hósdagur 3. desember 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
31
Løgtingsformaðurin metti ikki, at orsøkir vóru til at útseta atkvøðugreiðsluna um Løgtings Umboðsmann
ÁRNI GREGERSEN
Sólja í Ólavsstovu, Løgtings Um
boðsmaður, er sett í eitt fimm ára
skeið afturat.
Løgtingið atkvøddi um setanina
i vikuni og 22 tingfólk vildu hava
hana at halda fram.
– Eg veit væl, at onkur vildi hava,
at málið var útsett, men tað helt ikki
nøkur orsøk var til at gera, sigur Páll
á Reynatúgvu, tingformaður.
– Nógvir fundir hava verið við
floksformennirnar og við for
mansskapin, so eg haldi, at vit vóru
komin so víða um í málinum, at nú
var klárt at atkvøða, sigur hann.
Tingformaðurin hevur havt fleiri
fundir um málið. Hann yvirtók
hetta mál, tá ið hann var valdur til
tingformann.
– Eg boðaði so floksformonn
unum til fundar og har hava vit so
viðgjørt hetta í trúnaði, tí talan er
um eitt starvsfólkamál, sigur hann.
Til atfinningarnar frá Jørg
en Niclasen, formanni í Folka
flokkinum, sigr Páll á Reynatúgvu,
at honum kunnugt eru tað floks
formennirnir, sum eisini fyrr hava
staðið fyri tilgongdini at velja
umboðsmannin saman við floks-
formonnunum.
– Tað er sjálvandi allarbest,
um eitt samlað Løgting velir um
boðsmannin, men sum støðan var
nú, so helt eg, at tað var best at fáa
málið avgreitt, sigur hann.
Løgtingsformaðurin harmast
annars um, at tað sum var viðgjørt
í trúnaði millum floksformennirnar
og tingformannin í stóran mun er
likið út til almenningin.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður,
helt at tíðin var komin
at hava atkvøðugreiðslu
um umboðsmannin
– Gjørdi tað so gott sum eg kundi
UMBOÐSMAÐURIN SETTUR
POLITISKT AV SAMGONGUNI
Formaðurin í Fólkaflokkinum finst hvassliga at setanini av
umboðsmanninum, sum hann kallar Landsstýrisins Umboðsmaður
ÁRNI GREGERSEN
– Løgtings Umboðsmaður er nú
vorðin Landstýrisins Umboðsmaður.
Tað noyðist eg at staðfesta eftir til
gongdina hesaferð.
Jørgen Niclasen, formaður í
Fólkaflokkinum, er stak ónøgdur við,
hvussu tingið hevur arbeitt við at seta
nýggja Løgtingsins Umboðsmann í
eitt nýtt fimm ára skeið.
Sólja í Ólavsstovu var sett aftur í
starvið, sum hon hevur røkt seinastu
10 árini, men hesaferð var tað ikki
soleiðis, at alt Løgtingið bakkaði upp
um at velja hana.
22 tingfólk atkvøddu fyri at hon
var sett, átta atkvøddu blankt og
tríggir limir í Fólkaflokkinum, har
ímillum formaðurin, atkvøddu ímótir
at seta hana í eitt nýtt fimm ára skeið.
– Eg haldi, at Løgtingsins Umboðs
maður er ein týðandi stovnur og tí
haldi eg eisini, at hann eigur at fáa
fullan uppbakning frá Løgtinginum,
men eg atkvøddi ímóti fyri at mót
mæla setanartilgongdini, sigur Jørg
en Niclasen.
Atfinningarnar ganga fyrst og
fremst út uppá, at tingið í veruleik
anum ongantíð slapp at velja ímillum
sitandi umboðsmann og nakran ann
an.
– Vit fingu ein lista við 60 nøvnum
á, men tað vóru bert floksformenn
sum sluppu at síggja listan, sum
eisini var tikin frá okkum aftur, sigur
formaðurin í Fólkaflokkinum.
Floksformennirnir
Løgtingsins Umboðsmaður verður
settur av Løgtinginum, men í set
anartilgongdini hesaferð, vóru tað
floksformennirnir, sum vóru kallaðir
saman at viðgera málið.
Tað vil siga, at teir tríggir formenn
irnir í samgonguflokkunum, Aksel
V. Johannesen, Javnaðarflokkurin,
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og Poul
Michelsen, Framsókn, vóru saman
við hinum floksformonnunum og
leysgangarunum í tinginum á fundi
um málið.
– Eg haldi ikki tað er rætt, at floks
formenninirnir taka sær av hesum.
Tað skulu sjálvandi vera formennirnir
í tingbólkunum og soleiðis hevur tað
verið fyrr, sigur Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at tá ið floksfor
menninir í samgonguflokkunum
eru við í setanartilgongdini, so er
tað ikki Løgtingið, sum setir Løg
tingsins Umboðsmann, men líka
so nógv landsstýrið. Teir tríggir
floksformenninir í samgongu
flokkunum eru allir landsstýrismenn
og ikki tingmenn.
– So eftir mínari meining er talan
um eina reina politiska setan – og
tað vildi eg ikki taka undir við, sigur
Jørgen Niclasen.
Mótmæli móti
tingformanninum
Atkvøðurnar móti at seta Sólju í
Ólavsstovu sum umboðsmann í
eitt nýtt fimm ára skeið, eru eisini
atkvøður, sum eru vendar móti
tingformanninum.
– Vit bóðu um at fáa málið útsett
í tveir dagar, men hesum noktaði
hann, sjálvt um ongar grundgevingar
vóru fyri, at hetta hendi, sigur hann.
– Tað ber til at útseta mál av mong
um orsøkum, so eg haldi tað var heilt
burturvið, at vit ikki kiundu fáa hetta
málið útsett í tveir dagar.
Umframt Jørgen Niclasen, so at
kvøddu Jákup Mikkelsen og Jacob
Vestergaard úr Fólkaflokkinum eisini
ímóti at seta Sólju í Ólavsstovu í eitt
fimm ára skeið afturat.
Sambandsflokkurin og tvey úr
Fólkaflokkinum atkvøddu blankt,
meðan hini tingfólkini atkvøddu fyri
sitandi umboðsmanni.
Eftirlit
Løgtingsins Umboðsmaður er ein
stovnur, sum verður brúktur manga
staðni í teimum fólkaræðislond
unum, sum vit kenna.
Umboðsmaðurin er kendur úr
Danmark og har er lógin júst broytt,
so hann ikki kann sita meira enn 10
ár.
– Tað sigur seg sjálvt, at talan er
um eitt starv, har ein gjøgnum árini
fær skøvir í lakkið. Tí kann umboðs
maðurin ikki sita ov leingi, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann sigur seg undrast yvir, at
sitandi samgonga fyri alt í verðini
vildi hava, at sami umboðsmaður
heldur fram.
– Vit fingu ein lista, men tað vóru
bert floksformennirnir, sum sóu
hann. Tey, sum skuldu atkvøða – ting
limirnir – sóu ongantíð nakran lista
og fingu onki at velja ímillum, sigur
Jørgen Niclasen.
Sólja í Ólavsstovu er sett í eitt
fimm ára skeið afturat og hon tekur
við nýggja skeiðnum 1.janaur 2016.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, sigur, at talan
heilt greitt er um eina politiska setan
Sólja í Ólavsstovu tekur á nýggjárinum við í einum nýggjum
fimm ára skeiði, sum Løgtingsins Umboðsmaður