hósdagur 3. desember 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015
SOSIALURIN 140
25
um at gerast samfelags- ella sálar
frøðingur, men umstøður, kærleiki
og hendingar broyta ætlanir, sigur
Steintór, og minnist aftur tá tónleik
urin gjørdi inntriv í hansara lív.
– Tá ið »Saman við tær« hjá
Frændum varð útgivin, komu vit
brádliga í alment ljós, og onkursvegna
vendist ikki aftur. Plátan var ógvuliga
væl móttikin, og vit kendu á okkum,
at vit høvdu okkurt at liva upp til.
Man kundi ikki reiðiliga loyva sær at
pakka saman – borðið fangaði, sigur
Steintór.
Síðani borðið fangaði við fyrstu
plátuni í 1984, er tónleikurin hjá teim
um vorðin partur av kravdum undir
vísingartilfari í fólkaskúlanum. Slakir
27 sangir eru kanoniseraðir í Grønu
sangbók og fleiri ættarlið kunnu
fegnast um, at tónleikurin gjørdist
stórur partur av lívunum hjá upp
havsmonnunum handan Frændur.
Í brennideplinum
Umframt sjálvur at yrkja sangir og
vera virkin tónleikari, hevur Steintór
Rasmussen royndir sum fyriskipari
og umboðsmaður innan tónleika
heimin. Í 2006 handaði Tórshavnar
Býráð honum enntá Barnabóka
heiðurslønina fyri Kular Røtur.
Virkna lívið og dirvið at royna síni
hugskot í verki vígir Steintór til ung
dómsárini í Klaksvík. Hann var virkin
innan skúlapolitikk, dámdi væl at
kjakast og á ungum árum varnaðist
hann, at ítøkilig mál kunnu spyrjast
burtur úr politiskum virksemi.
– Í 1970-80unum vóru ikki eins
nógv frítíðartilboð og ítriv, sum vit
hava nú. Sótu vit og bíðaðu eftir, at
okkurt tiltak var á skrá, var vandin,
at onki hendi. Tað legði upp til, at tey
ungu sjálvi tóku stig til at fyriskipa og
taka ábyrgd fyri sínari frítíð. Saman
løgdu vit stórt trýst á fyri at fáa eitt
ungdómshús í Klaksvíkini. Tá ið tað
eydnaðist, gjørdust vit varug við, at
hugskot og dreymar kunnu náast við
veruligum arbeiði, sigur Steintór, fyri
hvønn tað síðani er vorðin ein lívs
táttur at fyriskipa og royna hugskot
í verki.
– Hugsjónarliga havi eg stóran
samhuga við fjøldini og stuðli einum
solidariskum hugsunarhátti, men
– kanska paradoksalt – trúgvi eg
samstundis, at vit skulu taka ábyrgd
fyri egnum lívið. Einstaklingurin í
Føroyum kann avrika ótrúliga nógv.
Sjálvandi er tó ikki alt upp til tann
einstaka. Vit kunnu vera fyri avbjóð
ingum, sum vit ikki hava tamarhald á,
og tá eiga vit at verða loftað av okkara
umhvørvi, sigur Steintór.
Vissan hjá Steintóri um, at tann
einstaki kann avrika nógv og at
honum dámar at vera har avgerðir
nar verða tiknar, tala fyri seg. Varðar
nir eftir hann telja lisin barnaverk í
útvarpinum, Studio Pegasus í Klaks
vík og ikki minst Summarfestivalin,
sum á hvørjum ári togar heilt stóru
fólkarúgvurnar á Vágsbø. Tó ber
ikki til ótálmað at fara til verka, vísir
Steintór á.
– Eg gerist oftani ovurspentur at
fara undir nýggjar verkætlanir, og
havi altíð okkurt á borðinum, men
tað kann vera tyngri enn man væntar
at byrja okkurt av nýggjum. Man
byrjar við einum góðum hugskoti
og nógvari orku, men er tíðin ikki
búgvin til verkætlanina; røkkur
fíggjarliga orkan ikki ella eru røttu
fólkini ikki um verkætlanina, kann
hugskoti fella áðrenn tað fær flog.
Tíbetur eydnast tað av og á, og tað er
ómetaliga stuttligt at síggja varðar á
lívsleiðini við Summarfestivalinum,
Kulum Rótum, Studio Pegasus og
Frændum, sigur Steintór.
Opin og erligur
Heldur enn at skriva ein endaleysan
sinnisstreym av inniligum hugsanum,
hevur Steintór Rasmussen lagt seg
eftir at lýsa tíðina og samfelagið úr
egnum sjónarhorni so erligt og opið
sum gjørligt.
– Hóast eg eri høvuðspersónurin
í bókini, fari eg fari ikki so nógv inn í
meg sjálvan, at hon gerst nalvaskoð
andi. Tað eru umstøðurnar kring meg,
verkætlanirnar hjá mær og fólkini í
mínum lívi, sum eru tað áhugaverda
í bókini. Eg havi leitað heilt aftur í
barnaárini, og ferðist fram til nútíð
ina, soleiðis, sum eg skilji tíðina. Tá
ið man skrivar eina søgu, sum man
sjálvur er stórur partur av, kann
tað kennast hart og pínufult, men
samstundis frígerandi. Ein fær høvi
at seta orð á lívsroyndir og serligar
hendingarnar, og á tann hátt eisini at
enduruppliva tær. Við bókini sleppi
eg eitt sindur uppfrá og síggi hvagar
eg havi ferðast og hvar eg eri ávegis,
sigur Steintór.
Tað er ikki av tilvild, at Steintór
gjørdi av at skriva bókina nú. Enn
er hann ungur og minnini sita væl,
og løtan er altíð hin rætta, sambært
Steintóri.
– Nógvir føroyingar geva sær
ógvuliga góðar stundir, og tað er ikki
ein sjálvfylgja, at tað er tíðin altíð er
til tess. Vit kenna ikki framtíðina og
teir møguleikar ella avbjóðingar, sum
hon bjóðar okkum. Tí skulu vit ikki
útseta ætlanir, men fara undir tær
meðan vit kunnu, sigu hann, og av
dúkar seg sjálvan í næstan at endur
geva ein Frændursang enn einaferð.
– »Tað er nú vit skulu liva«, sigur
hann skemtingarsamt, men tó við
einum ávísum álvara.
Steintór vitjar yrkingarnar hjá sær
fleiri ferðir í samrøðuni. Stundum
tilvitað, aðrar tíðir ótilvitað, og eru
tær eisini stórur partur av sjálvævi
søguni hjá honum. Eingin ivi er um,
at vælvaldu orðini hava fest sær búgv
í hansara høvdi eins og tær búgva í
nógvum føroyingum. Soleiðis er per
sónliga ognin hjá Steintóri somuleiðis
ein fólkaogn.
– Onkuntíð kundi man hugsa sær
eina friðarligari tilveru. Kanska eg
hevði valt eina aðra leið í einum øðrum
lívið, sigur hann hugsanarsamt, men
dregur skjótt í land aftur:
– Nei, eg eri bangin fyri, at leiðin
hevði verið júst tann sama, tá ið
tað kom til stykkis, sigur Steintór
Rasmussen at enda.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
STEINTÓR
RASMUSSEN
Føddur 23. juli, 1960 (55 ár)
Lærari, tónleikari,
yrkjari, fyriskipari.
Giftur Jóngerð Biskopstø,
og eiga tey trý børn saman.
Stórur áhugi var fyri nýggju bókini, og skrivaði
Steintór heilsur til komandi lesararnar.
MYNDIR: WWW.STEINTORRASMUSSEN.FO