hósdagur 3. desember 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
26
Loynilig
semja um eina
kenda ósemju
A
t gera eina grundlóg
skuldi ikki tikið langa
tíð, tí flestu grundlógir
um okkara leiðir
líkjast hvørji aðrari. Kortini hava
vit í Føroyum sitið og høsnast við
hesum skjalinum í eini 15 ár. Tað
merkir, at yngstu veljararnir sum
fara at seta krossin í 2017, dugdu ikki
at ganga, tá arbeiðið fór í gongd.
Lógir eru so ymiskar
Okkara lógarverk er bygt upp eftir
eini »trappuskipan«, har danska
grundlógin stendur á ovasta trini.
Endamálið við henni er ikki at siga
okkum vanligu borgarum, hvussu
vit skulu liva í gerandisdegnum, men
hon skal harafturímóti staðfesta,
hvør kann gera lógir og hvat lóg
gevast kann um. Hon skal tryggja
fólkaræðið í øllum danska ríkinum.
Undir Grundlógini hava vit
Heimastýrislógina. Hon gevur Løg
tinginum og Landsstýrinum ein
part av valdinum, sum Grundlógin
annars gevur Fólkatinginum og
donsku stjórnini.
Síðani hava vit Stýrisskipanar
lógina. Hon útgreinar í smálutir,
hvussu valdið hjá føroyska heima
stýrinum verður skipað.
Og her er tað, at tann stóri
spurningurin skal svarast: Hvar
í hesi »trappuskipanini« skal før
oyska Stjórnarskipanarlógin vera?
Skulu vit hava eina nýggja grundlóg
afturat (ella ístaðin fyri) verandi
grundlóg á ovasta trapputrini, ella
skal Stjórnarskipanin taka plássið
sum verandi Stýrisskipanarlóg nú
hevur á triðovasta trini?
Velja vit seinnu loysnina, so
verður føroyska stjórnarskipanar
lógin kortini grundlóg, um Føroyar
einaferð í framtíðini gerast ein
sjálvstøðugur statur, tí í tí førinum
fara bæði danska Grundlógin og
Heimastýrislógin úr gildi. Tvey
tey ovastu trinini verða kappað av
trappuni, og Stjórnarskipanarlógin
verður tí ovast.
Fólkið er omanfyri lógina
Tað avgerandi í einum fólkaræði
(demokratii) er, at tað er fólkið sum
ræður. So tá eg her sigi, at Grundlógin
er á ovasta trini, so skal tað takast við
tí fyrivarni, at sjálvt endamálið við
eini grundlóg er at tryggja, at fólkið
er omanfyri lógina.
Nógvar tulkingar
Tað løgna við donsku grundlógini er,
at hon er sera trupul at lesa. Lesa vit
hana bókstavliga, so hevur til dømis
danska drotningin sera stórt politiskt
vald. Hon hevur tað útinnandi valdið,
hon velur allar ráðharrarnar, og hon
kann eisini koyra fólkatingið frá og
skriva út val. Harafturat verður eingin
lóg sett í gildi, uttan at drotningin
hevur skriva undir hana.
Men øll sum kenna danskan
politikk vita, at soleiðis er veruliga
støðan ikki. Drotningin hevur í
veruleikanum einki politiskt vald,
og tað at kongshús framvegis eru
í Europa, er úrslit av eini drúgvari
søguligari gongd. Tað hevði annars
verið púra óhugsandi, at vit nú á
døgum høvdu gjørt eina skipan, har
fólk úr eini ávísari familju arvaðu
trónuna.
Heimastýrið er
eisini ein tulking
Tað at vit hava heimastýri í Føroyum
er eisini orsaka av eini víðari tulking
av Grundlógini. Grundlógin sigur
annars, at Fólkatingið (einsamalt) er
lóggevandi ting í danska ríkinum. Tí
verður ofta pástaðið, at veruliga vald
ið liggur í Danmark, men at ein partur
av tí er útdeligeraður til Føroya, og
spurnartekin verður eisini mangan
sett við, um donsku myndugleikarnir
møguliga kunnu taka hesa heimild
ina aftur.
Tað er lítið at ivast í, at tann
dagin tá Føroyar fingu heimastýri,
var vanliga fatanin, at politiska
valdið lá í Danmark, men at donsku
myndugleikarnir góðu frá sær
ein part av valdinum til føroyska
heimastýrið. Men fatanin nú (bæði
í Danmark og í Føroyum) er tann
øvugta. Nú tykist breið semja vera
um, at valdið í Føroyum liggur
hjá Føroya fólki, men at føroy
ingar útdelegera nøkur málsøki
til danskar myndugleikar at
umsita. Tað eru eisini føroyingar
sum avgera, hvussu leingi henda
skipanin skal vera galdandi. Hetta
hava millum annað fleiri danskir
forsætismálaráðharrar sagt.
Tað er henda staðfestingin, sum
kann verða skrivað í eina stjórnar
skipanarlóg. Har kunnu vit skriva,
at politiska valdið í Føroyum liggur
hjá Føroya fólki, men at vit samtíðis
virða tær skipanir, sum eru gald
andi. Vit kunnu eisini sláa fast í eini
slíkari lóg, at føroyingar hava rætt
at siga hesar skipanirnar upp, men
at hetta kann ikki gerast, uttan so at
ávísar mannagongdir verða fylgdar.
Eg dugi ikki at síggja nakran
annan møguleika at fáa breiða
semju um eina stjórnarskipan.
Byrjaði sum
fullveldisgrundlóg
Tá landsstýrið í 1998 sendi ta fyrstu
grundlógarnevndina til arbeiðis, var
ætlanin at gera Føroyar til ein sjálv
støðugan stat. Tí skuldi nevndin
gera uppskot um føroyska grundlóg,
sum skuldi vera ovasta lógin í nýggja
statinum. Nevndin fekk álagt at gera
ásetingar um valdsbýtið millum
lóggevandi, útinnandi og dømandi
valdið, ásetingar um grundleggjandi
mannarættindi og ásetingar um
rættindi og skyldur hjá føroyskum
borgarum.
Hetta líkist tí, sum grundlógir
vanliga innihalda.
Men seinni varð ætlanin um
sjálvstøðuga statin slept. Hildið varð
tó, at nógv av tí sum arbeitt hevði
Tíðargrein
Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu í seinasta lagið í 2017.
Tað hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skrivað
í samgonguskjalið. Tá skulu vit taka støðu til, um vit vilja hava
eina nýggja stjórnarskipan, sum onkur eisini kallar grundlóg
Undir Grundlógini hava vit Heimastýrislógina.
Hon gevur Løgtinginum og Landsstýrinum
ein part av valdinum