mánadagur 7. desember 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141
Vilmund Jacobsen
Leygarmorgunin staðfestu
fólk á Sandi, at annar av
aliringunum, sum Marine
Harvest Føroyar hevur havt
liggjandi á Sandsvág í heyst
og higartil í vetur, hevði fing
ið stóran skaða illveðri og
stórari aldu.
Eingin fiskur var í ringin
um, tí ætlanin hevur verið
ikki at seta fisk út fyrr enn
til várs.
Hetta er annar veturin á
rað, at alifelagið ger royndir
við Sandsvág, har felagið
annars hevur fingið aliloyvi.
Men, heldur ikki royndin í
fjør vetur eydnaðist betri
enn væl.
Stór alda
Við KvF leygardagin segði
stjórin í Marine Harvest Før
oyar, Hans Jákup Mikkelsen,
at endamálið við royndunum
á Sandsvág er at finna út av,
um tað yvirhøvur ber til at
ala á vágni.
– Royndirnar, sum higartil
eru gjørdar, vísa, at aldan á
vágni gerst rættiliga høg á
vesturættunum.
Hann segði, at tað, sum
hendi á Sandsvág um viku
skiftið, ikki er gott.
– Men, enn vita vit ikki,
hvat veruliga er hent, og
hví aliringurin líka sum er
klamsaður saman.
Stjórin vísti á, at aliring
urin, ið talan er um, er hin
sterkasti á marknaðinum,
eins og útgerðin við nót og
fortoyningum eisini er tað.
– Tá vit hava funnið út av,
hvat veruliga hendi, mugu
vit taka støðu til, hvussu
farast skal fram víðari, segði
Hans
Jákup
Mikkelsen,
stjóri.
Góðar skattakrónur
Fyri Sands kommunu og tey,
sum annars høvdu verið við
í virkseminum við ætlaðu al
ingini á Sandsvág, vildi tað
verið ógvuliga keðiligt, um
tað fer at vísa seg, at ætlaða
verkætlanin fer fyri bakka.
Ein partur av partafelags
skattinum hjá Marine Har
vest Føroyar fellur longu í ár
í kommunukassan hjá Sands
kommunu.
Herfyri
segði
borgar
stjórin, Brandur Sandoy, at
kommunan í ár fer at fáa
heilar tríggjar miljónir krón
ur í partafelagsskatti frá Ma
rine Harvest Føroyar.
Hvussu útlitini nú eru
eftir tað, sum hendi á Sands
vág um vikuskiftið, verður
ivaleyst meira at frætta um
seinni.
Vilmund Jacobsen
Nógvir stórir toskar eru
veiddir millum ár og dag,
og ikki so sjáldan verður
spurningurin reistur, hvør
er heimsins størsti.
Toskurin
á
viðheftu
mynd varð veiddur við
norskum trolara í síðstu
viku.
Maðurin, sum heldur
toskinum á myndini, er
Hildibjartur Joensen, sum
er ættaður úr Nólsoy.
Trolarin, sum hann siglir
við, er Kågtind hjá Nergård
Havfiske.
Tað var hin 2. desember,
at teir fingu velduga stóra
toskin í trolinum, meðan
teir fiskaðu norðarlaga í
Barentshavinum.
– Toskurin var 161 senti
metrar langur, og hann
vigaði 48,7 kilo, sigur Hildi
bjartur Joensen við Sosial
in.
vilmund@sosialurin.fo
– Tá vit hava funnið út av, hvat veruliga hendi, mugu
vit taka støðu til, hvussu farast skal fram víðari, sigur
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Føroyar
Kanska er hann ikki heimsins
størsti – men hann er stórur
Eitt bakkast fyri
ætlaða alivirksemi
á Sandsvág
Eyðun Hansen
í Vestmanna hevur
sátt iva um yvirlits
trolingar hjá Magnusi
Heinasyni, men
stovnurin sigur í
morgun, at kanning
arnar eru álítandi
Skúlatannlæknin í syðru helvt
í Suðuroy seinastu 40 árini,
Magni Eidesgaard, fer nú frá
vegna aldur. Magni byrjaði
sum tannlækni í Vági í 1975.
Lítil
roynd á
havinum
– Fleiri línuskip koma
inn at landa hesa
vikuna. Tey, sum fiska
undir Føroyum, hava
so at siga bara tosk
og hýsu og eitt sindur
av longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey at siga,
at tvey línuskip hava
verið undir Íslandi
og koma helst inn at
landa síðst í vikuni.
- Skipini undan Íslandi
hava mest av toski
og hýsu og nakað av
brosmu og longu.
Lagt verður aftrat,
at nøkur línuskip, sum
liggja við bryggju,
fara út aftur so skjótt,
sum veðrið batnar.
Um útlitini til
útróður verður sagt,
at streymurin verður
góður, men harðnar,
sum henda vika gongur.
Fríggjadagin vóru
bara trý partrolarapør
til fiskiskap, men
fleiri fara út aftur,
tá veðrið batnar.
- Eitt par kemur
inn at landa í dag,
og eitt kemur seinni
í vikuni. Triðja parið
landar neyvan fyrr
enn í næstu viku.
Fiskiskapurin hjá
trolarunum, sum
fiska upsa, er sum
heild smáligur.
Fríggjadagin var bara
ein djúpvatnstrolari
til fiskiskap, og hann
fiskar blálongu.
Vánaliga veðrið
hevur gjørt, at allir
teir smáu trolbátarnir
lógu um vikuskiftið,
men bátarnir loysa
aftur, tá veðrið batnar.
Teir fara helst allir út
at fiska havtasku.
vilmund@sosialurin.fo
Her sæst tann innari aliringurin hjá Marine Harvest Føroyar á Sandsvág. Tað
var tann ytri ringurin, ið ikki sæst á myndini, sum fekk stóran skaða.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hildibjartur Joensen siglir við norska
trolaranum Kågtind hjá Nergård Havfiske
161 senti
metrar
langur