Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 27 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Helgi Abrahamsen Fyrrverandi løgtingsmaður verið við kundi brúkast, eisini um Føroyar ikki vórðu fullveldi. Sjálvur var eg við í stjórnar­ skipanar­arbeiðinum í nøkur ár, og tað arbeiðið gekk sera væl. Í sein­astu grein í uppskotinum kom millum annað at standa soleiðis um gildis­komuna: »...Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya.« Tað var altso eingin ivi um, at lógin skuldi taka plássið hjá Stýris­ skipanarlógini. Ósemja í Tjóðveldi Kanska var tað ikki heilt óvæntað, at samstarvið í Stjórnar­skipanar­ nevndini slitnaði áðrenn komið varð á mál. Spurningurin um hvar Føroyar eru stjórnarliga kundi ikki sameina partarnar. Men tað løgna var, at tað var ikki soleiðis at sambandsvongurin og loysingarvongurin fóru hvør til sítt, men tað vóru umboðini hjá Tjóð­veldi, Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale, ið ikki kundu semjast. Hetta hevði við sær, at Sjúrður endaði í Javnaðar­flokkinum. Og nú eru tað hesir báðir somu flokkarnir, sum eru blivnir samdir, uttan at greitt verður nærri frá, hvat teir eru samdir um. Grundlóg merkir loysing Lars Løkke Rasmussen, forsætis­ mála­ráð­harri, segði tá fólkatingsárið byrjaði í oktober, at um Føroyar skulu hava egna grundlóg, so má hon sam­ svara við donsku grundlógina, tí tað ber ikki til at hava tvær grundlógir innan­fyri tað danska ríkið. Hesum hevur hann púra rætt í, um talan er um eina grundlóg á ovasta trini. Er talan harafturímóti um eina nýggja, víðkaða stýris­ skipanar­lóg, dugi eg ikki at síggja trupul­leikan. – Tað veldst tó sjálv­ andi um, hvat kemur at standa í lógini. Er nøkur semja? Í Degi og Viku tann 6. oktober legði Høgni Hoydal dent á, at vit skulu ikki lata »danir definera okkum.« Men tá hann so varð spurdur, hvør trupul­leikin er við at siga at danska grund­lógin er omanfyri føroysku stjórnarskipanarlógina, svaraði hann, at trupul­leikin við tí er, at so liggur alt valdið í Danmark. Tað má sigast at vera ein løgin niður­støða, tí líkamikið um tað verður skrivað í ovasta trapputrin ella triðovasta trin, so er og verður fólkið í landinum tann hægsta rættar­keldan í einum demo­kratii. Løgmaður segði harafturímóti við Dag og Viku tann 30. oktober, at Stjórnarskipanarlógin skal ikki vera nakað loysingarskjal, og hon skal liggja innanfyri rammurnar av ríkisfelagsskapinum. Hetta kann illa skiljast øðrvísi enn at Stjórnar­ skipanarlógin skal vera undir donsku grundlógini. Ilt er at siga, hvat Javnaðar­ flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru vorðin samd um, ella um tey veruliga eru samd um henda spurn­ ingin. Men er tað so sum Høgni Hoydal sigur, so hevur Sjúrður Skaale í øllum førum ein trupul­ leika, tí so hevur hann skift flokk til onga nyttu. POST@SOSIALURIN.FO Ofta verður pástaðið, at veruliga valdið liggur í Danmark, men at ein partur av tí er útdeligeraður til Føroya