Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 32 22. nov fingu Durita og Páll ein lítla­beiggja. Hann vigaði 5190 og var 57 cm langur. Foreldrini eru Ebba & Bárður, Hoyvík. 14. november fingu Rebekka Hansen og Birgir Holm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3130 gr. 11. november fingu Joan Niclasen & Áki Ellendersen, Streymnesi, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3270 gr. 30. november fingu Jacoba og Rúni í Homrum, Lopra, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3420 gr. Føðingar 1. november fingu Lilja og Fríði, Skála, eina fitta lítlasystur. Hon var 54 cm long og vigaði 3670 g. Foreldrini eru Jóna og Pætur Dam Jacobsen. 80 ára føðingardagur 5. desember fyllir Viggo Holm, Skálavegur 289, Skála, 80 ár. 70 ára føðingardagur Hósdagin 17. desembur fyllir Kamma Johannesen, Trongis­ vág­ur, 70 ár. Dagurin verður hild­in í Missiónshúsinum á Tvør­oyri tann 18. desembur frá kl. 17.30. Tey, sum vilja halda føð­ ingardagin við mær, verða biðin um at siga mær frá á tlf. 372872 ella sms á fartlf. 222904 áðrenn 10. desembur. Brúdleyp Leygardagin 5. desember giftast Jónvør Djurhuus, Saltangará, og Jonn Sólheim Thomsen, Fugla­ firði. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 13,00. Veitsla verð­ur hildin fyri innbodnum í Ment­ an­arhúsinum í Fuglafirði. Gullbrúdleyp Týsdagin, 5. januar 2016, hava Jenny og Egil Simonsen, Hoyvík, verið gift í 50 ár. Gullbrúdleypið verður hildið á Hotel Føroyum 8. januar kl. 18. Tit, ið vilja gleða okkum við at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin at siga frá á tel. 313450, 213450, 259921 ella teldupost egilsimo@olivant.fo áðrenn 20. desember. Vinarliga Jenny og Egil Brúdleyp Leygardagin 12. desember giftast Tóta Johannesen, Lamba, og Kristinn Akursmørk, Klaksvík. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 11.00. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í leguhúsinum í Nesvík kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin til brúðarhús í Lamba sunnudagin 13. desember kl. 17.00. Gullbrúdleyp 13. nov. høvdu vit verið gift í 50 ár og fara vit at halda gullbrúdleyp í Bygdarhúsinum í Leirvík leygar­ dagin 12. ses. kl. 17.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar henda dag. Tit, ið vilja gleða okkum við at koma, sigið vinarliga frá á tlf. 444256/224256 ella sjsks@olivant.fo. áðrenn 4. des. Vinarliga Kirstin og Símin Jóhan 80 ára føðingardagur Týsdagin 15. des. fyllir Johannes Mortensen á Tvørabakka, 80 ár. Dag­urin verður hildin á Segl­loft­ in­um týsdagin 15. des. frá kl 12.00 til 16.00, har øll eru hjartaliga væl­ komin at heilsa upp á Johannes. Krúndiamantbrúdleyp Hósdagin 10. desember hava Elsa og Sigurd Nielsen, Vestmanna, krún­ diamantbrúdleyp.Dagurin verðu­r hildin í Missiónshúsinum í Vest­ manna leygardagin 19. desembur frá klokkan 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 40 ára føðingardagar Í sambandi við, at vit Róa, Rúna og Elisabeth, gerast 40 ár, ynskja vit at hátíðarhalda hesa stórhending. Vit vilja fegnar bjóða tykkum í føðingar­ dag í starvsmannafelagshúsinum tann 30. desember klokken 19. Tit, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, vinarliga boða okkum frá áðrenn 20. desember. Vinarliga Róa 223982, Rúna 221025, Elisabeth 212992 Krúndiamantbrúdleyp 9. desembur hava hjúnini Hilda og Allon Næs, Hvalba verið gift í 65 ár, dagurin verður hildin í Royn­høllini 28. desembur mill­um kl. 14.00 og 18.00, øll eru hjarta­liga vælkomin at heilsa uppá krún­diamant­brúð­ ar­parið. 65 ára føðingardagur Sunnudagin 13. desember fyllir Johan Sørin Berg, Hvalba, 65ár. Dagurin verður hildin í missións­ húsinum í Hvalba, leygardagin tann 12. Desember, frá kl.17.00-22.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. NØVN