hósdagur 3. desember 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
21
KLUMMAN
Mia Helmsdal Clothier, fyrrverandi praktikantur í Miðlahúsinum
Ævintýrini hjá Klummiu
»At ferðast er at liva.« Hetta trúgvi eg í stóran
mun á. Mær hevur altíð dámt sera væl at
ferðast og havi verið nøkur áhugaverd støð í
mínum lívi: Í Danmark og vitja mína familju,
siglt til Skotlands við familjuni og vitja vinfólk
hjá foreldrum mínum í Spania. Also hava allar
ferðirnar verið innan fyri trygga(ella hvat?)
Evropa. So tá eg fyrr í ár fekk tilboðið at fara
útum tað kenda, tók eg av beinanvegin.
Í langa tíð, høvdu eg og ein vinkona tosa um
at fara at ferðast saman onkuntíð, og eg haldi,
at fyri umleið einum ári síðani, byrjaði ætlanin
at taka skap. Foreldur hennara spurgdu meg,
um eg vildi við teimum uttanlanda, og tað
vildi eg fegin. Fyrst var talan um vælumtóktu
endamálini, Malta ella Gran Canaria, men at
enda fall avgerðin á fjarskotna Egyptaland.
Tað kendist nokkso merkiligt at skula fara heil
til Afrika. Eg visti ikki ordiliga hvat eg skuldi
vanta mær. Men eg varð ikki skuffað.
Dagurin, vit skuldu fara avstað, upprann um
síðir. Umframt kropsliga viðføri, hevði eg eisini
okkurt gott ráð við mær: »Minst til at siga
klárt nei til seljarar,« »halt fast í tínum viðføri,«
»minst til at taka tablettirnar og ikki drekka
vatnið.«
Tann dagin fóru tíðliga upp, vit skuldu nevn
iliga við sokallaðu »pyjamasrutuni,« so har
var eingin góða mamma. Við góum treysti
koyrdu vit vestur, alt gekk gott, og at enda
sótu vit í flúgvaranum til Danmarkar, sum vit
skuldu vera í í ein dag, áðrenn vit fóru víðari til
Egyptalands.
Dagurin í Danmark gekk øðiliga skjótt.
Eg haldi faktiskt bara, at vit ótu. Vit fóru
tíðliga í song (once again), tí í morgin var ein
túrur uppá 6 tímar við flogfari á skránni. So
sjálvandi var tað nokkso ringt at sovna. But of
course.
Túrurin við flogfarinum gekk rættiliga skjótt.
Eg og vinkona mín(les:vinkona mín) høvdu
gjørt ein sera góðan playlista, sum koyrdi allan
túrin. Eg gjørdist meiri og meiri spent, og tá
vit at enda lendu var eg als ikki fyrireika uppá
tað, ið var uttanfyri flogfari. Tað fyrsta, ið møtti
mær, var hitin. Hann klemmaði meg kanska í
so hart, men eg slapp tó úr takinum. Við bussi
koyrdu vit til checkout og so víðari til hotellið.
Vit vórðu væl móttikin av vinarligu starvsfólk
unum, men eg kann tó ikki siga júst tað sama
um hinar gestirnar.
Eftir eina viku av teimum tveimum, sum vit
skuldu vera har, hevði eg lært tvey ting.
• Nummar eitt: Russisk ferðafólk eta øøøøðiliga
nógv og eru nokkso gírig.
• Nummar tvey: Kynsleiklutirnir har eru slett
ikki teir somu sum her í Føroyum.
Viðvíkjandi nummar tvey, varð eg tikin av bóli.
Eg visti sjálvandi, at kynsmentanin var ikki hin
sama, men allíkavæl. Her í Føroyum eru menn
og kvinnur javnsett(næstan) og at menn rópa
eftir kvinnum, tá teir eru edrúir, er næstan
óhoyrt. Ikki tí, tað var ikki so ringt, men altíð
vóru onkur eygu, ið fylgdu tær. Eg skilji teir
eisini væl, tað er ringt at hyggja burtur tá so
vakrar gentur og kvinnur koma hagar, hihi.
Í Egyptalandi sá eg eisini mítt fyrsta burkini.
Samstundis sum hettar var nokkso merkiligt
í mínum eygum, raknaði reyðsokkurin í mær
eitt sindur við. Hann ógvaðist, men legði seg so
aftur at durva. Men hann vaknaði skjótt aftur.
Um kvøldi vóru eg og vinkona mín vanar at
keypa í einum av handlunum, ið lógu beint við
hotellið. Fyrr í vikuni høvdu vit verið saman
við pápa vinkonu mínari og tað gekk gott.
Hann fekk ein góðan prís og tað var tað. Men
tá vit so skuldu keypa næstan tað sama, nei
so skuldu vit gjalda ekstreman yvirprís. Eg og
vinkona mín, sum báðar eru nakrar bestemtar
madammur, tá tað kemur til stykkis, fingu
tinga prísin væl niður, hóast hann var trekur.
Tað løgnasta, tó besta, var tó, at tá vit komu
aftur, so var hann so vinarligur, so vinarligur,
bæði smíltist og tosaði pent. Tað fekk meg
veruliga at hugsa um, hvussu ymiskar okkara
mentanir eru. Og hóast eg var eitt sindur
ósamd í nøkrum, so er tað altíð spennandi at
uppliva aðrar mentanir
Kvonn og Ave
í Reinsarínum
Leygarkvøldið 5. desembur
fara bólkarnir Kvonn og AVE
á pall í Reinsarínum. Angelika
Nielsen og Kristian Blak
mynda bólkin Kvonn, og her er
tónleikurin spælimanskendur.
Umframt tey manna Mikael
Blak á bassi, Ívar Bærentsen
á mandolin og gittar og
Sharon Weiss á blokkfloytu
Kvonn. Kvonn hevur spælt
nógv uttanlands og er altíð
ein stór uppliving at hoyra.
AVE er mannaður av Peturi
Pólson við sangi, Benjamin
Petersen, ið syngur og spælir
gittar, og Mikaeli Blak á bass.
Hóast Petur fekk ein blóðtøpp
fyrr í ár, er hann til reiðar at
fara á pallin. Hesin bólkur
er sanniliga ein hjartasøk
hjá Peturi og Benjamin. Teir
hava nevniliga báðir fingið
litprikað sær AVE á kroppin
sum súmbol upp á teirra
halgan til verkætlanina.
Jóla- og
familjukonsert
Jóla- og familjukonsertin
hjá Føroya Symfoniorkestri í
Norðurlandahúsinum
Ongi jól uttan jólakonsert
við Føroya Symfoniorkestri.
Sunnudagin verður
Norðurlandahúsið karmur
um hugnaliga jóla og
familjukonserti hjá Føroya
Symfoniorkestri.
Skráin í ár fevnir um
kendu Jólaouverturuna hjá
Leroy Anderson, kendan
filmstónleik, og vit kunnu
gleða okkum at hoyra
evnaríkar, ungar solistar
framføra. Stóra barnakórið
verður sjálvandi eisini við at
seta sín heilt serliga, jólaliga
dám á konsertina,
Bon Jovi í Reinsarínum Fríggjakvøldið 4. desember kl. 20.00 kemur vælumtókta Bon Jovi showið til Havnar. Konsertin í
Atlantis í Klaksvík var útseld eftir einum tíma, og tað var eykakonsertin eisini, men nú sleppa vit í miðøkinum eisini at
uppliva Bon Jovi kvøldið, tá vælspælandi og topptunaði rokkbólkurin fer á pall við sínum løgum úr lagaskjáttini hjá
Bon Jovi. Umframt dugnaligu tónleikararnar verður ein røð av dugnaligum sangarum, kom og hoyr Signar í Homrum,
Hans Andrias Jacobsen, Maluna Eyðunsdóttir og onnur heiðra stadion-rokkin, sum vit kenna hann allarbest.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN