hósdagur 12. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 151 - 12. august 2004
Nr. 151 - 12. august 2004
5
Ólavur Presley and
his dirty rag rags
hava fingið eitt av
heitastu plássunum á
Summarfestivalinum
- ímillum Hensley og
Boney M. Og Ólavur
lovar onki minni enn
eitt kókandi show
leygarkvøldið
SUMMARFESTIVAL
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
- Nervøsir? Absolutt ikki,
tú. Vit er so garvaðir og
professionellir, at tað rørir
okkum ikki at spæla fyri
allari Klaksvíkini og øllum
Føroyum, um tað skal vera.
Ólavur Presley er í topp-
formi og sitrar longu av
spenningi, til hann og hans-
ara skitnu kloddafyl sleppa
á pallin í Vágsbø leygar-
kvøldið. Hann hevur kann-
að skránna, og heldur pla-
seringina hjá raggarnum
ímillum Ken Hensley og
Boney M vera sera hósk-
andi.
- Tað skuldi ikki verið
neyðugt at givið okkum ein
upphitara, tí áhoyrarnir
byrja at kóka, bara vit eru í
nánd, men lat bara Hensley
royna. Og so er tað nokk
skilagott at lata Boney M
taka dampin eitt sindur av
aftur, so vandi ikki verður á
ferð, heldur Ólavur.
Ólavur í reyðum
G-strongi?
Ferðin sær út til bara at vera
økt hesi meir enn 30 árini,
síðani Ólavur Presley and
his dirty rag rags stóðu á
palli fyrstu ferð á Beatfesti-
valinum í Klaksvík í 1972.
Ólavur vil vera við, at tað
vóru teir, sum uppfunnu
festivalhugtakið í Føroyum,
og at klaksvíkingar ongan-
tíð høvdu upplivað eina
líknandi framførslu. Og so
var ongin vegur aftur. Árið
eftir máttu teir endurtaka
beatbrestin á Glyvrum,
sjálvsálitið var í topp, og
Ólavur hevði rættiliga fing-
ið blóð uppá tonna.
- Ta ferðina hongdi eg
meg á pallinum og byrjaði
samstundis mína strippara-
karrieru. Myndirnar av
mær í reyðum undirbuksum
fóru sum eldur um alt land-
ið, skal eg siga tær.
Eg haldi, eg havi sæð
onkra. Men tær vóru also
ikki serliga sexutar, hasar
undirbuksirnar ...
Ná? Tað voru tær sanni-
liga tá, men tá vóru tíverri
ongir G-strongir til. Fólk
eru so forvand nú á døgum.
Skulu vit so vænta at
síggja Ólavur Presley í
reyðum G-strongi leygar-
kvøldið?
- Tað tori eg ikki at av-
dúka her, tí kanska konan
lesur hetta. Men tit kunnu
vænta meg og raggarnir full
speed á kassan við okkara
sermerkta og vælumtókta
ragstíli a la Johnny B.
Good, "Mín dingeling"
o.s.fr, og so okkara sera
progressivu, rockifiseraðu
útgávu av "Lambið sigur
mæ, mæ". Restina fari eg
ikki at avdúka framman-
undan - men eitt show, sum
ongin annar fær hamla upp
við. Tað er so púra vist.
Skræddu skjúrtuna
Sambært Ólavi hava hann
og "the rag rags" kollvelt
føroyska rockheimin fleiri
ferðir síðani tá, fyrst í 70-
unum. So seint sum í 1999
tóku teir allan kommunu-
skúlagarðin, sum hann var,
fullkomiliga á bóli á Ólav-
søkukonsertini.
- Tey ungu vóru púra gar-
vill.Tey skræddu skjúrtuna
av mær, og vildu hava okk-
um at skriva autografar á
pettini, og vit sluppu næst-
an ikki av pallinum aftur.
Tanks og MC-Hár og allir
hinir kundu gott pakka
saman, tí teir fingu yvir-
høvur ikki fylgt við. Men
tað kundu teir ikki gera við,
tí ongin hevur ein fjeppara-
skara, sum okkara, og hann
bara vaksur, tí fleiri ung
leggjast til fyri hvørja kon-
sert
Ja, ilt er at gita, hvat tað
fer at enda við, men raggar-
nir hava ongar ætlanir um
at leggja seg at hvíla á laur-
berunum enn á sinni. Ólav-
ur veit ikki rættiliga, hvat
jubeleum, teir kunu halda í
ár, men hann er errin av at
avdúka, at aldurin á teimum
ymsu raggarnir er:
Ólavur og Elisar 55, Han-
us 54, Sonhard og Rudolf
50, og so Jóhannes, sum
tann einasti undir 50.
Tað vakti gomul
minni, tá 71 ára gamli
Svend Jensen úr
Hirtshals kom til
Klaksvíkar í gjár.
Seinast hann silgdi
inn eftir Vánni, var
nevniliga mitt undir
læknastríðnum, tá
hann var hermaður í
donsku sjóverjuni
VITJAN
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
- Eg kendi keiina og Kjøl-
brohúsið aftur beinanvegin,
men annars er alt ótrúliga
nógv broytt, sigur 71 ára
gamli Svend Jensen. Tað
eru 49 ár síðani Svend var í
Klaksvík seinast, tá hann
sum 23 ára gamal silgdi við
donskum sjóverjuskipi í
Føroyum í eitt ár. Men
sjálvt um læknastríðið leik-
aði harðast á, meðan hann
var í Klaksvík, hevur Svend
bara góð minni frá tíðini í
Føroyum.
Føðingardagsgáva
til konuna
Frá hendingunum í Klaks-
vík minnist Svend best alt
fólkið, sum var á keiini, og
at endarnir, sum Tjaldrið lá
bundið
við,
knappliga
vórðu kvettir. Teir vistu,
hvat stríðið snúði seg um,
men Svend heldur ikki, teir
rættiliga skiltu, hví ein ein-
stakur lækni kundi skapa so
mikla øsing millum klaks-
víkingar.
- Á ja, vit vóru ungir og
lættir í sinnið, og tað var
ikki sørt, at vit hildu alt
hetta vera eitt sindur fjákut,
sigur Svend og smílist við
minnini.
Seinni hevur Svend tó
lisið nógv um læknastríðið
í Klaksvík, og meir enn
einaferð
hevur
konan
Annelise hoyrt søguna um,
tá Svend og hinir marinar-
nir hildu vakt, so klaksvík-
ingar ikki lupu framav.
Endin var, at Annelise setti
uppá at sleppa at síggja
Føroyar og serliga Klaks-
vík, tá ráðini og tíðin eina-
ferð vóru til tað. Og nú helt
Svend røttu løtuna vera
komna. Annelise fylti 60 ár
herfyri, og Svend gav henni
og sær sjálvum ein túr til
Klaksvíkar í føðingardags-
gávu.
Góð minni
- Sum sagt, er býurin nógv
broyttur, men klaksvíkingar
eru líka gestablíðir og
fryntligir, sum eg minnist
teir fyri næstan 50 árum
síðani. Eg minnist, at teir
flestu av okkara vinmonn-
um, sum silgdu aðrastaðni,
taldu dagarnir, til teir vórðu
sendir aftur til Danmarkar.
Men vit, sum vóru í Føroy-
um, trivust óføra væl og
vórðu ikki sørt nipnir, tá vit
brádliga fingu boð um, at
nú skuldu vit heimaftur,
sigur Svend.
Svend Jensen fann sær
ikki eina unnustu í Føroy-
um, sum nógvir av hinum,
men eitt lítið petti av hjarta-
num man hava ligið eftir, tí
dreymin um at vitja aftur
slepti hann ongantíð. Og
hesuferð var tað borgar-
stjórin, sum tók ímóti, áðr-
enn Svend bjóðaði konuni
út á Sjómannsheimið til ein
góðan
føðingardagsdøg-
urða.
Ólavur Presley vil ikki
avdúka, um hann fer at vera
í reyðum G-strongi, tá hann
og hansara dirty rag rags
fara á pallin í Vágsbø
leygarkvøldið
Marinari í læknastríðnum vitjar aftur
Seinast, Svend Jensen úr
Hirtshals var í Klaksvík, var
meðan læknastríðið leikaði á.
Hesuferð var tað konan
Annelise, sum fekk túrin til
Klaksvíkar í
føðingardagsgávu
Ólavur Presley og skitnu kloddafylini
full speed á kassan
Ein tann av før-
oyskum ungdómum
mest vitjaða føroyska
heimasíðan,
www.vitin.fo, hevur á
forsíðu síni beinleiðis
slóð til sera ónæris-
ligar heimasíður
uttan fyri landodd-
arnar
ALNETIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nógv verður tosað um, at
tað er umráðandi at forða
fyri, at børn skulu hava at-
gongd til heimasíður, ið
hava beinleiðis ónærisligt
og pornografiskt tilfar.
Heimasíðan www.vitin.fo
er ein tann best umtókta
heimasíðan hjá føroyskum
børnum og ungdómum, og
á hesari síðu er beinleiðis
slóð til eina serstakliga
ónærisliga heimasíðu við
pornografiskum tilfari.
Umrødda
føroyska
heimasíðan er, sum áður-
nevnt, sera væl umtókt
millum ung, og ein av høv-
uðsorsøkunum er, at her ber
til at síggja myndir av ung-
um í býarlívinum í Havn og
aðrastaðnis í landinum.
Einki eftirlit
Á omanfyri nevndu heima-
síðu ber tað til hjá einum og
hvørjum at tilmelda slóðir
til aðrar heimasíður. Tað
hevur onkur persónur so
gjørt, og fyri at gera fólk
forvitin, hevur slóðin til
nógv umtalaðu heimasíðu
fingið »ymiskt skemt«.
Hetta heitið fær óivað fólk
at forvitnast, men verður
trýst á slóðina, kemur eina
rúgva av kassum fram við
pornografiskum myndum.
Spurningurin er so, um
einki eftirlit er við, hvørjar
heimasíður verða tilmeld-
aðar www.vitin.fo, men
hesin spurningur stendur
ósvaraður,
hóast
nógv
kundi bent á, at so er. Vit
hava roynt at fingið fatur á
teimum, ið hava ábyrgd av
www.vitin.fo, men tað hev-
ur ikki eydnast okkum, hó-
ast nógvar royndir hava
verið gjørdar.
Heimasíðan hevur verið
til í fleiri ár, og á henni ber
eitt nú til at síggja tilboð,
sum handlar kring landið
hava, og eisini kann man
lesa veðurtíðindi á síðuni.
Harafturat ber eisini til altíð
at síggja nýggjastu tíðind-
ini frá Norðlýsinum á hes-
ari síðu.
Ábyrgdarblaðstjórin
á Norðlýsinum,
Olivur Joensen, sigur,
at um www.vitin.fo
hevur slóðir til
pornografiskt tilfar,
so steðgar samstarvið
við Norðlýsið
beinanvegin
SAMSTARV
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á www.vitin.fo er nógv
ymiskt tilfar. Tað er ikki
einans slóðir til pornograf-
iskar heimasíður, tí eisini
ber til at lesa veðurtíðindir,
onnur
tíðindir,
síggja
myndir úr býarlívinum og
mangt annað. Tíðindini, ið
kunnu lesast á heimasíðuni
eru frá heimasíðuni hjá
Norðlýsinum í Klaksvík,
men ábyrgdarblaðstjórin á
Norðlýsinum vil ikki hava,
at blaðið verður sett í sam-
band við pornografiskt
tilfar.
Dámar okkum ikki
Olivur Joensen sigur, at
teir, ið standa aftan fyri
heimasíðuna, spurdu leiðsl-
una á Norðlýsinum, um teir
kundu fáa loyvi til at nýta
nýggjastu
tíðindini
á
heimasíðu blaðsins. Hetta
játtaði Norðlýsið tá, men
um so er, at www.vitin.fo
hevur slóðir til pornograf-
iskt tilfar, so skal samstarv-
ið steðgast beinanvegin,
sigur Olivur Joensen.
– Vit vilja ikki, at tíðindir
úr okkara blað verða at lesa
á einari heimasíðu, sum
samstundis hevur porno-
grafiskar slóðir, tí tað
dámar okkum ikki, sigur
ábyrgdarblaðstjórin
á
Norðlýsinum. Hann sigur,
at Norðlýsið beinan vegin
fer at seta seg í samband
við persónararnar, ið standa
aftan fyri heimasíðuna og
boða teimum frá, at sam-
starvið teirra millum skal
steðgast beinanvegin.
Løgreglan í Havn
visti einki um slóð-
ina á www.vitin.fo,
men farið verður
undir at kanna
málið beinanvegin
LØGREGLUMÁL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á kriminaldeildini hjá
løgregluni í Havn vistu
teir einki um, at føroyska
heimasíðan www.vitin.fo
hevur beinleiðis slóð til
pornografiskar heima-
síður uttan fyri land-odd-
arnar. Virkandi leiðarin á
kriminaldeildini, Georg
Otthamar, sigur, at tað er
ólógligt hjá føroyskum
heimasíðum
at
hava
slóðir til ella reklamera
fyri pornografiskt tilfar,
og tí verður beinan vegin
farið undir at kanna mál-
ið. Georg Otthamar sig-
ur, at tað er ikki loyvt
føroyskum avísum, tíðar-
ritum, heimasíðum og
øðrum miðlum at prenta
ella lýsa við pornograf-
iskt tilfar, og tí fer løg-
reglan í Havn beinan
vegin í holt við málið.
Ónærisligar slóðir á
føroyskari heimasíðu
Samstarvið steðgar
Kanna málið beinanvegin
Nógv ung vitja føroysku heimasíðuna, sum hevur beinleiðis slóð
til groft pornografiskt tilfar
Ábyrgdarblaðstjórin á Norðlýsinum, Olivur Joensen, sum her er avmyndaður saman við soninum
John William, sigur, at samstarv teirra við www.vitin.fo steðgar beinanvegin
C
M
Y
K
5
4