hósdagur 3. desember 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
29
Jógvan Arge
varaborgarstjóri í Havn
Takki fyri heiðurin,
at
borgarstjórin
kennir seg noyddan
at skriva heila grein
um ætlaðar ítrótta
byggingar, so hann eisini kann gafla
sær æruna av teimum.
Veruleikin er, at borgarstjórin
hevur sitið við hallarmálinum í
Gundadali í fleiri ár, men kom ongan
veg, og herfyri var málið um at fara
heilt av sporinum. Tá vístu nøkur
feløg býráðnum á, hvussu farast
kundi fram.
Tað er alla æru vert, at samgongan
tekur slík ráð frá borgarunum til
eftirtektar, men borgarstjóranum
nýtist ikki at taka allan heiðurin.
Tað má vera nóg mikið, at keisarin
fær tað, sum keisarans er.
Samanumtikið tykjast loysnirnar
fyri umstøðunum hjá innandura
ítróttinum í Havn og á Argjum at vera
skilagóðar. Vónandi eru játtanirnar
so rúmar, at hetta alt kann fremjast í
senn - og tað væl.
Keisarans løn
Frank Davidsen
Sørvági
Beint áðrenn sein
asta
samgongan
skrivaði løgtingsvalið
01.09.2015, kunngjørdi
táverandi skatta
málaráðharrin, at
teirra framskrivaða
fíggjarlóg gav eitt fitt avlop. Sjálvt
um fleiri røddir í andstøðuni vóru
frammi í fjølmiðlunum, sum mettu,
at tað fór at verða sera ivasamt, at
tað yvirhøvur gjørdist nakað avlop,
so traðkaði stjórin á Gjaldstovuni
fram í fjølmiðlarnar fáar dagar und
an valinum, har hann segði seg stuðla
sjónarmiðunum hjá skattamála
ráðharrranum.
Veruleikin varð eisini, at av
lopið minkaði niður í einki. Ístaðin
fyri fóru allar metingarnar hjá
skattamálaráðharranum og stjór
anum á Gjaldstovuni eftir reyv, so
tað stóð eftir.
Framskrivaða fíggjarlógin vísti
eitt undirskot á 144 milliónir krónur,
áðrenn henda fíggjarlógin fór í holtur
við at bøta upp á hana, ja undirskotið
var umleið 200 milliónir krónur, um
lønarframskrivingar eisini høvdu
verið tiknar við.
Við einum óvanliga góðum bú
skaparvøkstri uppá 2,5 milliardir
krónur seinasta valskeiðið megnaði
undanfarna asosiala samgongan
allíkavæl ikki at fáa yvirskot á
fíggjarlógini í ár, og onki er komið á
borðið, sum bendir á, at teir høvdu
klárað at fingið yviskot í 2016 heldur.
Alt var bara fuglar á takinum.
Og skuldi táverandi fíggjarmála
ráðharra takast fyri fult, so skuldu
fuglarnir á takinum kortini fíggja
enn ein skattalætta.
So kann ein spyrja seg sjálvan,
hvussu fráfarandi fíggjarmála
ráðharrin uttan verulig boð uppá
fleiri inntøkur ella sparingar kundi
lova bæði ein skattalætta og avlop í
2016, tá útgangsstøði var eitt hall á 200
millónir krónur.
Júmen, sum onkur hevði á orði,
so minnir Fólkaflokkurin meira
og meira um stýrið í Norðurkorea.
Eingin yvir og eingin við síðuna av
æviga forsetanum.
Og tá einasta liberala umboð
floksins gav skarvin yvir, rann mær í
huga, at hesir fýra stokkonservativu
gubbarnir, sum mynda henda fyrr so
frælslynta flokk, líka so gott kundu
staðið uppi á balkongini í Kreml í
Sovjet-tíðini og veitra niður til sínar
undirkúgaðu veljarar.
Veljarar floksins og politisku
grasrøturnar hava onki at siga, og
kunnu ikki koma við mótvalevnum
til sitandi formann, fyrst og fremst
tí teir fýra stokkkonservativu
tingmennirnir ikki vilja viðurkenna,
at flokkurin hevur ein veldugan
trupuleika.
Ja, fyrrverandi landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, hvørs borgarliga
starv er løgreglumaður, ið sum
kunnugt skal hondhevja landsins
lógir, hann sigur alment,at hann
er
floytandi
líkaglaður,
um
Landsrætturin staðfesir dómin,
sum sigur, at skuldsetingarnar móti
formanninum um brot á tolllógina,
vóru rættar.
Og tað sigur ikki so lítið um
objektivitetin og etikkin, sum tann
føroyski Fólkaflokkurin, radikalt
sjálvstýri, stendur fyri í dag.
Eingin annar flokkur her á landið
ella í grannalondunum høvdu kunna
liva við einari slíkari leiðslu.
Alt var fuglar á takinum
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Í grein í miðlunum
um dagarnar tek
ur Jógvan Arge sær
heiðurin av hallar
ætlanum á Hálsi og á
Argjahamri, ið menta
málanevndin hevur samtykt. Ein grein
hjá honum skal hava skundað so undir
málið, at øll lupu á leistum at loysa
málið eftir uppskrift Jógvans.
Eg meini tað. Sannleikin er, at
Jógvan Arge eigur als ongan lut í
fyrireikingunum til hesar hallar
ætlanirnar, tíansheldur fíggingina
av teimum.
Sum borgarstjóri og samgongu
leiðari kann eg bert fegnast um tað
holla arbeiðið, ið býráðssamgongan
hevur gjørt. Vit hava givið okkum ta
tíð, ið neyðug er til tess at finna tær
røttu og skynsomu loysnirnar fyri
ítróttin og býin. Vit hava somuleiðis
fingið fíggingina til vega.
Hallarkapasiteturin
tvífaldaður
Nýggju hallarætlanirnar á Hálsi
og á Argjahamri og seinni eisini
í Skúlanum á Fløtum eru størsta
frambrot á ítróttaøkinum farnu 10-
15 árini. Við hesum útbyggingum
tvífalda vit hallarkapasitetin í
høvuðsstaðarøkinum, so at tørvurin
á hallartímum hjá bæði teimum
stóru og smáu ítróttagreinum skuldi
verið fult nøktaður.
Við tveimum hallum, sum eru
partar av ávikavist Skúlanum
á Argjahamri og Skúlanum á
Fløtum, verða skaptir heilt nýggir
og savnandi deplar á Argjum og
Vesturbýnum. Hetta eru býarpartar
í stórari menning eisini við nýggjum
búsetingum og tilboðum.
Og við at byggja Høllina á Hálsi
til tvíhøll verður skapt ein tjóðarhøll,
ið umframt venjing og kapping hjá
havnarfeløgum kann hýsa øllum
hugsandi tiltøkum, ið savnar tjóðina,
tað veri seg stórdystir, konsertir og
tiltøk annars. Áskoðarakapasiteturin
meira enn tvífaldast.
Við hesum fremja vit tær vi
sjónir og ætlanir, ið vit settu okk
um í samgonguni. Ja, vit eru í veru
leikanum frammanfyri – eisini
frammanfyri Jógvan Arge.
Størsta frambrot fyri ítróttin
KJAK
Óluva Funding
Tann 14. august í ár varð eg
kunnað um, at byggisamtyktin
noyddi grannan at byggja upp
fyri hús míni og útum, fyri at
tryggja frásýnið hjá sær út á
sjógv. Grundstykkið hansara er
30 metur langt í frítt frásýni og
17 metur djúpt fram við vegnum
niðaneftir.
Eg kærdi til Tórshavnar
Kommunu alt fyri eitt 16.
august og ringdi borgarstjórin
og hoyrdi – um húsaveggin,
sum er at byggja heilt upp um
vindeyguni. Lesarabræv kom
28. við enn eini áheitan. Og 1.
oktober var eg boðin til fundar,
har tríggir teir hægstu eisini
vóru, og borgarstjórin segði, at
kommunan vildi taka tað víðari
har frá, so serstøk byggisamtykt
júst kundi tryggja hesi bæði
grundstykkini framyvir; tá eg
hevði kannað, um vilji var, at
gera klausul í niðara grund
stykkið. Útstykkjarin vil fegin,
at eg skal kunna varðveita frá
sýnið út á sjógv og gera klau
sul í skeytið við orðunum ‘eitt
planshús og ikki byggjast upp
fyri frásýnið hjá omanfyri’. Eg
varð uppringd.
Her endar handlingin hjá
kommununi, hóast nógv skrift
ligt til og við 6. november, tá
kæruvegleiðing endiliga var
givin eftir skrivstovutíð. Men
eg má sanna, at rætt hevði máls
viðgerðin á byggideildini, tá eg
var noydd hagar 20. august og
sagt varð, at ikki bar til at kæra,
nú byggideildin einki gjørdi.
Svar er júst komið frá Lendis
kæruni, sum heldur einki ger,
hóast málið er eyðsýnt hjá fak
fólki uttan fyri hesar instansar.
Ágangurin er ræðuligur, og
trivnaður kemur ikki við at tiga,
til óneyðugur múrur er bygdur
upp um øll húsini í núverandi
frásýnið. At halda lyftið er gott,
og ber enn til at gera serstøku
byggisamtyktina, so livast kann
– væl, og til gleði fyri øll, sum
ynskja okkum væl.
Lendis
kæran og
kommunan
– sami
instansur?
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Fjúrtanda September
Samgongan
við
javnaðarløgmanni
á odda brýtur seg
nú inn á fólkapen
sjónina og fíggjarligu
korini hjá lesandi.
Áðrenn valið søgdu tey eitt, men
nú tey eru komin til valdið, gera tey
beint øvugt.
Hetta er arbeiðsmátin hjá
Fjúrtanda September Samgonguni,
og tað gongur sjón fyri søgn.
Stór lyftisbrot
Áðrenn valið segði Javnaðarflokkurin
seg vera samríkisflokk, men eftir
valið kastaði hann saman við ring
astu loysingarflokkum og setti eina
loysingargrundlóg á dagsskrá.
Nú síggja vit eisini, hvussu ein
fullveldissinnaður Javnaðarflokkur
brýtur seg inn til tey lesandi og pen
sjónistar eftir pengum.
Tey lesandi skulu ikki hava loyvi
at arbeiða ov nógv – hóast mangul
er uppá arbeiðsmegi nógvastaðni.
At Rigmor Dam í panikki dró í land
aftur, er bert ein stokkutur hiti. Spar
ingin á 1,5 mió. kr. fer at raka á onkran
annan hátt.
Og grundupphæddin í fólka
pensjónini skal skerjast – hóast
inntøkurnar til Føroya eru upp á sítt
mesta.
Vorðið sum jólagáva til ung og
eldri her á landi!
Er hetta veruliga tað, sum Javn
aðarflokkurin – okkara gamli
samstarvspartnari – hevur at bjóðað
veikum bólkum?
Hvat høvdu Petur Mohr Dam og
aðrir fedrar hjá Javnaðarflokkinum
sagt, um teir vistu aftur til sín? Hesir
samríkispolitikarar, ið stríddust fyri
at stovnseta fólkapensjónina saman
við donsku stjórnini. Nú undirgrevur
Javnaðarflokkurin hesa grundsúluna
í vælferðarsamfelagnum!
Alternativ Sambandsfloksins
Í áravís – og eisini upp undir fólka
tingsvalið og løgtingsvalið – hevur
Sambandsflokkurin ført fram, at í
Ríkisfelagsskapinum eiga vit at byrja
eina tilgongd, har ið vit verja felags
málini (tvs. fólkapensjón, sjúkrahús
og ávísur partur av almannamálum)
og fáa tey upp á felags støði.
Setningur okkara er: FELAGS
STØÐI Í FELAGS MÁLUM.
Tey flenna
Tjóðveldisfólk flentu at hesum.
Summi fingu »ilt í hjartað«. Eisini
javnaðarfólk slóu ætlan okkara upp
í glens. Hetta var skomm, søgdu tey.
Nú síggja vit avleiðingarnar.
Tey, sum flentu, eru komin til
valdið, og nú flenna tey eisini eftir
teimum lesandi og teimum eldru.
Alternativið hevði verið, at Sam
bandsflokkurin í Tinganesi verjir felags
mál og veitingar til veiku bólkarnar.
Eg má siga, at man øtast av
Javnaðarflokkinum.
Hvar er sosiali profilurin?
Hvar er flokkurin, sum segðist
vera samríkisflokkur?
Hvar er løgmaður?
Tey flenna at tær