hósdagur 3. desember 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
22
Matgerð
– Dadlumella: »Eg eri slettis ikki sum hinar! Eg eri HEILT serlig!«
TJÓÐHILD PATURSSON
T
að er so moderna í dag at
ikki eta sukur, ikki drekka
mjólk, ikki eta kjøt, ikki eta
hveiti, ikki… ja, alt møgu
ligt afturat. Men hevur tú nakrantíð
hugsað um hví vit gera tey matvalini
vit gera?
Vel eitt:
• Caffe latte
• Urtate
• Coca cola
• Øl
• Svart kaffi
Hví valdi tú tað tú valdi? Smakkur
er óivað ein partur. Men smakkur
er eisini vani. Hvørjar aðrar orsøkir
kunnu vera aftanfyri títt val?
Hugsa um hetta:
Keypa vit klæðir bara fyri at vera heit,
ella møguliga eisini fyri at útrykkja
tað vit vilja útrykkja? Er tað møguliga
eisini ein máti hjá okkum at royna
at stýra hvussu umheimurin sær
okkum; ein roynd ið at skapa okkum
ein samleika? Og hvussu við mati?
Eru matval møguliga, í nógv størri
mun enn vit eru varug við, eisini ein
máti at skapa samleika?
– Ja, tað eri eg í øllum førum abso
lutt sannførd um!
Tí havi eg altíð so deildar kenslur
um allar hesar »SUNNU« matupp
skriftirnar. Daddlukúlur, eggleysar
omelettir, køkur uttan gluten og
sukur, o.s.fr… Á einu síðuni, so vil eg
fegin vera sunn og orka at gera alt
tað eg vil. Eg vil fegin sleppa undan
vælferðarsjúkum og vil at mítt barn
skal vaksa upp uttan teir trupuleikar
sum kunnu standast av at eta ósunt.
Ja, okkurt stað vil eg nokk fegin vera
handan »sunna gudinnan«, sum er
vorðin so moderna. MEN, í mínum
høvdi mala altíð spurningarnir, um
hvørjar veruligu orsøkirnar eru til,
at eg tiltrekkist av hesum »sunna«.
Kann tað hava nakað (ella alt) at gera
við hvør eg vil vera, ella hvussu eg vil
at onnur síggja meg? Og hvat hendur
so tá ið eg »misseydnist« at liva upp
til hetta idealið? – Uppá sama máta
sum at klæðnaskápið, hóast nógvu
innkeypini, ofta ikki strekkjur heilt
til, og at tú altíð endar í ullintum
undirbuksum (ok, tað er nokk bara
eg) heldur enn kjóla og nylonsokkum,
sum egentliga er tað tú »vil«, so enda
tankarnir um ein heilsusaman kost
við nógvum grønmeti ofta í luft
kastellum av pasta við tomatsós.
Og hvat ger hetta við okkum? Og
hvat við teimum sum ongantíð hava
møguleika (peningaliga ella í orku)
at royna? Ja, í hvønn mun er hetta
sunna rákið nýggi mátin at vísa okk
ara status í samfelagnum? – Og vil
eg veruliga vera partur av hesum?
Vilt tú?
… men hvat er so alternativið?
Skulu vit eta ósunt fyri ikki at stuðla
komersiella status-trendinum:
»Sunnheit«?
Eg klári ikki at blíva klók uppá
hetta. Tað er sum um er høvdið longu
fari undir. Og hvat er so at gera? Ja, eg
má nokk bara njóta at í eina løtu vera
blendandi øðrvísi - líka sum øll hini.
Ja, her koma mínar dadlukara
mellur.
Ein øðrvísi karamella
– Dadlumella
Eg havi skrivað um hesar karamell
urnar einaferð fyrr. Tað var í einum
bloggi á kvinnu. Men eg haldi ikki at
tað gera nakað, tí nú eru aftur jól, og
møguliga hugskotið kann røkka út til
eittsindur fleiri hesuferð. Tað besta
við hesum karamellunum? Ja, eg
veit ikki heil hvat tað er… smakkurin,
konsistensurin, kenslan, hugnin… ella
møguliga tað at tær eru so lættar at
gera. Einki heitt sukur sum barna
fingrar kunnu brenna seg av; eini við
at bíða eftir at konsistensurin er heilt
perfektur, fyri síðani at hava tikið feil
og muga smelta alt aftur. Nei! Hesar
karamellurnar eru tær absolutt
lættastu eg nakrantíð havi gjørt.
Til uml 40 karamellur skalt tú brúka:
• 400 gr dadlur (Bleytar)
• 2 spsk av mandlusmøri
• 1-2 nips av vanlijupulvuri
• 1-2 nips av salti + meir at pynta við
Koyr alt tilfarið í eina hvirlu og
blenda væl. Skava niður av síðunum
nakrar ferðir og hvirla síðani aftur. Tá
ið alt er væl blanda saman, uttan ov
nógvar (ella ongar) klumpar, leggur tú
karamellu-‘deiggið’ á eitt bakipappír.
Folda bakipappírið útyvir og brúka
nú eina kakurullu (ella eina fløsku)
til at rulla karamelludeiggið út.
Rulla til tað er uml 1 cm tunt. Sker
í bitar. Við knívinum ber nú eisini
til at skera brukta bakipappírið í
pettir og pakka karamellurnar inn í
bakipappírspettini - matpakkapappír
riggar eisini væl.
Eg veit ikki hvussu leingi kara
mellurnar halda sær, tí tær hvørva
altíð so skjótt. Eg goymi mínar í
kuldaskápinum og havi havt tær har
í 2 vikur uttan trupuleikar.
EIN ØÐRVÍSI
KARAMELLA
Minnst til at dadlu-karamellur, júst sum aðrar karamellur, eru
ringar fyri tennirnar! Ansa eftir at barnið ikki sleppur at eta
»sunnu« karamellurnar sum var tað vanligur matur. Tí tað er lætt
at hugsa at tað sum (møguliga) er sunnari enn okkurt ósunt, er
vanligur matur, men tað er tað ikki. Karamellur eru karamellur
Mítt barn merkir ikki munin
á hesum karamellunum, og
hinum vanligu - um tær ikki eru
í somu skál, væl at merkja