hósdagur 3. desember 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
17
nógv, ið siga frá onkrum, ið tey kenna
ella hava eina dóttur, ið hevur tørv á
stuðli. Soleiðis spreiðir boðskapurin
um Hjálpina seg, greiðir Leif Erik
Niclasen frá.
Man hjálpir har ein kann
Góð tjúgu ár seinni kenna flestu før
oyingar til hjálpararbeiðið hjá Leif
Eriki Niclasen, ið hann kallar Hjálpin
ella Hjálpandi hond. Men hóast tjúgu
ár er ein long tíð, so er Leif Erik enn
líka eldhugaður at hjálpa.
– Navnið er Hjálpin ella ein Hjálp
andi hond. Tað kemur frá tí, ið fólk
siga, tá tey fáa hjálp. Tey siga: »Takk
fyri hjálpina.«
– Tað er tað, ið eg royni at vera.
Ein hjálp. Onkuntíð skal einki til fyri
at gera øðrum eina tænastu. Man
hjálpir har ein kann. Man kann altíð
vera ella geva eina hjálpandi hond,
hvønn einasta dag.
Gjøgnum alla samrøðuna er tað
sólarklárt, at trúgvin á Jesus hevur
nógv at siga fyri Leif Erik Niclasen,
og hann er skjótur at vísa til bíbliuna,
tá hann skal greiða frá ymiskum ella
undirstrika eitt hvørt.
– Eg havi koyrt runt við Hjálpini
í 20 ár við íblástri frá bíbliuni og
miskunnsama samáriubúgvanum.
Trúgvin ber. Tá meini eg við, at tá
man heitir á Jesus um hjálp, so fær
man hjálp. Um eg ikki hevði Jesus, so
hevði hetta ikki virkað.
Jólamaðurin er her
Aftrat sær hevur Leif Erik fleiri góðar
kreftir, ið hjálpa við at heinta mat frá
handlum og koyra hann út til tey, ið
hava tørv á honum. Men hóast hann
ikki er einsamallur um arbeiðið, so er
tað tíðarkrevjandi.
– Eg koyri sjey dagar um vikuna.
Summar dagar byrji eg klokkan tvey
og koyri líka til midnátt. Men tað er
tað vert, tá tú fært tú eitt smíl, og
hoyri børnini rópa, at jólamaðurin
er her.
– Frá nøkrum fær man at vita, at
nú behøvist tú ikki koma longur, tí nú
klára vit okkum. Tá verður eg keddur,
tí tað sleppur man ikki longur at vitja
tey, men samstundis gleðist man yvir,
at tey klára seg væl. Tá hevur man
gjørt sína tænastu fyri samfelagið,
og verið tann miskunnsami samáriu
búgvin.
Virksemi hjá Hjálpini er ikki av
markað til bara at veita hjálp í ger
andisdegnum, men letur Hjálpin á
hvørjum ári jólapakkar til familjur,
ið hava tørv á tí.
– Vit hava aldrin latið meira enn
130 jólapakkar við kjøti til familjur.
Tað er ikki tí, at vit hava avmarkað
tað, men tað hava aldrin verið fleiri
enn tað, ið hava biðið um hjálp.
– Restina av árinum koyra vit út
við tí mati, ið vit hava. Tá eru tað tey,
ið hava mest tørv á tí, ið fáa. Tá er tað
nógv av teimum, ið ringja um jólini,
ið siga seg ikki hava tørv á hjálp. Men
vit hjálpa eisini við øðrum. Um onkur
situr í einum køldum húsum, tí tey
eru í einari støðu, har tey mangla olju,
so ringja vit til oljufeløgini og biða tey
fylla 500 krónur á tangan. Tí mangan
er tað bara tað, at ein løn ella pensjón
er nakrar dagar seinkað.
Borgarstjórar svíka
Tað er ikki ókent, at Leif Erik Niclasen
til tíðir hevur havt eitt heldur
buldrasligt samband við føroyskar
myndugleikar. Seinast var fyri nøkr
um vikum síðani, tá Heilsufrøðiliga
Starvsstovan gjørdi tað torførari hjá
honum at fáa mat frá handlum.
Tá prátið kemur inn á føroyskar
myndugleikar, sæst tíðliga, at her
er talan um eitt evni, ið Leif Erik
Niclasen ikki hevur tað lætt við.
Høvuðsorsøkin er, at hann metir at
føroyskir myndugleikar svíkja tey, ið
eru í neyð.
– Tíverri, so hjálpa føroyskir
myndugleikar ikki. Ein og hvør bygd
hevur eitt bygdaráð og ein borgar
stjóra. Tað er skyldan hjá hvørjum
einstøkum borgarstjóra at tryggja, at
øll hava tað gott í hansara kommunu.
Tað er hann, ið svíkur, um onkur ikki
hevur gott, tí hann kann heita á hjálp.
Tað hava millum annað kriminalfor
sorgin og almannaverkið gjørt, tá eg
eri sendur ymsa staðni at hjálpa.
– Eg minnist eina kvinnu, ið
Kriminalforsorgin sendi okkum til.
Hon livdi í stórari neyð, men komm
unan vildi ikki hjálpa. Vit góvu henni
mat, umvældu partar av húsinum,
ruddaðu havan og keypti henni eitt
nýtt køliskáp. Hon livnaði upp aftur,
tá hon byrjaði at fáa mat.
– Men tá tú sær slíkar lagnur sum
hjá hesi kvinnu, tá skilur tú ikki, hví
samfelagið letur slíkt henda. Hví
kommunurnar ikki seta ein persón,
ið skal taka sær av teimum, ið dettur
niðurímillum í samfelagnum. Tað er
óskiljandi.
Samrøðan er við at nærkast enda
num, og tað er vorði myrkt uttanfyri.
Leif Erik má skunda sær víðari, tí
hann ætlar sær at vitja tvær familjur
á Sandoynni, ið hava tørv á mati. Nú
er langt síðani, at hann hevur verið
har, so hann ætlar at geva teimum
eyka nógv nú.
Á vegnum út fær hann ein síðsta
spurning.
Væntar tú, at tað kemur ein dagur,
har ongin tørvur er á tínari hjálp
longur?
Leif Erik Niclasen steðgar á, hugs
ar seg um eina løtu, men ristir síðani
við høvdinum.
– Nei, tað letur seg ikki gera. Tað
vil altíð verða onkur, ið verður illa við
farin av systeminum. Vit hava politik
arar, ið lova gull og grønar skógir, og
vit hoppa upp á tað hvørja ferð. So
sita vit har nakrar dagar aftaná og
siga, at vit vistu tað, men lótu okk
um lumpa kortini, sigur Leif Erik
Niclasen heldur vónbrotin at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
»Eg spyrji vanliga fólk, um tey kenna onkran,
ið er einsamallur. Og tá vit selja jólakalendaran,
eru tað nógv, ið siga frá onkrum, ið tey kenna
ella hava eina dóttur, ið hevur tørv á stuðli.
Soleiðis spreiðir boðskapurin um Hjálpina seg«
– Vit hava aldrin latið meira enn 130 jólapakkar við kjøti til familjur.
Tað er ikki tí, at vit hava avmarkað tað, men tað hava aldrin verið
fleiri enn tað, ið hava biðið um hjálp, sigur Leif Erik Niclasen.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN