Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 35 Komandi partur Í 3. parti verður greitt frá teimum næstu systkjunum í røðini. Ætlanin er at hava tríggjar partar aftur at hesum. Onkran morgun kundi hann boða til havnartúr. Tað var stuttligt. Mary og Amy minnast, at so sluppu tær inn í H.N. Jacobsens Bókahandil at keypa sær pappírsdukkur. Silver Belle var fyrsta skipið, Venzil var til skips við, hann var 15 ára gamal tá. Pápin var skipari. Hann var ógvuliga ringur av sjóverki, mátti fáa havrasuppu upp á dekkið. Tað javnaði seg tíbetur. Í 1938 fór Venzil við Phebe, pápi hansara var skipari. Hann hevði tvímanskoyggju saman við Magga, sum ikki var so óvanligt. Viðhvørt tørnaði annar inn í koyggjuna hjá pápanum. Um summarið vóru teir á Norðurlandinum. Teir vóru inni á Siglufjørðinum hvønn leygar­dag eftir feskari sild til agn. Venzil sigur, at hetta var ein góð tíð. Teir svumu í svimjihylinum á Siglufjørðinum, vóru undir brúsu og í dampbaði, eisini vóru teir ofta í biograf. Teir vóru sum oftast í kirkju sunnudag. Í 1941 var Venzil í Íslandi og arbeiddi fyri ameri­kanarar at gera flogvøll, mest at fáa sand til vega. Tá ið teir skuldu fara til Íslands, fóru teir til Havnar, tí teir skuldu við einum skipi, sum skuldi til Íslands, men hetta bleiv av ongum. Teir fóru so við einum torpeduskipi, sum sigldi øtiliga skjótt. Seinni undir krígnum sigldu teir til Íslands við Phebe og Columbus at keypa fisk, sum teir sum oftast seldu í Aberdeen. Hann minnist ikki nakra vandastøðu, meðan hann sigldi undir krígnum. Maggi sigldi eisini. Men teir syrgdu fyri ikki at vera við sama skipi í senn. Vildi illa til, skuldi mamman ikki missa tveir synir. Venzil var við koltrolarunum Urd og Høga­ fossi. Teir fingu nógvan físk.  Ógvuliga stríggið var at sigla við koltrolara. Hvør kolmoli skuldi verða lempaður við hond, tá ið teir kyndu. Tá ið teir løgdu stilt at reinsa, brúktu teir ikki so nógv kol. Ketlarnir lóku eisini so illa, at teir fleiri ferðir máttu leggja stilt at tetta teir. Tað var ikki so lætt, tí teir máttu fara inn í teir heitu ketlarnar. Teir blivu eisini so sárhentir av at kryvja, men tá ið teir fingu plastikkhandskar, var betri. Hann róði eisini út í Føroyingahavnini við Sørini á Líðini úr Rituvík. Venzil sigldi við íslendskum trolarum í 1950-árunum sum so nógvir føroyingar gjørdu. Hann var við Gerpi og við Goðanesi av Norðfjørðinum. Ein túr eystanfyri vóru teir fýra brøður við Goðanesi.  Í 1957 á veg inn á Skálafjørðin eftir fólki, rendi Goðanes á flesjarnar og sakk. Venzil var ein teirra, sum skuldu við.   Eftir hetta var hann við Havborgini í fleiri ár, til hann gavst at sigla. Havborgin var tann av teimum gomlu trolarunum, sum helt longst á í føroyska fiskiflotanum. Maskinan gjørdist oljufýrd, og Havborgin fór at royna eftir ídnaðarfiski, sum av álvara tók dik á seg í 1970-árunum. Fór í land Tá ið Venzil legðist uppi, arbeiddi hann fyrst fleiri ár hjá Landsverkfrøðinginum, so hjá Phil. & Søn. Hann arbeiddi ymsastaðni, til dømis í Nólsoy og í Havn. Teir stoyptu og bundu jarn. Venzil arbeiddi so mikið leingi har, at hann fær eftirløn frá Havnar Arbeiðsmannafelag. Eitt skifti hevur hann eisini arbeitt í Grønlandi. Eftir tað, at Venzil gavst at arbeiða, hevur hann tikist við ymiskt, hjálpt synunum at byggja og at umvæla húsini hjá sær, havt seyð, og hann hevur hoyggjað til fyri fáum árum síðan. Synirnir, abbasonurin og hann hava eisini velt á hvørjum ári, og tá kom kapp­ ingarlyndið upp í hann, serliga, tá ið teir settu niður epli. Venzil giftist 2. desember í 1953 við Jenny, systkinabarni sínum, dóttur Jógvan, pápabeiggjan, og Súsannu. Tey fingu tveir synir, Oddmar og Jónsvein. Tey bygdu í Rituvík, men nógv ár búðu tey inni hjá Jógvani. Jenny var um foreldrini, til tey doyðu. Stutt eftir fluttu tey í síni hús. Jenny arbeiddi nøkur ár sum heimahjálp. Tey seinastu árini var hon ógvuliga illa fyri, og tá var Venzil henni góð hjálp. Jenny doyði 3. mai í 2012. Venzil býr nú einsamallur í húsi. Hann fær góða hjálp frá heimarøktini, annars hevði tað ikki borið til. Hann er væl nøgdur.           Sára Sára er fødd 20. februar í 1923 og er elst av systrunum. Hon hevur altíð verið ógvuliga still­før og mild. Mamman var ofta á hvíldar­ heim­inum, og so stóð Sára fyri húsinum. Tá høvdu børnini tað rættiliga frítt. Sára var nokk so droymandi, og henni dámdi so væl at sita framman fyri komfýrin við fótunum inni í bakarovninum. So kundu tær yngru systrarnar greiða henni so leingi, tað skuldi vera. Sum ung passaði Sára onkuntíð konur upp á song. Tá lógu konur á song upp í tíggju dagar eftir tað, at tær høvdu átt, og tær fingu alt borið upp í hendurnar. Hon lærdi at seyma hjá Nellu við Rætt á Toftum. Har var eisini ein kona, sum tey róptu Ingemi, hon lærdi Sáru at seyma buksur. Tey áttu eina mostur suðuri í Vági, sum æt Inga. Eldra dóttir hennara, Sonja, doyði ung av tuberklum. Tá fór Sára suður til hennara at vera eitt skifti. Sára giftist við systkinabarni sínum, Der­ hardi, soni Jógvan, elsta pápabeiggjan, og Súsannu. Derhard og Jenny, kona Venzil, vóru systkin. Sára var blaðung, tá ið tey komu saman. Tey giftust 22. desember í 1946, og tey fingu fimm børn, Magnus, Jógvan, Judy, Jør­ mund og Doris. Derhard sigldi við Phebe, Føringinum, Royndini, og undir krígnum sigldi hann við Ester. Onkuntíð var hann skipari á William Martin. Hann sigldi eisini við vágatrolarunum Varðberg og Nýpuberg. Í 1957 fór hann við Havborgini, og hann førdi hana nógv ár. Hann var við Havborgini til í 1979, tá fór hann í land. Sum vanligt var tá, var Sára heima og passaði húsið og børnini. Misti sonin Tann 19. november í 1993 vóru tey fyri tí stóru sorg at missa elsta sonin, Magnus. Hann sigldi við Polarhav, og Jørmund, beiggi hansara, var skipari. Teir landaðu í Hanstholm og høvdu verið í landi. Hált var, og á veg umborð gleið Magnus og datt so illa, at hann doyði. Tað var ein øgiligur missur hjá teimum øllum, ikki minst hjá konuni, Randi og synunum, Dan, Rógva, Sunnleifi og Fríða. Sovorðnan miss forvinnur tú ongantíð. Sára hevur verið nógv plágað av høvdinum. Einaferð, hon og nógv onnur komu aftur av jarðarferð, øll standandi í lastini á einum lastbili, koyrdi bilurin útav. Hon fekk ivaleyst ringan heilaskjálvta tá. Henni hevur altíð dámt so væl at ganga, og ofta fór hon eitt rend upp um Hálsin heim í Heiðar til handils. Nøkur ár arbeiddi hon sum heimahjálp, til hon gavst fyri aldur. Nú eru nøkur ár síðan, at hon fór á Ellisheimið í Runavík, og har dámar henni væl. Sára og Derhard búðu Uppi á Varða í Ritu­ vík. Venzil og Jenny saman við synunum, v.f. Jónsvein og Oddmar Tey hjá Sáru: Standandi v.f. Jørmund, Derhard, Sára og Jógvan. Húkandi Judy og Doris. Settur inn, Magnus Rituvík er komin á heimskortið