Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2015 SOSIALURIN 140 24 Farna vikuskifti gav Steintór Rasmussen út sjálvævisøgu, har hann leitar aftur í barnaárini og ferðast við lesarunum fram til nútíðina. Kendu tónarnir frá fólkakæra frændanum liggja honum eins nær og øllum føroyingum MORTAN ØSTERØ »Tú kanst leita víða eftir gulli um tú vilt savna alskins prýði stás og annað gylt. Tó ikki alt sum glitrar er eydnan her í verð. Men lívið er ein dýrgripur vit sjálvi evna her« – Men lívið er ein dýrgripur, vit sjálvi evna her, tekur Steintór upp­ aftur, sum uttan himpr júst hevur endur­givið seinasta ørindi í sang­ inum um Karin. Slakar 1.600 kilometrar sunnanfyri lítla oyggjasamfelagið situr yvirritaði á Oyrasundskollegienum við Steintóri Rasmussen í horninum. Yrk­ingar­nar eftir skaldið verða dúg­ liga vandar á smáu bústøðunum í før­ oyska mikrosamfelagnum á Amager hvørja viku – meiri enn 30 ár eftir, at tær fyrstu vórðu skrivaðar. Steintór er í ferð við at siga mær hvat hann leggur í heiti á nýskrivaðu sjálv­ævi­ søguni, »Lívið er mítt listaverk«, sum varð løgd fram farna vikuskifti. Tað gerst beinanvegin greitt, at hansara yrkingar ikki bert eru fólksins ogn í vert­skapi. Orðini eru fremsti parturin av málbúnanum hjá Steintóri, og fylgja honum um alt. – Eg trúgvi, at vit sjálvi evna at skapa okkara lív – okkara listaverk, sigur Steintór, sum tó vissar um, at hann framvegis ikki er liðugur við sítt listaverk. Í yrkingini »Lívsmynd«, skrivar Steintór júst, at lívið er hans­ ara listaverk, ið hvønn dag verð­ur málað og fær nýggj løg. – Framvegis í dag kenni eg á mær, at eg havi okkurt upp á hjarta. At seta orð á tað, sum rekist millum linjurnar og millum okkum menniskju í dags­ ins samfelagi. Hvussu tíðin broytist og vit broytast við henni – tað fær man rúm til í eini bók, sigur hann hugsanar­samt, eins og hvørt orð verð­ ur væl vigað, áðrenn hann berur tað víð­ari til móttakaran. – Yrkingarnar hava mangan verið profetiskar, og fylgja mær nógv. Tær verða ikki lagdar til viks, tá ið tær eru skrivaðar, men eg taki tær til mín sum eitt slag av filosofi og royni at liva eftir teimum, sigur Steintór. Tónleikurin lá ikki í kortunum Almenni Steintór Rasmussen er kend­ ur orðasnillingur, ið hevur skrivað nógv­ar av fólkakærastu songunum í Føroyum, men lítur hann aftur, lá ikki í kortunum, at tónleikurin fór at fáa slíka rúmd í lívinum. Heldur vóru tað sam­felagsviðurskifti og sambond mill­um menniskju, ið upptóku hann á mið­náms­árum. – Spurdi tú meg sum 20 ára gamlan, hevði eg neyvan sagt tær, at tónleikurin fór at gerast kjarn­an í mínum lívið. Tá hevði eg ætlanir MENTAN SANGIRNIR BÚGVA Í MÆR Steintór Rasmussen Sjálvævisøga Hanus G. Johansen var sang við á ymsum sangum á fyrstu plátuni hjá Frændum.