Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 33 Tíðaravmarkað farloyvisstarv. Søkt verður eftir avloysara fyri húsavørð, skjótast gjørligt, í tíðaravmarkað starv. Talan er um fulltíðarstarv, at byrja skjótast gjørligt og fram til og við 31. juli 2016. Arbeiðsuppgávur umfata alt vanligt húsavarðaarbeiðið, eitt nú: • hava umsjón við og røkja innbúgv • hava umsjón við og røkja bygningin og uttandura økið hjá skúlanum • hava umsjón við tøkniligum inleggin- gum, hita-, vatn-, ventilatión-, el- og øðrum skipanum • hava ábyrgd av, at skúlin verður upp- og afturlatin sambært avtalu við leiðslu skúlans • at skúla- og serstovur eru í lagi, tá undirvísingin byrjar • hava ábyrgd av og luttaka í reingerðini av skúlanum; herímillum at vaska við gólvmaskinu. hava ábyrgd av setan av reingerðarfólki og hava umsjón við reingerðarfólki og handverkarum, ið arbeiða á skúlans øki • at rigga til høli í sambandi við próvtø- kur og onnur tiltøk, og vera til handa kring virksemi skúlans; eisini eftir vanliga arbeiðstíð Vit vænta, at tú: • ert handverkari ella hevur samsva- randi útbúgving • hevur telduførleika á brúkarastigi • hevur evni at skipa fyri • trívist at vera saman við ymiskum aldursbólkum • ert áhugaður í at arbeiða við nýhugsan viðv. umhvørvisvinarligari umsiting av bygninginum í sambandi við reingerð, renovatión v.m. • hevur góð samstarvsevni Vit bjóða: • eitt fjølbroytt og spennandi starv • eitt øðrvísi skúlaumhvørvi við nógvum avbjóðingum • eitt arbeiðspláss í støðugari broyting og menning Setanar- og lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsókn: Umsóknir við prógvum, viðmælum og váttanum fyri arbeiðsroyndir skulu stílast til : Skúladepilin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri. att.: Ole V. Laursen ella teldupostur : ole.v.laursen@skulin.fo Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans, tlf. 221063. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. desembur 2015, kl 12.00. Sosialurin / KvR 34 18 00 Húsavørður til skúladepilin í suðuroy Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa í SMS, í tíðarskeiðnum 11.-23. desembur. Gávur, ið givnar verða í jólagrýtuna, geva Frelsunarherinum møguleika at hjálpa føroyingum peningaliga, ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí. Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum. Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum: Um tær tørvar peningarliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og biðja um jólahjálp. send mail á: torshavn@frelsunarherurin.fo ella tú kanst ringja: 312189 ella senda bræv til: Postboks 352, 110 Tórshavn Freistin at biðja um jólahjálp 2015, er 9. desembur. Frelsunarherurin Frelsunar- herurin desember-KAPPINGIN Hvønn dag í desember mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 7. januar 2016 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Vinningurin er eitt gávukort frá In Tone Clinic virði 500 krónur Stramma kropp og andlit uttan Skurðviðgerð við ultraljóði og bioStimulatión Vinn eitt gávu kort á 50 0,-