hósdagur 3. desember 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
30
POLITIKKUR
Rokaligir tingfundir um eykajáttanarlóg og Løgtingsins Umboðsmann
ÁRNI GREGERSEN
A
t politska valdið er skift
frá høgru síðu í ting
salinum til vinstru,
stendur rættuiga greitt
fyri øllum, sum fylgja eitt sindur við
í politikki.
Og skifti merkist eisini á hvørjum
einasta tingfundi, men tó ikki so
ógvusliga, sum á tingfundunum í
hesi vikuni.
Andstøðan brúkar hesar fyrstu
tingfundirnar við nýggjari samgongu
til at royna at forða henni at gjøg
numføra nýggja politikkin, sum hon
hevur sett út í kortið.
Tvey rokaslig mál hava verið hesa
vikuna. Fyrst og fremst um val av
Løgtingsins Umboðsmanni, men so
eisini um eina eykajáttanarlóg fyri
oktober í ár.
Málið um Løgtingsins Umboðs-
mann kann lesast aðrastaðni.
Uppskotið frá landsstýriskvinnuni
við fíggjarmálum, Kristinu Háfoss,
Tjóðveldi, fekk ógvusliga móttøku og
tað endaði við, at lógin var samtykt,
men ikki fyrr enn so at siga alt var
broytt í lógini.
Játtanarlógin
Landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss,
legði eitt uppskot fram 23.oktober um
eina eykjáttanarlóg fyri oktober í ár.
Beinanvegin hetta uppskotið
kom til viðgerðar í Løtinginum fanst
andstøðan at, at fyri tað fyrsta vóru
tað fleiri mál, sum andstøðan var
ósamd í, men hon fanst eisini at, at
tað ikki ber til at játta pening á einari
eykajáttanarlóg, sum ikki verður
brúktur í hesum árinum.
Andstøðan var til dømis púra
ósamd í at taka játtanina til nýggja
ferju til Nólsoyar av. Talan er um 21
milljónir krónur.
Andstøän fanst eisini hvasssliga
at, at í uppskotinum var biðið um
stórt sæð somu upphædd til at
keypa bygningin hjá fyrrverandi Sjó
vinnubnakanum í Gongini í Havn til
umsiting.
Men hvassastu atfinningarnar
gjøgnum alla viðgerðina var, at tann
peningur, sum verður játtaður í ár,
eisini skal brúkast í ár.
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinnna við fíggjarmálum, førdi
fram, at júst hesin spurningurin var
vendur við umsitingina í fíggjar
málarráðnum. Embætisfólkini har
mettu ikki, at játtanarlógin er brotin
við uppskotinum um eykajáttanarlóg
fyri oktober.
Men hesum góðtók andstøðan ikki.
Formaður Fólkafloksins, Jørgen
Niclasen mælti til, at málið fór aftur
í fíggjarnevndina.
Bárður Nielsen, Sambandsflokk
urin, segði, at eykajáttanarlógin fyri
oktober, var greitt brot á alla siðvenju,
tí hon setti pengar av í ár, sum ikki
verða brúktir fyrr enn næsta ár.
Bill Justinussen, Miðflokkurin,
greiddi frá, hvussu játtanin veruliga
virkar og hvørjum endamálið hon
tænir.
– Hon er gjørd, so tað skal vera
fult gjøgnumskygni í landsins pen
ingaviðurskiftum, segði hann.
Hann legði afturat, at skal ein
játtan ganga tvørtur um ásrskiftir,
so ber til at gera verklagslógir.
Upprit
Orðaskiftið um játtanarlógina gjørd
ist so heitt, at tað endaði við, at um
sitingin í Løgtinginum var biðin
um at gera eitt upprit um málið.
Umsitingin skrivar:
– Niðurstøðan er sostatt, at gald
andi fíggjarlógin skal altíð vera ein
mynd av ætlaða virkseminum í
fíggjarárinum, og tað er sostatt ongin
heimild til at seta meira á fíggjar
lógina og eykajáttanarlógina, enn
man ætlar at brúka í árinum.
Játtanarlógin er ikki brotin av
landsstýriskvinnuni, men eftir
niðurstøðuni hjá umsitingini í
Løgtinginum, so er vandi fyri, at tað
fer at henda.
Landsstýriskvinnan segði frá
tingisins røðarapalli, at var hetta so,
so bar til at viðgera málið á annan
hátt.
Tað sama segði forkvinnan í
fíggjarnevndini, Ruth Vang, Fram
sókn:
– Eru vit í vanda fyri at bróta játt
anarlógina, so má málið fáa nýggja
viðgerð.
Uppritið gjørdi, at alt var umlagt
á tingfundi, tá ið eykjáttanarlógin
skuldi fáa 3. viðgerð.
Málið var flutt til aftast á dags
skránni, meðan arbeitt var við at
finna eina loysn á málinum, sum
bæði andstøðan og samgongan kundi
liva við.
Í skundi var eitt uppskot lagt fram
um at leingja bryggjuna á Kramba
tanga á Trongiusvágsfirði.
Hetta hevur skund, tí framman
undan vóru pengar settir av, men
tann peningurin rakk bert stutt. Nú
skuldu í mesta lagi 11 milljónir krónur
brúkast afturat, so arbeiðið kann
gerast liðugt.
Løgtingið samtykti at víkja frá
øllum tíðarfreistum og málið fór ikki í
nevnd, men semja var um samtykkja
málið, sum Henrik Old, landsstýris
maður vð samferðslumálum, legði
fram.
Samtykt
Eykajáttanarlógin var samtykt, men
kortini gekk andstøðan ikki við
til alt. Andstøðan hevði tvey egin
uppskot, tá ið atkvøðugreiðsla var
eftir 3.viðgerð.
Andstøðan vildi hava, at peningur
til Nólsoyar-ferju bleiv standandi
og hon vildi eisini hava, at tað ikki
bleiv samtykt at keypa ein nýggjan
bygning í Gongini í Havn til umsiting.
Ein partur av tingfundinum fór til at
velja nýggja Løgtings Umboðsmann,
men annars var nógv orðaskiftið um
málini skránni.
Fundurin vardi frá klokkan 11.30
til klokkan 22.50.
ÓGVUSLIGIR SAMAN
BRESTIR MILLUM
SAMGONGU OG
ANDSTØÐU
Ruth Vang, Framsókn, vildi sleppa
undan at bróta játtanarlógina
Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni
við fíggjarmálum, Kristinu
Háfoss, mátti broytast, so
semja kundi fáast í lag
– Játtanarlógin er til fyri at
gjøgnumskygni skal vera í
øllum peningaviðurskiftunum
hjá tí almenna, segði Bill
Justinussen, Miðflokkurin