hósdagur 12. august 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 151 - 12. august 2004
Nr. 151 - 12. august 2004
11
So kom summarið langt um leingi eftir
nakrar mánaðir við mestsum vetrarkulda.
Fólk hava sagt í jaligari merking, verið sum
hamskift av góða veðrinum. Eitt, sum hevur
eyðkent summarið, er, at nú eru fleiri festi-
valar umframt vanligu siðbundnu stevnurnar.
Festivalarnir eru eitt sera kærkomið og upp-
lívandi ískoyti til stevnurnar. Meðan stevn-
urnar mest snúgva seg um ítrótt, so eru festi-
valarnir eyðkendir av tónlistarligum og øðr-
um listarligum tiltøkum.
Festivalurin yvir øllum er Listastevnan í
Havn, men lat tað verða sagt alt fyri eitt, at
festivalarnir úti á bygd standa ikki aftanfyri í
dygd og fjølbroytni, bert í vavi og tað ger
minni. Listastevnaner eitt fantastiskt tilboð til
føroyingar. Her hava vit eitt einastandandi
høvi at koma í samband við altjóða list innan
mangar listagreinir, eingin nevnd og eingin
gloymd. Samstundis hava vit høvi at møta
nøkrum av tí besta í føroyskari list. Hetta er
sera gott fyri bæði list og almenning. Í ár var
úrskrivað skaldsøgukapping. Hetta var eitt
frálíkt hugskot og skal blaðið við hesum nýta
høvið at ynskja Oddvør Johansen hjartaliga
tillukku við virðislønini. Ein slík kapping
kann stimbra áhugan hjá skrivandi fólki. Nú
verður spennandi, hvat kappingin næsta ár
fer at hava sum evni.
G-festivalurin, summarstevnan í Fuglafirðri,
Summarfestivalurin í Klaksvík og onnur til-
tøk eru eisini sera spennandi íkast til heildar-
myndina av festivalum í ár. G-festvalurin og
summarstevnan í Fugalfirðu vóru, so ymisk
annars, ómetaliga flott tiltøk, og eru tey
ivaleyst komin fyri at vera. Nú er so summar-
festivalurin í Klakksvík eftir. Fyrireikararnir
møta við einum framúrskarandi programmi,
ið røkkur frá Hensley til Johan í Kollafirði. Jú
klaksvíksingar og teir mongu gestirnir, ið iva-
leyst fara at streyma til Summarfestivalin,
hava nógv og góð tónleikatiltøk at gleða seg
til. Vit ynskja fyrireikarunum góða eydnu við
tiltakinum komandi dagarnar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Summar, sól
og festivalar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Elias Joensen
Jeg skriver dette for minne
jer på, at det er jer, der er til
for os og ikke vi, som er til
for jer, for så skal der
skiftes nogle stole ud, men I
burde skamme jer, at I
tænker mere på jer selv, end
på de ringeste stillede så-
som Peter at sige, at Gun-
vør ikke kan klare det, det
er en stor løgn, for det kan
hun godt, men for at åbne
jeres øjne, sender jeg her en
sang, som I må lægge jer på
sinde og tænke over, hvad
det er, I er igang med.
af savnde
de grå og røde huse
for dem der har det ont
De grå og røde huse
i Byens dybe favner
hjemsted for en lille flok
hvis liv består
vil altid stå i stråleglans
for dem der tænker sundt
lidt solskind giver kraft og
mod
til store som til små
og lyser op på denne jord
som oftes syntes grå
man finder også solskind
i hvert lille kærligt ord
som bringer glæde til hver
sjæl
der bor på denne jord
hver skovens hjort og hare
lever frit og uden tvang
Mellem Åndens svage
som har samme trang
de grå og røde huses dyst
for dem der har det ondt
vil altid stå i stråle glans
for dem der tænker sunt
i
underskoven
kæmper
busk
og urt mod træers magt
og kampen føres ganske
stille
stadig uforsagt
vor kamp blir altid ført for
dem
der har det hårt og svært
og mange nederlaghar stor
tålmodighed os lært
Skrevet af Elias Joensen
Til lille Peter
Tíðindaskriv
Starvsfólkini í ÚF
Tórshavn 10. august 2004
Starvsfólkini í Útvarpi Før-
oya hava fyrrapartin við-
gjørt støðuna, nú landsstýr-
ismaðurin í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni, hevur
boðað frá, at Útvarpið og
Sjónvarpið skulu leggja
saman tann 1. januar 2005.
Starvsfólkini taka til eftir-
tektar politisku avgerðina
hjá Jógvani á Lakjuni um at
leggja saman Útvarpið og
Sjónvarpið í ein almennan
kringvarpsstovn.
Men starvsfólkini átala
óhepnu framferðina hjá
landsstýrismanninum
í
hesum máli.
Samanleggingin
tykist
vera ófyrireikað, og av-
gerðin um hana tikin í
skundi.
At tað, sum frá líður,
verður betri við einum
stovni kunnu starvsfólkini á
báðum almennu loftmiðl-
unum bara vóna, tí lands-
stýrismaðurin kann ikki
vísa til nakra kanning, sum
gevur ábendingar um, at
ein stovnur er betri enn
tveir.
Hvørki starvsfólk í SvF
ella í ÚF fingu nakað at
vita frammanundan um
samanleggingina, og tí
kennist tað sum landsstýrs-
maðurin fyrst skjýtur og
síðani spyr.
Og løtan at boða frá slík-
ari stórhending var eisini
óheppin, seinasta arbeiðs-
dag fyri vikuskifti um há-
summarið, tá nógv starvs-
fólk eru í summarfríi.
– Vit átala og harmast um
knortlutu framferðina hjá
landsstýrismanninum
og
Mentamálaráðnum í hesum
málinum, og vit leggja dent
á, at vit eiga at vera við í
fyrireikingunum, sum nú
byrja, frá fyrsta degi. Okk-
ara partur skal ikki liggja
eftir, siga starvsfólkini í
Útvarpi Føroya.
Samstundis vóna starvs-
fólkini, at fíggjarliga støð-
an hjá ÚF og umstøðurnar
yvirhøvur verða ikki verri,
nú ÚF og SvF skulu leggj-
ast saman. Tí so er meira
tapt enn vunnið.
Skjýtur fyrst og spyr aftaná
Mest sum av tilvild er
samstarv komið í lag
millum føroyska
plátufelagið Tutl og
tónleikahugaðar
menn í sveis. Ein
ferðamaður í Føroy-
um gjørdist hugtikin
av føroyskum tónleiki
og setti seg í samband
við vinmann sín, sum
hevur fløguhandil.
Úrslitið er, at føroysk-
ar fløgur nú verða
førdar fram í Sveis og
virksemið hesum við-
víkjandi tykist at
breiða seg við miklari
ferð, sum ringar í
vatni
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í Sveis eru fólk veruliga við
at fáa eygu og oyru upp fyri
føroyskum
tónleiki
og
framstigini eru løtt at síggja
í arbeiðinum at føra før-
oyskan tónleik fram har.
Men alt byrjaði av tilvild.
Ein ferðamaður úr Sveis,
Felix vandenBerg, gjørdist
á eini ferð í føroyum í jan-
uar í ár so hugtikin av før-
oyskum tónleiki, at hann
gjørdi av at gera meira við
hetta.
Við sær heim hevði hann
føroyskar fløgur og setti
seg í samband við vin-
mannin Roger Ray, sum
hevur fløguhandilin Tonart.
Saman hava hesir nú roynt
at føra føroyskan tónleik
fram í Sveis og fyribils er
úrslitið, at samstarv er við
Tutl og at Høgni Lisberg og
seinni Ygdrasil skulu til
Sveis at spæla.
Tónleikur og
fótbóltur
Fyrst í september fer Høgni
Lisberg at spæla í Sveis.
Tann 4. september spæla
føroyingar eisini fótbólt
har, so nógv verður gjørt
burtur úr tann dagin. Høgni
við bólki skal spæla 2., 3 og
4. september og einsamall-
ur 5. og 9. september og
verður tað í St. Gallen,
Basel og aðrastaðni. Í
november
fer
bólkurin
Ygdrasil til Sveis at spæla.
Blaðmaður á vitjan
Teir báðir mennirnir í Sveis
eru eldhugaðir og hava
fingið onnur við sær.
Sveisiskt sjónvarp hevur
víst tiltøkunum áhuga og
somuleiðis útvarp. Og í
næstum kemur ein blað-
maður úr sveis til Føroya at
kunna seg um Føroyar,
mentan og tónleik. Eisini er
ein útvarpsrás, sum ætlar at
leggja seg meira eftir at
senda norðurlendskan tón-
leik.
- Fyri fyrst hava teir lagt
seg eftir at nýta mína fløgu
og nakrar aðrar fyri at føra
føroyskan tónleik fram,
sigur ein vælnøgdur Høgni
Lisberg, sum fegnast um
stóru framstigini í hesum
samstarvinum, sum jú ikki
er ársgamalt enn.
- Eins og hjá okkum, so
er í stóran mun talan um
idealistiskt arbeiði, tí stóri
peningurin er ikki tøkur,
men fleiri ummæli og
greinar eru skrivað í tíðarrit
og bløð, so hetta breiðir
seg, sigur Høgni.
Støðug brúgv
Høgn Lisberg er eisini
spentur uppá, hvat hetta
kann føra til.
- Tað hevði verið stuttligt,
um hetta gjørdist ein støðug
brúgv, sum kann virka báð-
ar vegir. Hetta byrjar at líkj-
ast tí, sum hendi í Íslandi,
har føroysk bylgja tók seg
upp. Fólk eru sera áhugað
og hetta er jú í miðum
Europa, sigur Høgni Lis-
berg, sum um ein mánað
spælir sín tónleik fyri
áhoyrarum í Sveis.
Tutl í samstarvi við Tonart í Sveis
Hetta segði Ólavur
Rasmussen, prestur,
millum annað í sera
hugtakandi røðu, tá
hann setti tann partin
av Listastevnuni, sum
er í Gallarí Oynni á
Tvøroyri. Har sýna
listafólk úr Føroyum
og Danmark fram
LISTASTEVNA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Zacharias Heinesen, Stine
Ring Hansen og Steffen
Luttge sýna fram í lista-
skálanum á Tvøroyri -
Oyggin - í hesum døgum.
Framsýningin í Oynni er
partur av listastevnuni.
Stine er 36 ár og mett at
teljast millum evnaríkastu
ungu høggmyndlistafólkini
í Danmark.
Steffen er 59 ár og hevur
í meira enn 40 ár fingist við
høggmyndlist og hevur havt
framsýningar
kring
alt
Europa.
Umframt at fáast við
høggmyndlist og sýna fram
saman, eru tey bæði eisini
gift.
Zacharias er føddur í
1936 og málar landsløg, ið
ofta eru skipað í kubistiskar
formar. Flestu føroyingar
kenna verk hansara og sagt
hevur verið, at hann fær
oyggjar okkara at síggja út,
sum eru tær flótandi oyggj-
ar.
Ólavur setti stevnuna
Ólavur Rasmussen, prestur
í Leirum í Hvalba, setti
hendan partin av Lista-
stevnuni og hann fegnaðist
í áhugaverdari røðu um at
fáa loyvi at seta stevnu og
framsýning.
Hann segði m.a., at tor-
ført er at definera list, eins
og tað er torført at definera
sjálvt lívið. Bæði hava tað
til felags, at tey eru torfør at
seta í bás og verða tey tað,
so verða tey kvald.
Ólavur Rasmussen end-
urtók ymiskt eftir Kierke-
gaard og tað var eisini
hann, ið segði, at lívið er
sum eitt flot. Tey flestu sita
sum sílafiskarar við áar-
bakkan og hyggja at flot-
inum. Listafólk hava hin-
vegin ikki áhuga í flotinum,
men í tí, sum fyriferst á
botni, og samanbar Ólavur
hereftir listafólk við eina á,
har tey ungu eru sum áar-
føri og í støðugari leitan,
men allur originalitetur
byrjar sum kopi. Máað
verður av lívsins áarbakk-
um og at enda rennur vatnið
við minni ferð og er klárari,
men ein kann enn granska í
hesi mynd av ánni, sum
tykist so løtt, men sum tó er
meira, og í fragd um listina
hoyrast dunini frá foss-
inum, sum ein veit streym-
aði ígjøgnum penslastrok-
ini.
Eitt samfelag uttan liv-
andi, skapandi list er eitt
steindeytt og turrgelt sam-
felag og bara hann, sum
ræðist lívið, ræðist listina,
metti Ólavur.
Ólavur greiddi frá sínum
tilknýti
til
listamannin
Zacharias Heinesen. Sum
prestur í Suðurslesvik søkti
ólavur grunnar um pengar
til nýggja kirkju til donsku
meinigheitina í Husum.
Mærsk Mckinney Møller
vildi fegin gjalda alt sjálv-
ur. Fegin um hesi gleðiboð
ringdi Ólavur Rasmussen
til Zacharias og heitti á
hann um at mála altartalvu
og bleiv hann harvið hin
fyrsti føroyingur at mála
talvu til kirkju uttanlands,
tað Ólavur veit um.
Ein krókur í Leirum er
settur av og har hanga út-
kast til altartalvuna og tey
fegnist eg um hvønn dag,
segði Ólavur Rasmussen
millum annað.
H e i m s s p e k i n g u r i n
William James gekk ein
dagin túr í Cambridge,
hetta er á leið í ár 1900.
Saman við honum vóru
tveir studentar, genta og
drongur. Ímóti teimum kom
hábærsligur
maður
við
hvítum skeggi, hann bar
hatt og svingaði stavinum
aftur og fram. Hann var
sjónliga burur í øðrum
heimi. „Líkamikið hvør
hasin er, so er hann ímynd-
in av einum fráverandi pro-
fessara”, segði gentan.
Tá segði James; Tað tú
veruliga meinar er, at hann
er nærverandi onkra aðra-
staðni.
So skjótt kunnu orð,
strofur og strikur flyta okk-
um, tá fordómar fella, segði
Ólavur Rasmussen millum
annað, tá hann setti Lista-
stevnu í Gallarí Oynni á
Tvøroyri.
Tonart selur føroyskan
tónleik í Sveis og hyggur ein
væl, so sæst fløgan hjá Høgna
Lisberg og aðrar føroyskar
fløgur í handilsvindeyganum.
Ferðamaðurin Felix setti
samstarvið við Tutl í gongd
og handilsmaðurin Roger tók
fegin við. Teir báðir síggjast á
myndini. Í dag er rættilig
ferð á arbeiðinum at føra
føroyskan tónleik fram í lítla
landinum mitt í Europa
Listastevnan:
Eitt samfelag uttan livandi
list er steindeytt og turrgelt
Zacharias Heinesen, Stine
Ring Hansen og Steffen
Luttge sýna fram í
listaskálanum á Tvøroyri -
Oyggin - í hesum døgum.
Mynd: Leivur Nygaard
C
M
Y
K
11
10