hósdagur 3. desember 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
20
Jógvan Arge fer at hava móttøku og almenna bókaframløgu á Reinsarínum í Havn fríggjadagin.
Har verður tónleikur, sangur, upplestur, røður og gott til góman. Samstundis verður høvi at ogna sær
bókina og fáa hana signeraða. Á móttøkuni fer Jógvan Arge at greiða frá nýggju bók síni »Havnar
drongur og gøtuskuri«. Uni Arge og Robert McBirnie verða á pallinum við sangi og tónleiki og ein annar
hálvur skuri, Tórbjørn Jacobsen, fer at siga, hvat hann hevur fingið burtur úr at lesa bókina.
Hetta hendir
um vikuskiftið...
MANGT OG HVAT
Í sjeytiárunum var Jørgin
Dahl slóðbrótari í før
oyskum rocktónleiki. Hann
var oddamaður í bólkinum
Straigh Ahead, sum skapti
nýggjan føroyskan rock
tónleik. Seinni var Jørgin
Dahl eisini við í bólkinum
Hjarnar, sum millum
annað hittaði við Breaking
My Heart. Nú hevur Jørgin
Dahl, sum býr niðri, latið
nýggja útgávu frá sær.
Giants & Mermads kallast
fløgan, har Jørgen gongur
nýggjar leiðir, leitar,
skapar, men fer eisini aftur
til gomlu tíðina, tá ið hann
var sangari. 18 sangir eru
á nýggju útgávuni, sum
Plátufelagið Tutl hevur
útgivið.
Jon Hansen hevur lumpað
kriminellar bakmenn og
snýtt teir fyri pengar, og
nú er hann flýggjaður
úr Oslo og langt norður
í Noreg, har hann fjalir
seg fyri teimum, sum altíð
finna tey, teir leita eftir. Í
nýggja umhvørvinum hittir
Jon tey lokalu, kemur inn
í eitt øðrvísi átrúnaðarligt
umhvørvi og kennir óttan
fyri teimum, sum leita eftir
honum. Jo Nesbø hevur
skrivað enn eina meistara
liga spenningssøgu, Mid
náttarsól, sum fangar frá
fyrstu blaðsíðu.
Undan
gongu
maður við
nýggjum
sangum
Tá Jon fjaldi
seg í norði
Nýskapandi list í gomlum umhvørvi
Adele við hita
til køldu tíðina
Kvartettin á ellisheiminum
Við nýskapandi, súmbolskari list setur listamaðurin Edward Fuglø spurningar við tilveruna og lívið. Hansara málningar
eru nakað fyri seg í føroyskari list, og teir fáa fólk at hugsa og kjakast – alt tað, sum góð list megnar. Fuglar, egg, dreyma
kendar verur og annað er millum motivini í listini hjá Edward, sum eisini røkkur langt út um landoddarnar. Í dag letur
framsýning við verkum hjá Edwardi Fuglø upp í Gamla Seglhúsi í Klaksvík. Framsýningin verður opin restina av árinum.
Hon er ein av sterkastu songkvinn
unum og størstu stjørnunum í nútíðar
poppi – Adele úr Tottenham økinum
í London – og nú er hon aktuell við
nýggjari útgávu, hon kallar 25. Út
gávan bjóðar meira av tí, Adele er
kend fyri. Melodiøsur poppur í góðum
innpakningi, har framúr vokalurin
hjá Adele allatíðina er í miðdeplinum.
Mong munnu longu hava hoyrt hittið
Hello, og tað er meira við somu dygd á
útgávuni.
Tríggir pensióneraðir operasangarar, sum plagdu at arbeiða saman, eru fluttir
inn á Beecham House, sum er eitt ellisheim fyri tónleikarar. Heimið hevur
fíggjartrupulleikar, men vónir eru um, at ein konsert á føðingardegnum hjá
tónaskaldinum Verdi skal skaffa pengar til heimið. Filmurin Quartet, sum
Dustin Hoffmann hevur leikstjórnað, er ein av frálíku filmunum, sum liggur í
stóra savninum hjá Netflix. Ein góður filmur til eitt myrkt vetrarkvøld.