hósdagur 12. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 151 - 12. august 2004
Nr. 151 - 12. august 2004
7
Dia Midjord, álitis-
maður í Útvarpi
Føroya, metir, at
samanleggingin av
loftmiðlunum gevur
nógvar nýggjar og
spennandi møguleik-
ar, sum kunnu skapa
ein betri føroyskan
loftmiðlaheim. Men
hann er ikki nøgdur
við Jógvan á Lakjuni.
- Landsstýrismaðurin
skjýtur fyrst og spyr
aftaná, og hann vónar
heldur enn at vita,
sigur Dia Midjord
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Dia Midjord er ein av
trimum álitisfólkum í Út-
varpi Føroya, og varar hann
av program- og tíðindafólk-
unum í ÚF. Tá vit fingu
orðið á Dia mikumorgunin,
hevði hann bæði herða-
klapp og gleps at bera
landsstýrismanninum
í
mentamálum og myndug-
leikunum sum heild.
Western politikkur
Dia Midjord er – eins og
talskvinnan í sjónvarpinum
aðrastaðni
á
síðuni
-
ónøgdur við framferðar-
háttinum hjá Jógvani á
Lakjuni. Dia sigur, at
neyðuga
fyrireikingar-
arbeiðið hevur ikki verið
gjørt undan hesi stóru
samanlegging.
–
Vit
hava
havt
felagsfund við landsstýris-
mannin, og hann hevur
eingi svar at geva okkum.
Eingin kanning er gjørd av
málinum, og landsstýris-
maðurin hevur skotið fyrst
og spurt aftaná, sigur Dia
Midjord. Hann sigur, at í
verandi støðu er talan um
vónir fram um vitan, og tá
slíkar avgerðir verða tiknar,
má nakað av vitan eisini
vera fingin til vega.
– Hetta minnir ikki sørt
um villa western lívið, har
man fyrst plaffar niður og
síðani kannar, hvat man
gjørdi, sigur Dia flennandi.
Á stóra felagsfundinum við
mentamálaráðharran vóru
hesar ákærur sambært Dia
prógvaðar.
–
Mentamálaráðharrin
segði áhaldandi, at tað eru
vit, sum eru serfrøðingarnir
og skulu finna fram til,
hvussu vit fáa vinning
burturúr samanleggingini,
og hann vísti, at hann ikki
visti heilt sjálvur. Tá hann
sigur soleiðis, kann eg ikki
halda mær at spyrja, hví
hann ikki hevur vent sær til
sínar serfrøðingar framm-
anundan, sigur Dia Mid-
jord.
Skerd kapping
Eitt nógv umtalað fyri-
brigdi eftir avgerðina um
samanlegging er kappingin
á føroyska loftmiðlaøkin-
um, sum er ein fortreyt fyri
fjølbroytni, góðsku og real-
iseringini av fólkaræðislig-
um meginreglum.
– Eg vil avgjørt mæla til,
at vit varðveita tvey sjálv-
støðug
redaktiónsum-
hvørvi, í øllum førum inn-
an tíðindaframleiðslu, sigur
Dia Midjord. Spurdur, um
verulig kapping kann vera í
einum og sama stovna,
ásannar Dia, at kappingar-
elementið ongantíð verður
tað sama.
– Tað verður so ikki
nøkur náttúrlig fair play
kapping, og sjálvandi verð-
ur kappingin skerd við
samanleggingini, men við
tveimum sterkum redaktør-
um kunnu vit kanska varð-
veita nakað av kapping,
sigur Dia Midjord.
Nýggir møguleikar
Hóast
misnøgdina
við
framferðarháttin er Dia
Midjord ikki í iva um, at
samanleggingin av ÚF og
SVF opnar nýggjar og
spennandi dyr, har nýggir
samstar vsmøguleikar
kunnu menna føroyska loft-
miðlaheimin.
– Um vit eru nóg dugna-
lig, kann ein samanlegging
saktans vera mennandi.
Hóast tíðindaframleiðslan
eigur at fara fram í tveim-
um óheftum umhvørvum,
kunnu útvarp og sjónvarp
saktans samstarva á t.d.
mentanarliga økinum, sigur
álitismaðurin í ÚF. Tá talan
er um kjak, tíðarleys evni
og
drúgt
fyrireikingar-
arbeiði til eitt evni, sum
skal á dagsskránna, eru
samstarvsmøguleikarnir
sambært Dia nógvir.
Umframt hetta vísir tíð-
indamaðurin á, at SVF og
ÚF eisini kunnu samstarva
undir størri tiltøkum.
–
Tá
valdagur
ella
oyggjaleikirnir
eru
á
skránni, hava vit (ÚF og
SVF) altíð runnið um
beinini á hvørjum øðrum at
dekka ymsu økini í berari
kapping, og vit hava nærm-
ast traðka fótasporini niður
hjá hvørjum øðrum. Nú
kunnu vit møguliga á ein
konstruktivan hátt koordin-
era framleiðsluna, sigur
álitismaðurin í Útvarpi
Føroya, Dia Midjord, at
enda.
– Starvsfólkið hevur
eingi generell sjónar-
mið um sjálva saman-
leggingina, men
framferðarhátturin
hjá Jógvani á Lakjuni
hevur verið vanvirð-
andi mótvegis
okkum, sigur Malan
Johannesen, tals-
kvinna fyri starvs-
fólkini í SVF
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Síðani fríggjadagin hevur
verið fundast dúgliga í
Sjónvarpi. Malan Johanne-
sen, talskvinna fyri starvs-
fólkini í SVF, greiðir frá, at
tað bæði hava verið fundir
innanhýsis, við Starvs-
mannafelagið
og
við
mentamálaráðharran.
Vanvirðing
Malan kann einki siga um
nakran generellan hugburð
millum starvsfólkini í SVF
til sjálva samanleggingina,
men ein felagsnevnari er
grundleggjandi misnøgdin
við framferðarhátt menta-
málaráðharrans.
– Tað kann ikki vera rætt,
at almenningurin fær boð-
ini samstundis sum vit av-
varðandi, og tað er svárt
fyri okkum, at vit á ongan
hátt hava verið kunnaði um
avgerðina fyrr, sigur Malan
Johannesen. Hon heldur, at
framferðarhátturin er ímóti
øllum
paragraffum
og
reglum.
– Um avvarðandi starvs-
fólk og leiðsla høvdu verið
kunnaði
frammanundan,
høvdu møguleikarnir fyri
eini góðari og friðarligari
samanlegging verið størri,
men
eftir
vanvirðandi
framferðarháttin móti okk-
um, sum hava starvast í
SVF í nógv ár, gerst mis-
nøgdin sjálvandi sentral,
sigur Malan Johannesen.
Eingin umsitingarlig
sparing
Mentamálaráðharrin hevur
serliga lagt dent á, at »um-
sitingarútreiðslur kunnu av-
markast við at leggja um-
sitingarligar
funktiónir
saman«,
og
Malan
Johannesen sigur, at óttin er
vaksandi millum starvsfólk
at missa arbeiðið.
– Eg skal ikki gera meg
klókan uppá fíggjarligan
vinning ella tap, men um-
sitingin í SVF er so tunn og
rak, sum hon kann vera. Eg
dugi tí illa at ímynda mær,
at nakað stórvegis kann
sparast í umsitingini. Vit
hava so eingi starvsfólk,
sum leypa av, sigur Malan
Johannesen.
Eingin broyting
Malan Johannesen hevur
arbeitt í Sjónvarpi Føroya
síðani 1986, og hon dugir
ikki at síggja stóru broyt-
ingarnar av eini samanlegg-
ing í praksis.
– Manningin í SVF ar-
beiðir so nógv hon kann, og
tað vænti eg eisini, at tey í
útvarpinum gera. Vit fara
sum skilst framhaldandi at
starvast í hvør sínum bygn-
ingi, so sum heild meti eg
ikki, at broytingarnar fyri
hyggjara og lurtara vera tær
stóru eftir samanlegging-
ina, sigur Malan Johanne-
sen.
Samanumtikið eru hon
og starvsfelagar hennara
ónøgd við framferðarhátt
mentamálaráðharrans,
hóast tey ikki hava nakað
sjónarmið um sjálva sam-
anleggingina. Tey kenna
seg einfalt vera settan til
síðis í einum máli, sum
fyrst og fremst ávirkar tey
og kemur teimum við.
– Tað kennist svárt, sigur
Malan Johannesen, tals-
kvinna fyri starvsfólkini í
SVF.
Dia Midjord um samanlegging:
Nýggir og spennandi møguleikar
Malan Johannesen um samanlegging:
Vit kenna okkum vanvird
- Vit hava havt felagsfund við landsstýrismannin, og hann
hevur eingi svar at geva okkum. Eingin kanning er gjørd av
málinum, og landsstýrismaðurin hevur skotið fyrst og spurt
aftaná, sigur Dia Midjord, álitismaður í Útvarpi Føroya. Hann
ivast tó ikki í, at samanleggingin kann vera mennandi
– Um avvarðandi starvsfólk og leiðsla høvdu verið kunnaði frammanundan, høvdu
møguleikarnir fyri eini góðari og friðarligari samanlegging verið størri, men eftir vanvirðandi
framferðarháttin móti okkum, sum hava starvast í SVF í nógv ár, gerst misnøgdin sjálvandi
sentral, sigur Malan Johannesen, talskvinna fyri starvsfólkið í SVF. Malan má nú finna seg í, at
skifta frá Mikkjali Helmsdal h.m. til Jógvan Jespersen v.m.
Hóast Ritan sigldi um
Nólsoyarfjørð við
tilsamans 3.600
fólkum á ovastevnu,
og talið av bátum
helst var um 150,
gekk alt friðarliga fyri
seg. – Vit, sum eru í
stuðulsnevndini, hava
ikki hoyrt eitt orð um
illstøður. Alt lagaði
seg á bestan hátt,
hóast bygdin var
stúgvandi full av
fólki, sigur Una Han-
sen, kassameistari
OVASTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týskvøldið hevði stuðuls-
nevndin fyri svimjihyli í
Nólsoy fund, har tey taldu
upp, hvussu nógv ovastevn-
an í ár hevur givið í pen-
ingi.
Una Hansen, sum er
kassameistari hjá nevndini,
sigur, at tey eru væl nøgd
við tað, sum kom burtur úr,
men nevndin hevur í ár
gjørt av ikki at upplýsa al-
ment, hvussu nógv stevnan
gevur.
– Vit kunnu tó siga, at
ovastevnan í ár hevur givið
meira enn nakrantíð áður,
og tað eru vit ógvuliga væl
nøgd við.
Hon sigur, at dansurin í
tjaldinum í skúlagarðinum
vanliga kemur við tí størsta
íkastinum, men tjaldið,
sum nevndin hevur keypt
og sum stóð uppi á kaiuni,
hildnaðist eisini rættiliga
væl. Í tjaldinum var breyð-
og ølsøla.
– Tombola, kabarett og
aðrir aktivitetir, sum vóru á
stevnuni, góvu eisini væl av
peningi, sigur kassameist-
arin.
Eitt gott íkast
Eftir stevnuna síðsta ár,
hevði Sosialurin samrøðu
við Leo Poulsen, sum er
formaður í stuðulsnevndin.
Hann
upplýsti,
at
ovastevnan
2003
gav
307.000 krónur brutto, sum
var met. Árið fyri – 2002 –
gav stevnan 280.000 krón-
ur.
Sambært
Unu
hevur
stevnan sum nevnt sett met
í ár, og tað merkir, at
bruttuinntøkan í øllum før-
um hevur verið omanfyri
tær 307.000 krónurnar.
Una sigur, at ein trupul-
leiki tók seg upp leygar-
kvøldið, tá ið dansur var í
tjaldinum í skúlagarðinum.
– Tað vísti seg nevniliga,
at bondini, sum fólk fingu
um armin sum atgongu-
merki, høvdu sama lit sum
bondini, ið nýtt vórðu í
Hósvík kvøldið fyri. Hetta
kann hava ført til, at eitt
ávíst tal av fólki slapp inn í
tjaldið uttan at rinda fyri
atgongumerkið. Haraftrat
vísti tað seg, at nøkur
sluppu inn í tjaldið uttan
um vanligu inngongdina.
Una er kortini væl nøgd
við dansin og tær inntøkur,
sum hesin gav á ovastevn-
uni.
Alt gekk væl
Hóast Ritan sigldi um
Nólsoyarfjørð við tilsam-
ans 3.600 fólkum síðsta
vikuskiftið, og talið av bát-
um helst var um 150, so er
ikki líkt til, at nakar kuril
var á tráðnum.
– Vit, sum eru í nevndini,
hava ikki hoyrt eitt orð um
illstøður. Alt gekk friðar-
liga fyri seg og lagaði seg á
bestan hátt, hóast bygdin
var stúgvandi full av fólki.
Spurd, um tveir løgreglu-
menn, sum sóust í gøtunum
í Nólsoy fríggjakvøldið,
vóru boðsendir, sigur hon,
at eingin í nevndini veit,
hvat teir gjørdu í Nólsoy
hetta kvøldið.
– Á hvørjum ári hava vit
vent okkum til løgregluna
og spurt, um teir vilja koma
út um fjørðin at hjálpa
okkum at halda skil á, men
svarið haðani hevur verið,
at hetta er ikki teirra upp-
gáva. So, vit hava ikki
ánilsi av, hvat løgreglu-
menninir gjørdu í Nólsoy
fríggjakvøldið – og ikki
leygarkvøldið,
sum
er
kvøldið, tá ið trýstið er
nógv størst, sigur Una.
Eitt gott íkast til svimjihylin í Nólsoy
– Vit hava biðið um
tilboð upp á at gera
stoypiarbeiðið liðugt,
soleiðis at svimjihyl-
urin kann innilokast,
sigur Una Hansen
SVIMJIHYLURIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í afturvendandi kabarettini,
sum nólsoyingar spældu á
ovastevnu,
»Nólsoyar-
bygd… ein býlingur í
Havn«, var eitt skemtiligt
brot um, at Tórshavnar
kommuna, sum Nólsoy nú
verður partur av, eigur tvey
fornminni.
Annað
er
Kirkjubømúrurin; hitt er
svimjihylurin í Nólsoy!
Nú eru tey ungu í Nólsoy
ófør at skemta, og tí tekur
eingin hetta so tungt.
Stuðulsnevndin
fyri
svimjihyli í Nólsoy ætlar
ikki, at stoypiarbeiðið, sum
higartil er gjørt eystanfyri
skúlan, skal koma at standa
sum eitt fornminni í fram-
tíðini.
Una Hansen, kassameist-
ari hjá nevndini, sigur, at
ovastevnan hesaferð var hin
ellivta í røðini, og hon er
ikki í iva um, at stevnan er
komin fyri at vera.
– Hetta er eitt stórt og
tungt tak, men vit fara fús
aftur til verka komandi ár.
Endamálið er enn sum áður
at savna pening inn til
svimjihylin, sum stendur í
gerð í Nólsoy.
Biðið um tilboð
Una sigur, at nú umleið
helmingurin
av
stoypi-
arbeiðinum til svimjihylin
er fingið frá hondini, er
umleið ein miljón krónur
løgd í hetta arbeiði.
– Nú hevur arbeiðið ligið
stilt leingi, og enn restar
nógv í, men nú ætla vit at
leggja til brots aftur.
Hon veit at siga, at stuð-
ulsnevndin hevur biðið ein
arbeiðstakara um tilboð
uppá at gera stoypiarbeiðið
liðugt og at inniloka bygn-
ingin.
– Enn hava vit ikki fingið
tilboðið, men arbeiðstakar-
in hevur verið á staðnum og
sæð tað, sum higartil er
gjørt. Hann heldur, at hesin
parturin av arbeiðnum er í
lagi.
Una Hansen sigur seg tó
ikki duga at meta um, nær
gongd
kemur
á
aftur
arbeiði.
– Men vit vóna, at ikki ov
long tíð gongur, til bygn-
ingurin stendur innilokað-
ur, sigur hon at enda.
Eitt ódnartak
Einki er at ivast í, at tað
verður eitt ódnartak hjá
nólsoyingum at fáa svimji-
hylin í Nólsoy undir land.
Sum skilst, er svimjihyl-
urin ikki beinleiðis við í av-
taluni, sum gjørd er millum
Tórshavnar kommunu og
Nólsoyar kommunu, nú
samanleggingin
verður
framd frá 1. januar kom-
andi ár. Men á útoyggja-
stevnu í Hesti fyrr í summ-
ar, lovaði Heðin Morten-
sen, býráðslimur í Havn,
hestfólki, at svimjihylurin í
Hesti skuldi koma í eina
trygga legu við samanlegg-
ingini.
So hvør veit? Kanska fáa
nólsoyingar her eina hjálp-
andi hond, nú teir verða
partur av tí stóru høvuðs-
staðarkommununi.
Ætla at fáa svimjihylin undir tak
Á hugnakvøldinum
verður kappast um,
hvør er sterkasti
maður og fimasta
kvinna í Nólsoy
HUGNAKVØLD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú fríggjakvøldið skipar
stuðulsnevndin
fyri
svimjihyli í Nólsoy fyri
hugnakvøldi í tjaldinum,
sum enn stendur uppi á
kaiuni í Nólsoy.
Una Hansen sigur, at
hugnakvøldið er ætlað
teimum mongu, sum
vóru við til at skipa fyri
ovastevnuni í ár.
– Eg vil meta, at eini
100 fólk á ymiskan hátt
vóru við til at gera stevn-
una møguliga.
Hon sigur, at stuðuls-
nevndin nú fer at bjóða
hesum fólkum til ein bita
fríggjakvøldið.
– Tey mongu, sum taka
sær av at skipa fyri stevn-
uni, hava valla stundir at
halda stevnu sjálvi, með-
an stevnan er, og tí skipa
vit fyri hesum kvøldi,
sigur Una.
Á
hugnakvøldinum
verður eisini kappast um,
hvør er sterkasti maður
og fimasta kvinna í
Nólsoy.
–
Hesar
kappingar
duttu niðurfyri á ova-
stevnu, tí fólk høvdu so
nógv um at vera, sigur
Una Hansen, sum vegna
nevndina ynskir at takka
øllum, ið hjálptu til.
Somuleiðis veitir hon
eina hjartans tøkk til øll
tey mongu, sum vitjaðu í
Nólsoy á ovastevnu í ár.
Hugnakvøld í tjaldinum
Í ár hevur stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy gjørt av ikki at upplýsa alment, hvussu nógv ovastevnan hevur givið í peningi.
Í fjør var bruttotalið 307.000 og fyrraárið 280.000 krónur. Kassameistarin, Una Hansen, upplýsir tó, at ovastevnan í ár hevur
givið meira í peningi enn nakrantíð áður
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6