Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 19 SKATTALÆTTA ■ AMEG gjaldið, ið er hækkað upp á eitt hálvt prosent fyri løntakaran. ■ Barsilsgjaldið, ið er hækkað upp á 0,09 prosent. ■ Vektgjaldið, ið er hækkað við 10 prosent. Roknað við einum vektgjaldi á 3000 kr. ■ Bensingjøld: 25 oyru fyri litur eyka, roknað upp á 200 ltr. Fyri tey sum búgva langt frá arbeiðsplássinum verður munurin endurgoldin. ■ Kringvarpsgjaldið * ■ Tinglýsingargjaldið: Gjaldið hækkað úr ½ prosent til 1 prosent. ■ Smyrjiolja: Úr 2 krónum fyri liturin til 2,5 krónur fyri liturin. ■ Starvsfólk á Nótaskipum: Fáa sambært reiðarafelagnum eina lønarhækkan á 20 prosent nú tilfeingisgjaldið verður flutt til reiðaran. Hesi gjøldini eru við Hesi gjøldini eru við Í kanningin eru roknað við hesum avgjøldum, ið tó kunna verða ymisk hjá fólkum. IKKI * Skal gjaldast fyri hvønn persón, soleiðis at tvey fólk millum 24 og 66 ár gjalda tað sama sum áðrenn. Pensjónistar gjalda ein triðings gjald. Ein lætti fyri støk, men um trý fólk yvir 24 ár (men undir 67 ár) eru í sama húski er tað ein øking. Fyri fólk undir 24 ár, ið eru flutt heimanífrá, er einki gjald, og fyri pensjónistar er tað ein munandi lækking. Hans Ellefsen hevur tó valt ikki at taka tað við í útrokningina, tí tað er torført at meta um hvussu tað rakar. – Her er talan um tiltak, ið ikki rakar øll líka. Kringvarpsgjaldið er ein skattalætti hjá nøkrum, með­an tað er ein hækkan hjá øðrum. Sam­ bært Manntal hjá Hagstovuni eru tað umleið 4.400 húski í Føroy­um við bert einum persóni. Um­framt tað eru tað umleið 1000 stakir uppihaldarar. Av hesum, sum eru millum 24 og 66 ár, verður talan um eina lætta á 1800 krónur um árið, meðan pensjónistar sleppa uppaftur bíligari (og tey undir 24 ár sleppa heilt undan kringvarps­ gjald­inum). Men ein leyslig meting vildi sagt, at fyri umleið 20.000 fólk í Føroyum, so merkir broytta gjaldið, at tey antin rinda tað sama ella meira. – Familjuískoytið er serliga ætla fíggjarliga sperdum familjum, so eis­ini har er talan um ein stuðul, ið er torførur at taka við í heildarmynd­ina, sigur Hans Ellefsen. Í uppskotinum fyri familju­ ískoytið, verður lagt upp til, at um eitt húskið hevur eina ársinntøku á 190.000 krónur, so fáa stakir uppi­ haldarar 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið umframt 5.000 kr. fyri hvørt barni, sum er aftrat tí fyrsta barn­inum, meðan ikki-støk fáa 22.000 kr. fyri fyrsta barnið um­ framt 5.000 kr. fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta. Síðani lækkar upphæddin stig­ víst so hvørt sum inntøkan hækkar, men er tað tengt at talinum av børn­um. – Mótrokningin hjá teimum við einum barni er 20 prosent. T.v.s. um inntøkan hækkar við 1.000 kr., so lækkar familjuískoytið við 200 kr. Mótrokningin hjá teim­um við tveimum børnum er 25 pro­sent, og tey við trimum ella fleiri børn­um verða mót­roknað við 30 prosent­ um, verður greitt frá í lógar­upp­ skot­inum. Familjuískoytið og kringvarpsgjaldið lætta um Breiðu herðarnar skulu bera meira Hóast nýggja samgongan fleiri ferðir hevur lovað, at nýggi skattalættin ikki skuldi fíggjast við at leggja meira skatt á høgu inntøkurnar, so vísa út­ rokningarnar hjá Hans Ellefsen, at tað eru nøkur, ið skulu gjalda meira. – Rætt er, at eingin skal gjalda meira í beinleiðis skatt, men um av­ gjøld verða tikin við, so sæst, at tær høgu lønirnar skulu gjalda meira, sigur Hans Ellefsen. – Um ein hevur eina ársinntøku á 430.000 krónur ella meira, so verða tey straffað í nýggja skattalættanum. Hetta eru tey somu, ið fingu nógv sein­ast, so nú kann sigast, at tey verða tog­aði niður aftur. – Harumframt er marginal­skatt­ urin hægri fyri tey, ið hava høgar lønir, so at tað nú loysir seg verri at ar­beiða eyka hjá teimum, ið liggja um 350.000 krónur og upp til 500.000 krónur í ársinntøku. Tað vil siga, at um hesi arbeiða eitt sindur útyvir van­liga tíð, so verða tey harðari skattað í nýggju skipanini. AMEG gjaldið er syndarin Hóast øll hava fingið ein skattalætta, so eru tað avgjøldini, ið gera, at lættin ikki verður eins stórur sum lands­ stýrið lovar, og hjá summum verður talan um eina hækking. – Tað er eingin, ið má gjalda meira landsskatt, men avgjøldini gera, at nøkur mugu rinda meira í lands­kassan. Serliga er tað AMEG gjaldið, sum vanliga verður nevnt Sam­halds­festi, ið ger at nøkur verða hálaði niðurum markið. Tað hevur verið ført fram, at AMEG gjaldið ikki er ein skattur, men tað fer niður í ein felags­kassa. Men um samanlíknað verður við pensjónsgjaldið, sum var áðrenn, so fór tað í tín egna kassa. Tú fekst tað aftur, ið tú sjálvur rindaði. Í kjakinum um hvat fólk fara at hava eftir aftaná skattalættan og avgjøld, verður oftani víst til, at kringvarpsgjaldið og familju­ ískoyti verður ein stórur lættur hjá teimum lágløntu – Tær lægstu inntøkurnar, ið liggja undir 100.000 krónur um árið, verða harðari skattaði. Hetta er vanliga les­andi og onnur, ið royna at tjena nøkur oyrur aftrat tí stuðli, ið tey longu fáa, sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur MYND: ÁLVUR HARALDSEN