hósdagur 3. desember 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
34
Óli Jacobsen
TEY 12 SYSTKINI Í RITUVÍK:
TEY ELSTU TÓKU UM ENDAN
Í fyrsta partinum varð greitt frá foreldrunum hjá heimsins elsta systkinaflokki.
Hann er farin um tey 1.000 árini. Nú verður greitt frá systkjunum.
Hesa ferð verður tað um Magnus (Magga), Venzil og Sáru
2. partur
H
enda røðin um søguna hjá hesum
systkjunum er gjørd saman við
systrini Amy Tausen, sum eigur
meginpartin av tilfarinum hjálpt
av sínum ættarfólki. 1. partur var um foreldrini.
Nú verður greitt frá systkjunum eftir aldri.
Maggi
Maggi er tann triði í ættarliðnum, sum eitur
Magnus. Hann hevur altíð verið kallaður
Maggi. Hann er elstur av systkjunum, føddur
30. oktober í 1920. Hann var 20 ár, tá ið pápin
doyði og saman við mammuni átók hann sær
høvuðsábyrgdina av húsinum. Tá pápin lá á
deyðastrá, hevði Maggi lovað honum hetta.
Tað kann ikki hava verið lætt. Maggi var
álvaramaður og siðiligur. Tey yngru systkini
hildu hann kanska vera heldur strangan. Men
eftir tað, at tey eru tilkomin, duga tey at síggja,
at annars hevði tað ikki gingið. Tey eru honum
ógvuliga takksom.
Honum dámdi so væl at lesa, og tá ið hann
hevði verið í Havn, hevði hann ofta keypt sær
eina bók.
Maggi hevði sovorðna umsorgan fyri
mammu síni, og viðhvørt, tá ið mamman var
illa fyri, kókaði hann henni havragreyt við
róma afturvið. Tey bæði høvdu virðing hvørt
fyri øðrum.
Tá ið Maggi fylti 90 ár, tosaði Tórður
Mikkelsen í Kringvarpinum við hann. Maggi
segði, at tað var ikki so tungt, tí at mamma sín
fall ongantíð í fátt.
Fór til skips
Maggi sigur soleiðis:
»Vegurin úr Rituvík inn á Høgaból kom,
tá ið eg var 15-16 ára gamal. Eg var uppií at
gera onkur strekki. 100 metrar vórðu gjørdir í
senn. Eg fór til skips 15 ára gamal við Yvonnu
til Grønlands. Pápi var skipari, Hendrik, pápa
beiggi, var 1. bestimaður, og Diktus pápabeiggi
var 2. bestimaður. Ferðin yvir vardi 14 dagar,
og eg spýði allan vegin yvir. Ein dagin bar
pápi meg upp á dekkið og setti meg í ein bát.
Tá ernaðist eg eitt sindur. Eg var sum ein
smádrongur, ógvuliga lítil. Seinni á túrinum
slapp eg av við sjóverkin.
Tá ið vit høvdu fingið uppí skipið, sigldu
vit heim. Vanligt var at koma heimaftur í
september ella oktober, so vóru vit heima fyri
veturin.
Í 1937 fór eg við Silver Belle til Íslands. Tað
var á Suðurlandið um várið og Norðurlandið
um summarið. Var við Phebe (Fibi) í 1938-40 við
snøri í Íslandi.«
Flaggið bjargaði teimum
Her verður sett inn frásøgn hjá Hendriki Poul
sen í Siglingarsøguni hjá Pálli Nolsøe:
Í 1940 mynstraði eg við Phebe sum 2. besti
maður. Skipari var Magnus Olsen. Nú var
kríggið byrjað, og um várið var stríð um flagg
okkara, men Magnus hevði keypt eitt. Vit
høvdu eina góða ferð yvir á Meðallandsbuktina
og høvdu lagt stilt, men um tveytíðina um
náttina var ljóskastari settur á okkum, so tað
varð sum um dagin umborð. Skiparin, sonur
hansara, Magnus, og eg vóru í stýrihúsinum
og fóru beinanvegin út á dekkið við flagginum
og vístu tað, og myrkt varð aftur beinanvegin.
Hetta var eitt stórt bretskt herskip, sum hevði
sett ljóskastaran á okkum. Hendan túrin fingu
við 350 skippund. Síðan vóru vit tveir túrar á
Norðurlandinum, fiskiskapurin var góður, og
vit fingu uppi skipið báðar túrarnar.
Bjargaðir av brennandi skipi
Maggi heldur áfram:
»Á heysti, sum pápi doyði í desember, fóru
vit at sigla við fiski við Phebe millum Aberdeen,
Føroyar og Ísland. Vit keyptu fisk í Íslandi og
í Føroyum og selt varð í Aberdeen. Soleiðis
gingu krígsárini, og vit høvdu mest sum ongar
trupulleikar.
Eftir kríggið fór eg við William Martin.
Derhard svágur førdi hana.
Eg fór á setuskiparaskúla í 1943.«
Í 1954 var Maggi við Hjørdis hjá Fuglafjarðar
Trolarafelag. Teir fóru til Grønlands at royna.
Um hálvan juli kom eldur í skipið av eini
spreinging í maskinrúminum. Viðoyggin
royndi at sleipa skipið, men eldurin var so
nógvur, at har var einki at gera. Hjørdis sakk
i Godthaabfjørðinum. Íslendski trolarin Egill
Rauði tók manningina upp og førdi hana í
Føroyingahavnina.
Teir komu heim í nýggjum klæðum, tí teir
høvdu mist tey, sum teir áttu. Eisini vóru teir
í hálvsíðum ljósum jakkum. Jakkarnir vórðu
róptir Hjørdisjakkarnir!
Í 1961 var Maggi við trolaranum Fiskanesi,
og í 1964 var hann við Oknini, sum var eitt ný
bygt frystilínuskip ætlað til hemaraveiðu við
Canada.
Tá ið Maggi legðist uppi, arbeiddi hann fyrst
nógv ár hjá Landsbyggifelagnum og so hjá Phil
& Søn. Arnholt, beiggin, var arbeiðsformaður.
Venzil arbeiddi eisini har.
Í 1972 fór Maggi aftur til skips. Nú var tað
við ídnaðartrolaranum Magnusi í Rituvík, sum
var uppkallaður eftir pápa hansara. Seinni fór
hann við Polarhav í sama reiðarínum.
Maggi giftist í desember í 1954 við Birthu,
dóttur Tummas og Elspu Justinussen í Leirvík.
Birtha var heima og passaði húsið. Hon dugdi
so væl at gera knetti og frikadellur, fekk fínastu
knetti av moltnaðum fiski. Birtha og Maggi
fingu fýra børn, Regin, Marjun, Tórhild og
Eilen.
Tey giftust inn á Líðini, men seinni bygdu
tey sær hús í Runavík. Birtha doyði 5. apríl í
2002.
Venzil
Venzil er uppkallaður eftir abbanum í móður
ætt. Hann er føddur 8. oktober í 1921. Tað er
tískil minni enn eitt ár millum hann og Magga.
Nú er hann blivin langabbi og langabbasonurin
eitur Venzil. Tað dámar honum.
Venzil er lættur av lyndi. Tá ið okkurt arbeiði
var fyri, dugdi hann so væl at fáa tey yngru
at kappast, so arbeiðið gekk sum eitt spæl.
Hann var eisini húsligur, og hann var óførur
at hjálpa systrunum at vaska upp og niður.
Tá var tað mesta berur viður, so tað var tungt
arbeiði. Hann mjólkaði ofta kúnni, og væl hevur
eisini ligið fyri hjá honum at fáast við matgerð.
Hansara partur hevur ikki ligið eftir.
Siðsøga
Birtha og Maggi
Maggi við sínum børnum, v.f. Regin, Eilen, Tórhild og Marjun