Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 151 - 12. august 2004 Nr. 151 - 12. august 2004 9 16.-28. juli, var Hjør- dis Johansen, leiðari á Dramaverkstaðnum í Havn, á Cuba við 14 ungdómum og spældi sjónleik. Har var nevniliga ein barna- og ungdómssjón- leikarastevna hildin, og føroysku børnini framførdu ein leik um Norrønu guda- læruna – á føroyskum SJÓNLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hjørdis Johansen hevur í mong ár havt dramaverk- staðin í Havn. Tað er henn- ara einasta arbeiði, og har arbeiðir hon serliga við barna- og ungdómsleiki. Hon hevur ígjøgnum árini luttiki á nógvum stevnum og festivalum við børnun- um, og nú er hon júst aftur- komin av Cuba. Hon sigur, at tað altíð hevur verið ein dreymur at sleppa til Cuba, og at hon ikki ivaðist í at royna seg, tá høvið beyðst. – Tað eru al- tjóða barna- og ungdóms sjónleikarastevnur annað hvørt ár. Annað hvørt ár í Týsklandi og annað hvørt ár onkra aðra staðni í heim- inum. Luttakararnir koma úr øllum heiminum. Fleiri 1000 sjónleikarafeløg úr yvir 100 londum luttaka. Ein av høvuðsaktørunum aftanfyri tiltakið, er kendi felagsskapurin UNICEF. Men tað er hóast alt ikki bara bara at sleppa við, greiðir hon frá. Hjørdis sigur, at tú mást søkja um loyvi, og við um- sóknini skal tú senda eitt sjónband við leikinum, ið tú ætlar at framføra á festi- valinum. Síðani er ein al- tjóða dómsnevnd, ið velur teir bestu leikirnar út. So tað er eitt slag av upptøku- roynd. Hjørdis valdi í ár at nýta sama leik sum ein ann- ar bólkur hjá henni nýtti fyri tveimum árum síðani í Týsklandi. – Tey fingu heilt framúr góð skoðsmál fyri leikin tá, so vit søktu við sama leiki og sluppu við, greiðir hon frá. Tey ar- beiddu hart at savna pening saman, eins og tey vórðu væl stuðlað av ymsum fyri- tøkum. Foreldrini góvu eis- ini eitt ískoyti til dýru ferð- ina. »Vit skiltu tykkara leik« Nakrar av treytunum fyri at sleppa við til festivalin eru, at øll skulu framføra á egn- um máli og at leikararnir ikki skulu vera meiri enn 15 ár. – Um fólk ikki skilja dialogin í einum leiki, ert tú noyddur at spæla tað betri, so tey skilja boðskapin ígjøgnum rørðslur. Men tað setir stór krøv, serliga tí leikararnir eru so ungir, sigur Hjørdis. Hon greiðir frá, at tey arbeiddu nógv við leikinum, fyri at fáa hann skilligan bert við at nýta rørðslur. Tey hava vant hann fleiri ferðir, har ikki var loyvi at siga eitt einasta orð. Tey brotini, við nógv- ari samrøðu, ið ikki kundu spælast uttan orðini, vórðu heilt einfalt strikað ella um- skrivað. Hetta drúgva arbeiðið vísti seg eisini at geva úrslit. Tey spældu á national teatrinum í Havanna, fyri fullum sali. Har vóru bæði luttakarar á festivalinum, eins og gjaldandi, lokalir áskoðarar. Framførðslan gekk ótrúliga væl, onkrir smáfeilir vóru, men tað varð alt ótrúliga væl redd- að, heldur Hjørdis fyri. Ìmeðan leikurin varð spældur, hoyrdi Hjørdis, sum sjálv sat niðri í salin- um, eitt dempað suss ímill- um áskoðararnar. Hon hugdi rundan um seg og varnaðist, at tað vóru cub- anskar mammur, ið greiddu smáu børnunum frá hvat tað var, sum hendi á pall- inum. – Tað sigur eitt sind- ur um evnini hjá sjónleik- arunum, tá fólkini á Cuba skilja føroyska leikin so væl, at tey umseta hann fyri smábørnunum, sigur Hjør- dis. – Eftir framførðsluna kom ein ferðaleiðari úr eysturevropa yvir til mín, við tárum í eygunum, og takkaði so inniliga fyri framførðsluna. Hann helt, at tað var heilt fantastiskt, og segði at hann – hóast hann ikki hevði skilt eitt orð – hevði skilt alt. Tað komu eisini nógv børn yvir til leikararnar og søgdu, at »vit skiltu væl tykkara leik«. Tað var deiligt, sigur Hjørdis. Spæla fyri Castro Men tað vóru ikki bara meinigir spanskir cubanar, ið vístu áhuga fyri leikin- um. Hjørdis varð nevniliga kontaktað av sjálvasta Chief of Arms, sum er her- ovastin á Cuba. Hann bað tey vælsignaði koma at spæla á einum øðrum teatr- ið, har Fidel Castro plagar at fara, tá ið hann ynskir at síggja sjónleik. Tað vísti seg eisini, at hesin her- ovastin, sum hevði hoyrt um dugnaligu, føroysku børnini og sum vildi síggja tey spæla, var beiggi Fidel Castro. Men Hjørdis bað um tíð at hugsa seg um í. – Børn- ini vóru óalmindiliga móð. Tað var so óalmindiliga heitt og tey høvdu høvdu gingið við nervum allan dagin, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at skula framføra í einum so stórum teatrið, fyri fult av fólki. Tey kendu ikki pallin, og fingu bert eina lítla løtu at venja í. Tá fyrispurningurin kom, høvdu tey akkurát givið seg meiri enn 100% og givið eina rimmar framførðslu. Eg helt at tey skuldu hava frí, tá tey vóru liðug, og ikki skunda sær víðari til eina ófyrireikaða framførðslu afturat. Hjørdis greiðir frá, at rekvisittir vóru heldur ikki til eina eykasýning. Ì leik- inum er nevniliga ein jatni, ið blakar eina lagkøku í høvdið á einum av gudun- um. Hjørdis sigur, at hetta er ein rættiliga týdningar- mikil sena, og at tey høvdu lagkøkukrem við sær úr Føroyum. Men tey høvdu bara krem til eina sýning, so einki lagkøkukrem var eftir, táið framførðslan hevði verið. Teir báðir teknikararnir, sum vóru við, høvdu eisini fingið trupulleikar við ljósi og ljóði á einum nýggjum palli, so tað bleiv av ongum at spæla fyri herovastanum, beiggja Castro. – Og tað vóru leikararnir eisini fegnir um, tí tey vóru veruliga troytt, sigur Hjørdis, sum man vera einasti føroyingur, sum hevur upplivað at siga nei til Castro. Orsøkina segði hon vera tekniskar trupulleikar. Seinni um kvøldið fingu tey aftur eina áheitan um at spæla leikin umaftur, men svarið var tað sama. Sum ein fangalega Tríggir av leikarunum, sum vóru við, eita Maria, Tjóð- hild og Barbara. Tær siga allar, at túrurin á Cuba hev- ur verið sera læruríkur, ikki bert leiklistarliga. Tær greiða frá, at á Cuba er alt deilt upp í tvey. Tað eru tur- istarnir, sum búgva á hotellum og sum leggja pengar eftir seg, og so eru tað øll hini. Av tí, at før- oyska ferðalagið ikki búði á hotelli, men á einum skúla, høvdu tey ikki somu framí- hjárættir, sum vanligir tur- istar hava. Tey vóru sera væl eftiransað og sluppu ikki at gera sum tey vildu. – Har var politi allastaðni. Vit kendu okkum trygg, við- hvørt næstan for trygg, tí vit slupp einki at gera. Vit sluppu ongantíð á nakra strond og heldur ikki at spáka runt í býnum. Um vit skuldu út, kom ein bussur eftir okkum og koyrdi okk- um har vit skuldu. Um vit skuldu keypa, vórðu vit koyrd til ein marknað og fingu so avmarkaða tíð at keypa í. Vit sluppu ikki ein- gang út um skúlan fyri at fara í eina kiosk. Bussarnir komu sjáldan til tíðina, onkuntíð bíðaðu vit upp til tríggjar tímar, greiða tær frá. – Fleiri av hinum, sum búðu á skúlanum kláraðu ikki at liva so. Tað kendist viðhvørt sum ein fangal- ega, so tey fluttu á hotell at búgva. Tá hevur man jú loyvi at gera júst tað, man vil. So at enda vóru tað bara vit, mexicanarar og cubanar, sum búðu eftir á skúlanum, siga tær tríggjar. Tær siga, at tær tóku tað sum eina uppliving. – Tað var ikki so ringt, tí vit vistu at vit sluppu heimaftur. Cubanarar liva soleiðis altíð, og teir hava næstan ongan kjans at sleppa av oynni, sigur Tjóðhild. Hjørdis sigur, at hon sum ferðaleiðari, kendi tað ógvuliga frustrerandi at vera undir so strongum eftirliti allatíðina. – Vit máttu forhandla í langa tíð, hvørjaferð vit ætlaðu okk- urt. Og svarið varð akkurát sum lagið á vaktunum var. Ein dag bar okkurt ikki til, men næsta dag var einki problem. Har vóru t.d. verðins lekrastu ísar, men bara tvær ferðir sluppu vit út at keypa okkum ís. Tað er forferdiliga ringt at um- stilla seg, tá ið tú ert vanur at gera sum tú vilt, tá tú vilt, sigur hon. Skelkandi fátækradømi Føroyski leikbólkurin hevði ein bás á einum forti nevnt Morro. Har bregdaðu tey vinarbond, kvóðu og gjørdu ymisk dansispøl, vístu plakatir úr Føroyum og høvdu okkurt frá Sirri og Alv at sýna fram. Hjørdis heldur, at tað var ein vakur básur, men tað, ið serliga fangaði áhugan hjá cuban- unum, vóru kúlupennar, viskileður, ballónir o.t., ið tey høvdu sett á borði til fólk at fáa sær. – Tey vóru so yvirfegin um at fáa eina ballón ella ein kúlupenn. Tað var ordi- liga skelkandi at síggja. Men sjálvt um tey einki eiga, so eru tey so ómeta- liga glað og blíð. Tey dansa allatíðina og mussa og klemma øll. Tað gevur nak- að at hugsa um, at tey eru so glað, sjálvt um tey eiga so lítið, greiða genturnar frá. Hjørdis sigur, at orðið kræsni eisini fekk eina nýggja meining fyri tey flestu á túrinum. Handils- bannið bleiv sett í verk ímeðan tey vóru har, og tað merktu tey væl, serliga á matinum, sum ikki var nak- að serliga góður. – Einasta kryddið var salt, og sera lítið av grønmeti og frugt var at fáa. Tað var mest rís, vit ótu. Men tey royndu veruliga at gera sær ómak og vit høvdu hvønn dag fleiri ymiskar rættir at velja ímillum, sigur Hjørdis frá. Men tað var ringt hjá forvandu føroysku børnun- um at skula eta mat, sum ikki smakkaði serliga væl. Í byrjanini vóru bakkarnir framvegis fullir av mati, tá teir vórðu bornir til upp- vaskidamuna. Men tá komu cubansku bussførararnir rennandi við plastikkpos- um, og bóðu um at fáa rest- irnar. Hjørdis tosaði eisini við tey ungu um hesa dam- una, sum stóð og tók ímóti bakkunum, eftir at tey høvdu etið. Hon hevði allarhelst børn og ongan mat at geva teimum. Og so skuldi hon standa allan dagin og tveita mat í skrellispannina, tí føroying- arnir vóru so kræsnir. – At enda bleiv tað næstan ein sportur hjá teimum at eta upp, og tey ansaðu eisini betur eftir hvat tað var, tey fingu sær upp á bakkan, sigur Hjørdis. So onkra ávirkan hevur tað havt. Maria, Tjóðhild og Barb- ara halda eisini, at tað av- gjørt hevði stóra ávirkan á tær. Serliga tað, at cubanar eru so kúgaðir í egnum landi, og at teir ongan møguleika hava at sleppa burtur úr vesaldóminum. – Vit høvdu sjálvandi lisið um Cuba og vit høvdu eisini hoyrt hvussu tað var. Men tey flestu sum hava verið har og tey sum hava skrivað bøkurnar, hava ver- ið har sum turistar. Vit upp- livdu eina aðra síðu av Cuba enn tey. Tað var rætti- liga skelkandi at síggja og merkja hvussu tey verða viðfarin, siga tær. Tær greiða eisini frá um vanlig føroysk gerandis- ting, so sum heitt vatn í brúsuni og rein vesi við setri og lási á hurðini, sum tey máttu klára seg fyri- uttan. Góður íblástur Leiklistarliga fingu tey eisini í posa og sekk av at síggja allar hinar fram- førðslurnar. Tær greiða frá, at tey flestu av hinum bólk- unum nýttu nógvan dans í teirra leikum. – Okkara framførðsla var ein av teim- um fáu, sum bert var leikur. Og vit skiltu ikki so nógvar av hinum leikunum heldur. Men hóast tað, so ber til at hyggja at ljósi og ljóði, búnum, rørðslum o.ø. Hini spældu heilt onnur sløg av leiki og tað er altíð gott at síggja okkurt annað, siga tær. Og kanska nýggi íblást- urin fer at koma Drama- verkstaðnum til góðar kom- andi summar, tá barnasjón- leikarastevna fyri triðju ferð verður hildin í Havn. Har kunnu øll vera við, ein- asta treyt er, at luttakararnir eru undir 14 ár. – Vit eiga ótrúliga góðan og evnaríkan ungdóm, og vit mugu royna at stuðla og eggja honum. Sjónleikur er so ómetaliga góður, serliga í einum samfelag sum okk- ara, har tú allatíðna møtur avbjóðingum, og har tú ofta má geva upp. Nú hugsi eg eisini um skúlan, sum alla- tíðina setur avmarkingar og veggir upp, til tey ungu at renna seg í. Tá er tað gott at kunna sleppa burtur við at spæla eina løtu, heldur Hjørdis. – Eg eri hørð við tey, men tað er tí, at eg veit hvat tey hava og hvat tey megna. Tað gevur eina stóra gleði at prógva, at tey kunnu fara útum múrarnar, sum tey renna seg ímóti. Tá tey ungu sjálvi síggja, at tey megna meiri enn tey hildu, gevur tað teimum sjálvsálit og mót. Og tað er gott. Teirra leiklistarligu evnir eru eisini á sera hørðum støði, tað fingu vit prógva á Cuba, staðfestir Hjørdis. Hon heldur fyri, at tað í grundini var spell, at tað ikki var ein kapping. So høvdu tey funnið útav júst hvar tey flóta á altjóða støði. Sjálv ivast hon ikki í, at úrslitið hevði verið sera gott, møguliga eitt fyrsta pláss. Og vit mugu bara staðfesta, at tá tú kanst spæla ein leik um norrønu gudalæruna á føroyskum, og fáa øll í eini alheims áskoðarafjøld at skilja leik- in, tá liggur væl fyri við leiklistarligu evnunum. Vit bíða og vóna at vit sleppa út úr skúlanum at keypa Á Morro har básurin eisini var. Her verður stevnan sett Í svimjihylinum Básurin hjá dramaverkstaðnum Vit bíða eftir bussinum. Onkuntíð bíðaðu vit upp til 3 tímar Havanna Føroyska ferðalagið á Cuba. 14 leikarar upp til 14 ár, tveir teknikarar og Hjørdis Johansen, leikstjóri Føroysk børn stjørnur á Cuba C M Y K 9 8