hósdagur 3. desember 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
16
HALLUR AV RANA
K
avin hevur lagt seg sum
ein dýna yvir alt landið,
og gjøgnum vindeyga
síggjast perur og annað
jólaprýði, ið Tórshavnar kommuna
hevur pyntað gøturnar við og geva
hesum kalda novemberdegi eina
kenslu av jólum.
Tað er ikki bara hugnin uttanfyri,
ið leiðir tankarnar til jólar, tí yvir
av borðinum av mær situr Leif Erik
Niclasen. Ikki bara líkist Leif Erik
jólamanninum við sínum víða, hvíta
skeggi, men er hann eins og jólamað
urin, ein týðandi partur av jólinum
hjá nógvum fíggjarliga sperdum
familjum um alt landið.
Hann hevur júst latið seg úr TB
húgvuni og tekur nú ein slurk úr
hvíta kaffikoppinum, ið stendur á
borðinum. Hann virkar mær sera lítil
látin har hann situr, hesin maðurin, ið
seinastu árini er vorðin kendur í Før
oyum fyri sítt arbeiði millum fátøk.
Eitt arbeiði, ið mestsum byrjaði av
tilvild fyri tjúgu árum síðani.
Prestur bað hann fara
Sum við so nógvum øðrum í føroyska
samfelagnum, so hevði fiskur ein týð
andi part í byrjanini av hjálpararbeið
inum hjá Leif Erik Niclasen. Tað var
nevniliga ein dagin, tá hann sat við
døgurðaborðið og át stoktan fisk, at
hann hoyrdi Bergur Debes Joensen,
prest, greiða frá, at um nakar átti
nakað av fiski, so hevði leguhúsið í
Nesvík tørv á tí.
– Eg ringdi so, mest sum fyri stutt
leikar, og segði, at eg var í tí støðu, at
eg hevði fisk, men greiddi so frá, at
tað var restirnar frá døgurðanum, so
tað var neyvan nokk til øll fólkini í
Nesvík. Men so spurdi eg hann, um
hví hann ikki sum prestur, ein al
mennur persónur, fór til handlarnar
í Føroyum og bað um mat, greiðir Leif
Erik frá.
Prestur svaraði Leif Eriki, at sjálv
ur helt hann, at Leif Erik hevði egnað
seg væl til slíkt, og bað heldur hann
fara.
– Tað hevði eg einki móti, so eg fór.
Nú eru tað tjúgu ár síðani, at eg kom
framvið tann fyrsta handilin og sá, at
har var matur, ið tey vóru um at tveita
burtur. So eg spurdi, um eg kundi fáa
hann. Jú, tað var eg vælkomin til. Tað
vóru nakrar tomatir, ið eg fekk. So
leiðis byrjaði Hjálpin.
Allir ostarnir
blakaðir burtur
Fyrstu tíðina var tað einans til
leguhúsið í Nesvík, at Leif Erik
samlaði mat til, og tað var mest av
tilvild, at hann víðkaði um virksemi
til eisini at fevna um onnur.
– Eg lánti eitt Volkswagen rug
breyð frá nøkrum vinum í Kollafirði,
ið eg fylti við vørum tvær ferðirnar
um vikuna. So koyrdi eg til Nesvíkar,
har eg gav teimum matin. Tá var ein
eldri leiðari, ið dugdi hetta við at
taka tað burtur, ið ikki kundi nýtast.
Hon var sera takksom fyri matin, og
takkaði fyri hjálpina.
Sama summarið sum Leif Erik
byrjaði at lata mat til leguhúsið, varð
leiðarin yvir køkin skift út, og nýggi
leiðarin var ikki so fegin fyri matin
frá Leif Eriki.
– Ta einu ferðina hevði eg fingið
eina rúgvu av vakuumpakkaðum
ostum, ið var farin yvir síðsta søludag.
Men av tí, at teir vóru vakuumpakk
aðir, so hildu teir sær leingi, serliga tá
teir vórðu frystir.
– Eg lat leguhúsinum ostarnar,
og tá eg kom aftur næstu ferð, sá
eg, at tey høvdu brúkt nakrar, tí teir
egnaðu seg so væl til pitsa og tílíkt.
Tá eg so kom aftur eina viku seinni,
vóru allir ostarnir burtur. Tað undraði
meg, og eg spurdi um tey høvdu havt
eina veitslu. »Nei,« var svarið, nýggi
leiðarin hevði sæð nær seinasti sølu
dagur var, og hevði beint fyri øllum
ostunum.
Leif Erik steðgar nú á eina løtu,
og tað sæst, at hendingin nívir hann,
hóast tjúgu ár eru liðin.
– Eg dugi ikki serliga væl at siga frá
í slíkum førum, men eg hevði ynskt, at
eg hevði sagt mína hjartans meining
við handan leiðaran, sigur Leif Erik
aftaná ein løta er gingin.
Var ikki lætt fyrstu ferð
Summarið var nú farið at halla, og við
tí trokaði ein spurningur seg varisliga
fram í huganum hjá Leif Eriki. Hvat
nú? Skuldi hann taka ein steðg frá
hjálpararbeiðinum til næsta summar,
ella kundi hann hjálpa onkrum øðr
um meðan legurnar ikki vóru.
– Eg spurdi so onkran av teimum,
ið plagdu at hjálpa mær. Tá segði ein,
at hon hevði ein granna, hvørs maður
nýliga var deyður, so hon sat eftir
sum einkja við fleiri børnum. Hon
hevði helst tørv á hjálp.
Skjótt varð avgjørt at vitja hesa
kvinnu, og spyrja um hon ynskti
hjálp. Men at spyrja um slíkt fyrstu
ferð, var ikki so lætt, minnist Leif Erik.
– Vit gingu sera varin niðan móti
húsunum. Tað var næsta so, at vit ikki
tordu at spyrja um teimum tørvaðu
hjálp. Men tað vildi hon gjarna. Tað
var ikki verri enn so.
Virksemi veksur í vavi
Harfrá byrjaði hjálpararbeiði hjá Leif
Eriki skjótt at veksa, og umfataði tað
ikki bara fíggjarligar sperdar familjur,
men eisini onnur fólk.
– Eg plagdi at koyra mat til nøkur
eldri fólk á Eirargarði. Tað var har, at
tey spurdu meg, um tey kundu kalla
meg fyri jólamannin. Tað hevði eg
einki ímóti.
– So vóru tað russararnir. Teir tóku
gjarna móti mati, og vóru mest sum
ómettiligir. Eg havi koyrt upp í bátar
fullar av mati umborð til russarar, ið
hava havt tørv á tí.
– At enda vaks so listin yvir einligar
mammur og smábarnafamiljur, ið
vóru í neyð. Fólk byrjaðu so spakuliga
at hoyra um arbeiðið, og tað spreiddi
seg yvir alt Føroyar. Í dag koyri kring
alt landið.
Enn í dag eru tað fólk, ið leggjast
aftrat listanum hjá Hjálpini.
– Eg spyrji vanliga fólk, um tey
kenna onkran, ið er einsamallur. Og
tá vit selja jólakalendaran, eru tað
TEMA Fátækadømi
Eg koyri sjey
dagar um vikuna.
Summar dagar
byrji eg klokkan
tvey og koyri líka
til midnátt. Men
tað er tað vert,
tá tú fært tú eitt
smíl, og hoyri
børnini rópa,
at jólamaðurin
er her«
Leif Erik Niclasen
'Jólamaðurin'