hósdagur 12. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 151 - 12. august 2004
Nr. 151 - 12. august 2004
3
-Tað er í tøkum tíma,
at vit fáa ein skipaðan
orkupolitikk í Føroy-
um, sum í nógv størri
mun fær okkum at
hyggja eftir varandi
og alternativum
orkukeldum sigur
Poul Michelsen, ting-
maður, ið eisini setir
eitt stórt spurnartek-
in við, um tað er rætt,
at SEV einsasmælt
skal hava ábyrgdina
av øllum orkumáli-
num
ORKA
Jan Müller,
jan@sosialurin.fo
Fyri góðum mánað síðani
var stór og áhugaverd orku-
ráðstevna hildin í Reykja-
vík, har eitt nú varandi og
alternativar orkukeldur
vórðu viðgjørdar. Fleiri
umboð vóru við úr Føroy-
um, sum eitt nú SEV.
Vinnumálaráðið og politik-
arar, teirra millum eisini
Poul Michelsen, tingmaður
og limur í Útnorðurráð-
num, sum heldur, at orku-
ráðstevnan varð ótrúliga
góð og gav okkum nógv at
hugsa um og arbeiða víðari
við. Í hesum sambandi
heldur Poul Michelsen eis-
ini, at tað er uppá tíðina, at
vit í Føroyum fáa ein orð-
aðan orkupolitikk.
-Í Íslandi arbeiða tey við
alternativum
orkumøgu-
leikum, eitt nú bæði brint-
bilum og brintskipum. Vit í
Føroyum mugu í nógv
størri mun til at gera meira
við varandi orku, og tí er
tað eisini í tøkum tíma, at
vit eru farin at orða ein
veruligan orkupolitikk sig-
ur tingmaðurin, sum tó við-
gongur, at orkupolitikkur-
in, sum man nú er við at
skipa, kemur alt ov seint.
Men okkurt er so við at
henda, og í hesum sam-
bandi heilsar Poul Michel-
sen m.a. vindmylnupro-
jektinum í Vestmanna væl-
komnum.
Stórar broytingar
fyri framman
Poul Michelsen vísir á, at
stórar broytingar á orkuøki-
num standa fyri framman,
broytingar, sum eisini vit
føroyingar, hóast fámentir,
mugu til at vísa størri ans.
Hann vísir á, at vit í løtuni
hava bæði eina ringa og tor-
føra støðu og eina góða
hyggja vit at okkara orku-
framtíð. Tann torføra er at
gera meira við alternativu
orkuna, sum gerast alt
meira átrokandi, nú tað so
týðuliga kom fram á orku-
ráðstevnuni í Reykjavík, at
oljan er avmarkað til at vara
í eini 40 til 50 ár ella so.
Hetta merkir í veruleika-
num, at tað hevur stóran
skund at gera nakað við
varandi orkuna. Tann góða
støðan hjá okkum er so
tann, at hækkandi oljuprísir
kunnu skapa størri áhuga
fyri at leita eftir olju her hjá
okkum.
–Lítið bendir á, at olju-
prísurin fer at lækka, heldur
er tað beint tvørturímóti,
uttan so at nógv meira
verður gjørt fyri at finna
nýggjar orkukeldur ella at
meira fast burtur úr verandi
kolvetnisgoymslum í undir-
grundini. Tað merkir, at
taka vit bara helvtina av tí
tíðarskeiðinum til at vit
hava termiska orku tøka, so
fer oljuprísurin innan fyri
nøkur fá ár at tvífaldast ella
hækka enn meira, um ikki
tað kemur alternativ orka
inn ístaðin fyri.
SEV og samfelagið
Poul Michelsen nemur í
hesum sambandi eisini við
okkara egna leiklut í orku-
høpi. Hann setir stórt
spurnartekin við, um tað er
rætt, at SEV meira og
minni
einsamalt
hevur
ábyrgdina av øllum orku-
málinum. –Var eg SEV
hevði eg ikki viljað átt ta
ábyrgdina. Tí tað stendur
greitt, at tú innan relativt
stutta tíð skal finna alterna-
tiva orku, sum varandi kann
avloysa oljuna. Jú longur
tíðin gongur, styttist til
markið, har vit hava nakra
olju eftir. Tað vil hava við
sær, at vit ikki kunnu rokna
við, at orka verður fram-
leidd til teir prísir, tað verð-
ur gjørt í dag. Vit eru tí
noydd í nógv størri mun
enn í dag at fara út at leita
eftir alternativum orkukeld-
um, tað verið seg vind-,
aldu- ella streymorku.
At SEV hevur sín egna
orkupolitikk heldur Poul
Michelsen vera í lagi, men
hann spyr samtíðis, um tað
er rætt, at SEV er einsa-
mælt á hesum øki. -Er tað
rætt í einum samfelag við
eini so stórari uppgávu á
orkuøkinum, at SEV átekur
sær at vera ábyrgdandi fyri
allari orku í framtíðini? Eg
hevði ikki viljað átt ábyrgd-
ina av øllum framtíðar
orkupolitikkinum í Føroy-
um, um eg var SEV. Tí
meini eg, at tað mugu koma
fleiri aktørar á marknaðin,
soleiðis at tað vera fleiri al-
ternativ, og at vitanin verð-
ur meirfaldað.
Størri áhugi við
hækkandi prísum
Poul Michelsen vísir á, at
tað góða við støðuni í dag
við hækkandi oljuprísum
er, at áhugin fyri at leita eft-
ir olju í tí føroyska økinum
verður tilsvarandi størri, og
tí er rættiliga sannlíkt, at
oljuídnaðurin fer at brúka
nógva orku til at finna olj-
una her og útvinna hana.
Og hetta ikki minst tí, at
oljufeløgini eru rættiliga
vís í, at hon er her.
Hækkandi oljuprísirnir
fara tí at gera, at áhugin fyri
at leita eftir olju við Føroy-
ar, fer at vaska. Eisini um
tað verður neyðugt at fara
eftir keldum, sum eru dýr-
ari
at
útvinna.
Poul
Michelsen sær tí fyri sær
eina gongd, har oljufeløgini
fara at gera alt fyri at finna
og útvinna kolvetni í før-
oysku undirgrundini sam-
tíðis sum nógv meira fer at
verða gjørt fyri at finna al-
ternativar orkukeldur.
2. útbjóðing til at leita
eftir kolvetnum á land-
grunninum letur upp 17.
august. Poul Michelsen er
sjálvur vísur í, áhugin verð-
ur stórur fyri 2. útbjóðing.
Hann heldur eisini, at tað er
rætt at broyta treytirnar, so-
leiðis, at um tað eydnast
oljufeløgunum at finna
nakað, so fara tey eisini at
fáa nakað burtur úr. 1. út-
bjóðing heldur hann gekk
meira uppá, at oljufeløgini
skuldu uppá forkant leggja
rættiliga
nógva
trygd.
Henda broytingin kann
hava við sær, at tað vera
fleiri, sum vera við. Tey
flestu eru greið yvir, at olj-
an finst her, tað er bara
spurningur um tíð.
Onkur av teimum
hevði bíðað í eini 30
ár, so tað bilti lítið, at
Jethro Tull vóru ein
hálvan tíma seinkað-
ir, tá teir týsdagin
komu at hitta trúfasta
fjepparabólkin í
Klaksvík
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
Spenningurin lat seg ikki
fjala hjá teimum 8 - 10 ikki
heilt ungu monnunum, sum
vóru savnaðir uttanfyri bý-
ráðshúsið í Klaksvík týs-
dagin seinnapartin. Og hó-
ast Jethro Tull vóru nakað
seinkaðir, so ávirkaði tað
ikki góða hýrin hjá fjeppar-
num, sum høvdu sett alt
annað til viks hesa løtuna
fyri at hitta sínar stóru tón-
leikahetjur. Tí sum onkur
av teimum segði: Tað taka
vit við - summir av okkum
hava bíðað í eini 30 ár.
Føðingardagssangur
og trøllasøgur
Býráðshøllin í Klaksvík
hevur uttan iva verið karm-
ur um eitt sindur av hvørj-
um gjøgnum árini, men
føðingardagssangurin fyri
oddamanninum í Jethro
Tull, Ian Anderson, mundi
hoyra til eitt av teimum
meir øðrvísi innsløgunum.
Anderson fylti nevniliga 57
hendan dagin, og tað lótu
fjepparnir ikki fara stilli-
sliga framvið. Neyvan vóru
tónleikarnir sessaðir, tá ein
fúsur Alex Sólstein setti seg
við klaverið, og teir ikki
minni væl upplagdu fjepp-
arnir stemmaðu í "Happy
Birthday", sum teir sungu á
tamb av heilum hjarta fyri
tí ikki sørt ovfarna Ian An-
derson.
Alex hevði eisini fingið
heiðurin at halda røðu fyri
Jethro Tull limunum, sum
hugtikinir lýddu á, meðan
Alex rættiliga fekk lív og
dramatikk í hendingar og
trøllasøgur úr Norðoyggj-
um
Fjepparar og kennarar
Tað var Jórun Høgnesen,
formaður í mentanarnevnd-
ini, sum saman við Oddvu
Nattestad samskipara á
Listastevnuni, hevði fingið
hugskotið til, at fjeppara-
bólkurin í Klaksvík skuldi
sleppa at hitta Jethro Tull.
Tiltakið var óalment, og
heldur ikki fjepparnir vistu
av nøkrum, fyrr enn beint
áðrenn Jethro Tull løgdu at
í Klaksvík.
Jórun hevði fingið hug-
skotið, tá hon í vár hoyrdi
eina sending í útvarpinum,
har eldhugaðu fjepparnir
greiddu frá, hví teir vóru so
hugtiknir av Jethro Tull.
Øll, sum hoyrdu sending-
ina, mundu varnast, at hetta
vóru veruligir kennarar av
søguni hjá Jethro Tull og
teirra tónleiki. So tað
mundi vera ein sermerkt
uppliving hjá teimum at fáa
eitt prát við tónleikahetjur-
nar og uttan iva eisini hjá
Jethro Tull at hitta hendan
fjarðskotna og óvanliga trú-
fasta
fjepparabólkin
í
Klaksvík.
Poul Michelsen, tingmaður: -Hækkandi oljuprísirnir gera
føroysku undirgrundini uppaftur meira áhugaverda
Mugu í størri álvara troyta varandi orkukeldur
Jethro Tull hittu fjepparar í Klaksvík
Fjepparnir nýttu sjálvandi høvið at syngja "Happy Birthday" fyri Ian Anderson, sum fylti 57 ár
hendan dagin, teir hittust
Vitjanin hjá Jethro Tull týsdagin man havi verið ein av
teimum meir óvanligu hendingunum, býráðshøllin í Klaksvík
hevur verið karmur um
Fremsti maðurin í
Jethro Tull helt týs-
dagin sín 57 ára føð-
ingardag í Føroyum.
Hann er ikki eitt
veitslumenniskja og
føðingardagar eru
ikki nakað hann ger
nakað burturúr, uttan
so, at onkur annar
fyllir ár. Anderson
minnist ikki, nær
Jethro Tull seinast
spældi fyri færri enn
1000 fólkum, kanska
var tað í 1968. Best
dámar honum at
liggja í songini, tá
klokkan gerst 23, men
so er hann eisini á
fótum um 6 ella 7 tíð-
ina. Her hugleiðir
hann um tónleik, tón-
leikalív, fiskaaling og
matídnað og lívið
sum heild, tá ein er í
búnum aldri
TÓNLEIKAVITJAN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Maria Olsen
Tað er av sonnum eitt
heimsnavn, ið vitjar lista-
stevnuna og longu í vár var
útselt til konsertina við
Jethro Tull.
Sosialurin
hitti
Ian
Anderson mikumorgunin,
innan hann og hinir í
bólkinum fóru at gera klárt
til konsertina á kvøldi.
Jethro Tull hevur selt
eini 60 milliónir eintøk av
útgivnu útgávunum, 2500
konsertir í 40 londum í 30
ár er tað blivið til, síðani
byrjan í 1968. Vanliga lurta
eini 30.000 fólk, men til
konsertina í Norðurlanda-
húsinum er rúm fyri 900
fólkum, og Ian Andersson
minnist ikki, nær teir sein-
ast hava spælt fyri so fáum
fólkum og á so lítlum palli í
so lítlum húsi, men kanska
var tað í 1968, skemtar Ian
Anderson, sum sammetir
við, at bólkurin fríggja-
dagin spælir til útikonsert í
Onglandi, har eini 15.000
fólk verða savnaði.
Men ein av orsøkunum til
at superbólkurin vitjar Før-
oyar er júst ein øðrvísi
uppliving og náttúran.
Vænti ongantíð nakað
Vit hitta Anderson í for-
høllini á Hotel Føroyum
fyri at tosa um føðingardag
í Føroyum, um konsertina á
kvøldi og um hvat hann
væntar, og um lívið sum
tónleikari og sum alari.
- Tú rakti tvey evni, ið eg
havi ilt við at tala um, føð-
ingardagar og hvat mær
dámar landið. Eg vænti
ongantíð nakað, tá eg vitji
lond og tað nervar meg ikki
sørt, tá fólk spyrja hvat eg
haldi um teirra vakra land.
Fólk kenna sítt land og tey
vita hvat tey hava, men eg
kenni nógv aftur her, seyð,
fjøll og annað, tí eg vitji
nógv í Skotlandi, men eis-
ini nógv av hesum er felags
við onnur øki við hav, so
sum Skotland, Hetland og
mentanin tykist lík, sigur
Ian Anderson, sum týs-
kvøldið neyt ein betri bita á
Vertshúsinum í Havn, eftir
ferð í føroysku náttúruni.
- Men eg legði til merkis
drekkivanarnar. Fólk kunnu
drekka nógv og tað sigur
mær, at tey hava pening, tí
bíligt er tað ikki, staðfestir
Ian Anderson.
- Men fólk eru fitt og
fyrikomandi, men alla-
staðni eru spilt súrepli
ímillum, men eg havi so
ikki møtt nøkrum av hesum
enn, sigur Anderson, sum
ongantíð hevur væntað
nakað, tá hann skal spæla
ella tá hann vitjar, tí heldur
vil hann gerast bilsin og
hava eina avbjóðing.
- Tá eg fari á pall, so taki
eg tað sum eina avbjóðing,
uttan at vænta nakað.
Kanska sum ein formel 1
kapping, har eg kanska
byrji sum meistarin, men so
kann alt henda. Eg spæli
kanska eini 3 skeivar tónar í
kvøld, men neyvan nakar
leggur tað til merkis. Eg má
arbeiða hart fyri at halda á í
eini 10 - 15 ár afturat og so
komi eg kanska niður á 2
skeivar tónar fyri hvørja
framførslu, smáflennnir Ian
Anderson, meðan hugurin
reikar, meðan mjørkin ligg-
ur tætt at stóru vindeyg-
unum í gongini á hotell-
inum.
Føðingardagar
Ian Anderson helt týsdagin
sín 57 ára føðingardag í
Føroyum og skipað var fyri
útferð og hugna á Verts-
húsinum á kvøldi, men
hetta var ikki júst orsakað
av føðingardegnum.
- Sum so haldi eg ikki
føðingardagar. Eg taki góð-
ynskini til mín, men annars
njóti eg, tá onnur fylla ár og
tá hjálpi eg fegin til. Eg eri
ikki veitslumenniskja, men
sjálvandi er altíð stuttligt
við smáum hendingum,
sum gera ein bilsnan, sigur
Anderson.
- Mær dámar best at
liggja í songini, tá klokkan
gerst 23, og eg eri eisini á
fótum um 6 ella 7 tíðina og
júst
hetta
er
eingin
trupulleiki her, tí teir ar-
beiða upp á takið her á
hotellinum, so teir ganga
uttanfyri vindeygað, so gar-
dinurnar helst mugu vera
fyri, tí tað er neyvan nakar,
sum ynskir at síggja okkara
trummuleikara
naknan,
skemtar Anderson.
- Mær dámar at vera í
náttúruni. Men í morgun tá
vaknaði helt eg, at føroysku
myndugleikarnir
høvdu
gloymt at gjalda, so at
realityshowið ikki fór frá,
tá eg hálaði gardinurnar frá.
Tað var , sum pappír var
fyri vindeygað, so tjúkkur
lá mjørkin og eina løtu helt
eg, at eg var í einum flog-
fari. Á Isle of Sky, har eg
ofta helt til, var á sama hátt
við veðurlagnum og har
ávirkaði hetta nøkur av
fólkunum, sum gjørdust
tunglynt, meðan nøkur ikki
ávirkast, og so má eisini
vera her, metir Ian Ander-
son.
Fiskaaling
Ian Anderson hevur í eini
25 ár fingist við fiskaaling.
Eg byrjaði í 1978 og helt
á í eini 25 ár, men gavst so
fyri trimum árum siðani, tó
okkurt smávegis er eftir
enn, sigur Andersson, sum
hevði eini 400 fólk í arbeiði
og sum hugsaði nógv um
ábyrgdina av hesum.
Um kreppuna í heimsins
alivinnu hevur Ian Ander-
son víðar hugleiðingar.
- Vit mugu sjálvi taka
ábyrgdina av kreppuni í
alivinnuni í heiminum, tí
t.d. yvirframleiðsla er ein
trupulleiki og er tað í so
mongum greinum innan
matídnaðin, metir Ander-
son, sum sveimar víða og
sum ásannar, at úr øðrum
londum - sum finnast at -
kemur nógvur lortur rek-
andi til okkara leiðir og
eisini er tað so, at tóku vit
hóp av royndum, so ótu vit
onki av tí, ið vit eta í dag,
men sum einstakir fram-
leiðarar hava vit ikki ráð til
hesar royndir, hugleiðir
Andrson.
Eg fann t.d. útav, at grísa-
blóð var í fóðrinum til ali-
fiskin og hetta er fyri 15
árum síðani, so vit hava
vitað av samanhangi og
trupulleikum longi, sigur
Anderson, sum peikar á
trupulleikan við matídnað-
inum sum heild, har tað er
trupult at finna dygd og
ektaða vøru, men hann
metir, at vit í Føroyum
møguliga hava møguleikar
fyri at koma at góðum mati,
men annars er tað so, at
fólk lata eyguni aftur og
fara á McDonalds.
- Stuttligari er at spæla
tónleik, tí matvinnan er ikki
stuttlig, sigur Ian Ander-
son.
Tónleikur og aldur
- Tá ein er tónleikari í mín-
um aldri, so hugsar ein, at
kanska eru eini 10 ár eftir.
Tá eg fylli 70 ár fari eg
kanska at broyta yrkisleið -
spæla tennis ella koyra
rasarabil, skemtar Ander-
son.
- Nei, men kanska fari eg
aftur at mála, tekna og
skriva, sum eg havi fingist
eitt sindur við, men tón-
leikur er mín samleiki. Eg
eri einasti floytuspælari á
heimsins rockpalli - tann
ringasti og tann besti - og
ongin ungur krúnprinsur er
ávegis eftir krúnuni, hug-
leiðir Anderson.
Sagt verður um Jethro
Tull, at disiplin er ein orsøk
til, at teir halda enn.
- Tað er rætt, at mann-
ingin hevur sjálvdisiplin, eg
meini, teir duga sjálvir at
fara upp á morgni og teir
skulu ikki sleipast inn í
flogfari, men soleiðis er við
teimum flestu, ið eg havi
samstarvað við og eisini
teir, ið fáast við at seta upp
ljóðføri, eru í dag sera at
sær komnir,og tað er so, at
er onkur, sum ikki passar
sítt, so er hann ikki við á
næstu ferðini, so einfalt er
tað, sigur Anderson.
- Tað er langt síðani, at
vit hava spælt fyri færri enn
1000 fólkum, kanska var
tað í 1968. Nei, men van-
liga spæla vit á stórum
ítróttar arenaum, og ofta á
útkonsertum ella í kendum
konserthallum og sammet-
ast kann við, at fríggja-
dagin spæla vit fyri 15000
fólkum í Onglandi til eina
útikonsert, sigur Ian Ander-
son, sum eisini hevur spælt
saman við Uriah Heep,
men sum tó bert hevur
hoyrt um Ken Hensley, sum
eisini vitjar Føroyar kom-
andi dagarnar.
- Tað er so, at mong eru
deyð innan tónleikaheimin,
sum eg havi lurtað eftir og
spælt saman við, sigur
Anderson og biður tey, sum
eru til rocktónleik og skemt
um at finna fram til ein
film um tónleikalív, tí hesin
er so nær veruleikanum,
hóast langt úti, at bólkar
brúka hann sum doku-
mentar tilfar, heldur enn
undirhhald.
Filmurin
(Spind Tab, ella nakað so-
leiðis, her skrivað leysliga í
skundi, blðm.) er sera nær
veruleikanum, sigur Ian
Anderson,
Hýruvognurin kemur úr
mjørkanum og manningin í
Tull fer í Norðurlandahúsið
at gera klárt til konsertina
og eitt stutt, men vítt prát er
at enda, og eftir stendur
tónleikurin,
og
hóast
Anderson ikki vil vænta
nakað, so vænta føroyingar
sær góða konsert, tað er
prógvað av, at útselt var til
konsertina í marsmánað.
Ian Anderson:
Tíðliga í song og reisir snimma
C
M
Y
K
3
2