hósdagur 3. desember 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
28
Nýggja útgávan hjá Jørgin Dahl er sera fjølbroytt og vísir okkum, at tað enn er dugur
í gamla popp-konginum úr Klaksvík, ið eisini dugir til annað enn popptónleik
SIGURJÓN EINARSON
S
traight Ahead-arin, Jørgin
Dahl, er úti við nýggjari út
gávu, ið kallast »Giants &
Mermaids«. Talan er um
fløgu við 18 sangum, sum vara alt frá
18 sekundum til yvir fimm minuttir.
Tað er ein fjølbroytt útgáva, har Jørgin
ella Popp-Jørgin, ið hann eisini verður
kallaður, borðreiðir alt frá smáum og
sterkum stykkjum til klaver og yvir til
ómetaligan framfýsnan rokk tónleik,
sum kann flokkast sum verandi í so
fjølbroyttum stílum sum popp, rokk,
symfoniskum rokki, klassiskum
tónleiki, singer/songwriter, blues og
eisini eitt sindur av fólkatónleiki.
Jørgin hevur gjørt løgini, meðan
mestsum restin er gjørt og lagt til
rættis av Carsten Falkenlind. Upp
tøkurnar eru gjørdar hjá Carsten í 5th
Vision studio í Keypmannahavn, og
tað er Tutl, ið gevur út.
Løgini
Hetta er fyrsta útgávan hjá Jørgini,
síðani »Lost Pilgrims« kom út beint
eftir aldarskiftið, ið eisini var hansara
fyrsta einstaklingaútgáva. Men í mun
til fyrru útgávuna, har gestasangarar
vóru við, syngur Jørgin nú sjálvur á
nýggju útgávuni, og tað kemur hann
bara heilt væl frá – í flestu førum.
Tað er rættiliga torført at seta
røttu orðini til tónleikastílin hjá
Jørgini, men har hómast eitt sindur
til Alan Parsons og Chuck Berry, tá
vit tosa um sangstíl, men har løgini
minna um so fjølbroyttar tónleika
stílar sum eitt nú hjá Peter Gabriel,
Dire Straits, Jerry Lee Lewis og stillu
løgini hjá Whitesnake, fyri at nevna
nøkur fá nøvn.
Eisini sníkir seg eitt ljóðborð inn
í nakrar sangir, og tað er nokk so
leiðis, vit kenna Popp-Jørgin best,
tá hann hevði umringað seg við
fleiri ljóðborðum, og í besta klaver-
og seinni eisini Vangelis-stíli blásti
nýggjar vindar inn í føroyska tón
leikapallin við Straight Ahead, har
serliga »Veðraplátan« frá 1978 hevur
fingið serstøðu millum tey, ið hava
tokka til føroyskan tónleik.
Á útgávuni eru nakrar sannar
perlur sum eitt nú »I Never Will Say
Goodbye«, »I´ll be There« og »Girl
in Sandels«, har tónleikastílurin og
Jørgin ljóða best á útgávuni. Hetta
kemst kanska av góða samstarvinum
við Carsten Falkenlind – har góðskan
á ljóðinum er sera góð – og sangur og
ljóð ganga saman í eina hægri eind.
Spell, at hetta ikki hoyrist gjøgnum
gangandi á útgávuni, tí so kundi
hon verið heilt góð. Nakrir sangir
eru rokksangir beint fram eftir
landavegnum, meðan eitt lag sum
»Having Beer – Having Wine« brýtur
nakað frá restini og minnir meira um
fólkatónleik.
Risin og havfrúgvin
Heitið á útgávuni »Giants & Mer
maids« ber brá av, at talan er um
tónleikara og listamann á ferð. Hetta
er eitt verk, ið Jørgin er farin heil
hjartaður inn í, og tað er gleðiligt at
hoyra, at gamli popparin er risin upp
aftur og letur frætta frá sær, har hann
bæði hevur varðveitt sínar eginleikar
sum rokkutur og følin sangari og
samstundis sum góður lagsmiður.
Heitið á útgávuni minnir meg um
eina søgu innanfyri pedagogikk, har
nøkur børn vórðu sett til at spæla
risar og kempur, men tá tey skulu til
at spæla, letur úr einari lítlari gentu,
at hon er ikki ein risi. Hon er ein
havfrúgv! Hóast øll hini vóru farin í
sínar leiklutir sum risar og kempur,
vildi hon ikki góðtaka hetta, tí har
skuldi eisini verða pláss fyri einari
havfrúgv í spælinum. Hon vildi ikki
góðtaka, at hon skuldi fara burtur
frá sínum leikluti, og so slapp hon at
verða í sínum leikluti sum havfrúgv.
Spyrjandi kundu vit spurt hvønn
annan, hvat okkara leiklutur er. Eru
vit tey, ið bara fylgja við? Ella eru vit
sum lítla gentan, tá tað kemur til at
skilja hvørji vit eru, og standa fast við
tað, vit halda er rætt? Nakað soleiðis
er við Popp-Jørgin. Hann heldur
fast við tann persón, hann er og tað
hoyrist aftur í tónleikinum. Útgávan
er, sum áður sagt, sera fjølbroytt –
kanska í so fjølbroytt, um tú spyrt
meg, men nú tók eg líka leiklutin
hjá lítlu gentuni í søguni á meg eina
løtu. Sakni kanska ein reyðan trá á
útgávuni, tí í støðum er hon heilt góð,
fyri síðani at falla eitt sindur í virði
aðrastaðni. Men hyggja vit aftur í
tíðina, so var »Veðraplátan« nú eisini
sera fjølbroytt, so hvør veit, kanska
fáa risar og havfrúgvir sítt egna lív
eisini, eins og veðrurin gjørdi? Tað
lata vit upp til tíðina at vísa okkum.
3 stjørnur út av 5.
TÓNLEIKUR
Á ÆVINTÝRAFERÐ
VIÐ BLANDAÐUM BOMMUM
★★★★★
Ummæli