Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PENSIONISTAFUNDUR Áki Bertholdsen – Landskassin hevur rætt og slætt ikki ráð til at varðveita fólkapensjónina, soleiðis, sum hon er nú. Tað staðfestir Eyð­gunn Sam­uelsen, lands­stýris­ kvinna í almannamálum. Seinastu tíðina hava at­ finn­ingarnar heglað niður yvir samgonguna tí at ætl­ anin er nú at skerja grund­ upp­hæddina í fólka­pen­sjón­ ini 580 krónur. Sum tað sæst í øðrum grein­um her í blaðnum, skip­aðu pensjónistar fyri fundi mikudagin at kunna um støðuna, nú grund­upp­ hædd­in skal skerjast. Og har varð krútið ikki spart, og serliga vóru tað Javnaðarflokkurin, og helst Eyðgunn Samuelsen sjálv, sum stóðu fyri skotum, tí nógv førdu fram, at tað var í hvussu so er ikki haðani, tey høvdu væntað eitt álop á pensjónistarnar. Sleppa ikki undan Eyðgunn Samuelsen sigur, at verður pensjónsskipanin ikki broytt, fer tað at geva landskassanum tíggjutals milliónir í eyka útreiðslum, hvørt einasta ár, og tað er eyðsæð, at tað klárar landskassin ikki. Bara næsta ár fara høvdu útreiðslurnar hækka 30 milli­ónir, lata vit bara standa til. – Banahøggið fekk ver­ andi pensjónskipan, tá ið und­an­farna samgonga sam­ tykti at forskatta pen­sjón­ irnar, og at brúka peng­ar­nar, sigur Eyðgunn Sam­uel­sen. – Tað ber ikki til at brenna ljósið í báðum endum, og í framtíðini missur lands­kass­ in stórar inntøkur í skatti, tí pensjónirnar ikki verða skattaða. – Og støðan á pensjóns­ økinum, eru so hættislig nú, at tað má gerast beint nú. – Besti mátin at tryggja grundupphæddina í fólka­ pen­sjó­n­ini, er at leggja ein part av henni yvir í Sam- halds­fasta, sigur Eyðgunn Sam­uelsen. Hon veit, at pensjón­ist­ ar vilja ikki vita av fólka­ pensjónin og Sam­halds­fasti verða tengd saman. – Men tað slepst ikki undan, tí Samhaldsfasti er eisini ein pensjónsskipan. Grund­upphæddin í fólka­ pen­sjónini hevur verið fryst føst, og hevur sostatt staðið ístað síðani 1999. – Hinvegin verður Sam­ halds­fasti prístalsviðgjørdur. Sostatt hækkar hann á hvørj­ um ári, og tað er bara ein fyrimunur fyri pensjónistar. – Um eini 16 ár verður gjaldið úr Samhaldsfasta kanska 2000 krónur hægri enn tað er í dag, bara av prís­ talsviðgerðini, men grund­ upphæddin í fólka­pen­sjónini hevði framvegis stað­ið ístað. – Samstundis fer sam­ gong­an at viðgera spurn­ ing­in um tann lítla bólki, sum ikki fær fult gjald úr Samhaldsfasta, tí tey hava búð uttanlands ein part av lív­inum. – At styrkja Samhaldsfasta er í fullum samsvari við javnaðarhugsjónina, tí øll rinda í hann eftir evni, og øll fáa tað sama úr honum aftur í pensjón. Hetta er ikki at máa støðið undan fólkapensjónini. Tvørtur ímóti er hetta at leggja hana í púra fastar rammur fyri framtíðina. 400 krónur meiri Samstundis sum grund­upp­ hæddin lækkar, fer viðbótin til fólkapensjónina at hækka eitt sindur, men harumframt fer skatturin at lækka, gjaldið úr Samhaldsfasti hækkar, og kringvarpsgjaldið lækkar munandi. Samstundis hækk­ ar gjaldið til Heilsutrygd nakað. – Men tá ið alt er talt sam­ an og drigið frá, fær ein pen­ sjónistur 400 krónur meiri eftir um mánaðin at liva fyri næsta ár, enn hann hevur í dag, staðfestir Eyðgunn Sam­ uelsen. Men hví hava tit ikki kunnað fólkapensjónistar um støðuna í eini roynd at sleppa undan teirri øsing, hetta hevur ført við sær? – Tað hevði eisini verið tað einasta rætta, men ar­ beiðstrýstið hevur verið so stórt, tí vit skuldu snikka eina fíggjarlóg saman upp á onga tíð, at vit hava rætt og slætt ikki havt stundir til tað, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hinvegin sigur hon, at hon hevði fund við nevndina í Landfelag Pensjónista beint fyri fundin fyri pen­sjón­ istunum, og tá beyð hon sær til at vera við á fundinum, at greiða frá støðuni. Men formaðurin í lands­fe­ lagnum, Arne Thorsteinsson, segði á fundinum, at tað var eitt tilvitað val, at lands­ stýriskvinnan ikki var við á fundinum, tí endmálið við honum var at frætta, hvussu pensjónistarnir sjálvir meta støðuna, nú grundupp­hædd­ in verður skerd. EINASTA BJARGING Tað letur seg rætt og slætt ikki gera at varðveita fólkapensjónina, soleiðis sum hon er í dag, tí so fer landskassin á heysin FÁA 400 KRÓNUR MEIRI AT LIVA FYRI Tað er eyðsæð, at tað klárar landskassin ikki MISSA IKKI – Tað er ongin, sum missur, tvørturímóti fáa pensjónistar meiri at liva fyri næsta ár, og endamálið er at leggja fólkapensjónina í eina púra fasta, og virðiliga, rammu, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum