Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 18 TEMA Fátækadømi HALLUR AV RANA Í vikuni kunngjørdi lands­ stýris­kvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, ætlaða skatta­ lætt­an til lág- og miðallønt, ið eftir ætlan kemur í gildi 1. januar. Sambært landsstýriskvinnuni, so fáa 6.200 skattgjaldarar ein skatta­ lætta á omanfyri 700 krónur um mán­aðin, og umleið 12.700 skatt­gjald­ arum ein lætta á omanfyri 500 krón­ ur um mánaðin. Onnur hava funnist at, at skatta­ lættin verður etin upp av teimum nógvu hækkaðu gjøldunum, ið sam­ gongan áleggur borgarum. Fyri at fáa eina ikki-politiska met­ ing hvønn týdning skattalættin hevur á skattgjaldaran, hevur Vikuskiftis Sosialurin heitt á Hans Ellefsen, ið er adjunktur í búskaparfrøði á Setrinum og skrivari í Búskaparráðnum, um eina meting av nýggja uppskotinum. Miðalinntøkurnar fáa størsta lættan Hans Ellefsen greiðir frá, at tað, sum nýggja samgongan hevur gjørt, er at gera landsskattin meira progressivan. – Tað man hevur gjørt, er at geva skattastiganum eitt knekk við at gera fleiri trin. Hann verður meira progressivur, so at lág- og miðal­ inn­tøkurnar hava eitt sindur meira eftir aftaná skatt. Men tað verður eitt sindur ávirkað av hækkaðum gjøldum. – Um hugt verður eftir talvuni, ið eg havi sett upp, so sæst, at tey, ið hava eina inntøku millum 100.000 krónur og 430.000 krónur fáa ein lætta á nakrar hundrað krónur um mánaðin, aftaná at landsskattur og avgjøld eru tikin av, sigur Hans Ellefsen. – Av teimum, so eru tað serliga tey, ið hava inntøkur millum 225.000 krónur og upp til 325.000 krónur, ið fáa hægsta lættan. Tey fáa umleið 474 krónur til 510 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Samgongan hevur fleiri ferðirnar ført fram, at skattalættin serliga er ætlaður lág- og miðalløntum. Sam­ bært Hans Ellefsen, so er miðal­inn­ tøkan hjá føroyingum beint undir hendan bólkin, ið fær mest burturúr skatta­lættanum. – Um vit hyggja eftir tølunum frá Hagstovu Føroya, so er miðal­ inn­tøkan hjá føroyingum umleið 220.000 krónur. Tá tosa vit um allar føroy­ingar, ið eru yvir 15 ár, umframt pen­sjónistar. Lægstu inntøkurnar fáa eykarokning Tað eru ikki bara miðalinntøkurnar, ið fáa meira at húsast við frá 1. jan­ uar. Á talvuni sæst, at borgarar við inn­tøkum niður til umleið 100.000 krónur um árið fáa ein lætta, men at tey, ið tjena undir 100.000 krónur um árið, nú kunnu vænta at gjalda meira. – Tær lægstu inntøkurnar, ið liggja undir 100.000 krónur um árið, verða harðari skattaði. Hetta er vanliga les­ andi og onnur, ið royna at tjena nøkur oyrur aftrat tí stuðli, ið tey longu fáa. So um lesandi ynskja at tjena nøkur oyra við síðuna av lesnaðinum, so verður tað verri nú. Orsøkin til tað er, at tey ikki fáa ein serliga skattalætta, men mugu nú gjalda meira í gjøldum, har­av serliga AMEG gjaldið. ØLL FÁA IKKI Tað eru serliga tey, ið hava inntøkur millum 225.000 krónur og 325.000 krónur, ið kunnu vænta ein lætta frá nýggju sam­ gonguni. Tey fáa umleið 500 krónur meira at liva fyri um mánaðin, vísir ein útrokning, ið Hans Ellefsen, búskapar­ frøð­ingur, hevur gjørt fyri Vikuskiftis Sosialin Inntøka 25000 75000 100000 150000 200000 250000 300000 350000 400000 450000 500000 pr. mánað 2083 6250 8333 12500 16667 20833 25000 29167 33333 37500 41667 Áðrenn 0 2000 7000 17000 27000 37000 47000 57000 67000 77000 87000 Aftaná 0 1500 5250 12750 20250 28500 38500 49500 62000 74500 87000 Skattalætti 0 42 146 354 563 708 708 625 417 208 0 AMEG 10 31 42 63 83 104 125 146 167 188 208 Barsilsgrunnur 2 6 8 11 15 19 23 26 30 34 38 Vektgjald 25 25 25 25 25 25 25 25 25 25 25 Bensin/diesel 50 50 50 50 50 50 50 50 50 50 50 Netto -87 -70 22 205 389 510 486 378 145 -88 -321 Árliga -1048 -843 260 2465 4670 6125 5830 4535 1740 -1055 -3850 Hækking ella minking í húsarhaldum hjá húsarhaldum Familjuískoyti 1 barn 2 børn 3 børn 4 børn Støk 18000 23000 28000 33000 Ikki-støk 22000 27000 32000 37000 Mótrokningarprosent 20 25 30 30 Stabbamynd yvir lætta deild á inntøkur. Her sæst, at inntøkur millum 100.000 krónur og 425.000 krónur fáa ein lætta »Um vit hyggja eftir tølunum frá Hagstovu Føroya, so er miðal­inn­tøkan hjá føroyingum umleið 220.000« Útrokning yvir hvussu nógv skattgjaldarin hevur eftir, aftaná at skattalættin og avgjøld eru íroknað. Lætti í krónum Ársinntøkur