini. Eg visti ikki hvat fór at henda
við okkum tá, minnist 21 ára gamla Elisabeth Thomsen aftur á.
Hon og mamma hennara eru ímillum teirra, sum hava móttikið
stuðul og mat frá Í menniskjum góður tokki og Leif Eriki
Framhald á næstu síðu
Elisabeth og mamma hennara
Kristina Thomsen í barn
dómsheiminum í Havn
MYNDIR: PRIVAT