Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eli Brimsvík 2015 er við at fara aft­ur­um, og eitt nýtt ár stend­ur fyri f r a m m ­a n . Spurn­ing­ur­in er so, hvat liggur eft­ ir? Jú,vit hava millum annað í hes­ um árinum fingið nýggja lands­stýr­ is­sam­gongu. Hendan hev­ur sett sær fyri at broyta nøk­ur grund­ leggjandi ting, soleiðis at lands­ins virðir verða javnari býtt. Longu nú eru stórar remb­ingar frá vinnuni um førda poli­tikk­in. Ført verður millum annað fram, at førdi politikkurin kemur at forkoma fiskivinnuni og eisini ali­ vinnuni. Vit hava sæð uppøstar reið­ar­ar og stjórar vena seg sum stungn­ir grísar í sjónvarpinum, um hvussu synd tað nú verður í teim­ um, og hvat Landstýrið man billa sær inn? Eg veit ikki, hvussu vit reka fiski­vinnu og ali­vinnu á skila­best­ an hátt, tað eru tað onnur, sum hava betri vitan um. Men eitt er vist, og tað er, at er tað rætt, at vinnan hoyknar undir poli­tikk­in­ um, sum stungin er út í kortið, so hoyknar hon allíkaval. Tað eru so nógv­ir pengar í fiski og ali­vinnuni, at nakrar fáa milliónir aft­ur­at til lands­húsarhaldið, kann ikki beina fyri nakrari fiskivinnu. Ikki tí, onkrar avgerðir vóru kanska betur ógjørdar. Tildømis at lækka grundupphæddina í fólka­ pen­sjón­ini og ístaðin hækka út­ gjald­ið úr sam­haldsfasta. Tann av­ gerð­in kann vísa seg at raka aftur sum ein ann­ar bummerangur, tí hetta helst bara er byrjanin til at sund­ur­laga fólka­pen­sjónina, og hendir ­tað, er vandi fyri, at vit fáa eitt samfelag við stórum stætt­ar­ muni. Tí er tað mær heilt óskiljandi, at Føroya Javn­að­ar­flokkur, sum er ímyndin av fólka­pensiónini, hevur dirvi til at ganga á odda fyri hesum sund­ur­lyndi. Tí hetta kann uttan iva koma at kosta flokkinum dýrt. Vón­andi rakna tey við, áðrenn ov seint er. Samhaldsfasti var part­ur av av­talu millum partarnar á arb­ eiðs­markn­aðinum, og hevði sum so einki við sjálva fólka­pensjón­ ina at gera, men var meint sum eitt ískoyti til hesa, og hetta áttu javn­að­ar­politikkarar at virt. Eis­ ini síggja vit fyrrverðandi fíggj­ar­ mála­ráð­harr­an í miðlunum øtast um av­gjaldsøðina hjá sitandi sam­ gongu. Eri samdur við honum í, at av­gjøld­ini kunna raka skeivt,og eru ikki altíð av tí góða. Men Jørgin kundi gjørt nógv sjálvur, fyri at hesi avgjøld ikki vóru neyð­ug, ella í minni format, um hann ikki oyðsl­ aði for­skattingina av pen­sjónum burt­ur til fjant og fjas. Nú skal rokn­ingin fyri gildið und­an­farnu samgongur við fólka­flokk­in­um á odda hava hongt okk­um um háls­in gjald­ast. Hjá onkrum svíð­ur meir enn hjá onkrum øðr­um. Tað vil so verða. Men lat nú hesa sam­gong­ una royna seg, so kunna vit taka sam­an­um aftaná. Ynski ann­ars øllum eini gleðilig jól og væl­signað nýggjár við tøkk fyri gott sam­starv í farna árið. Zakarias Wang Einki er so stórt sum at vinna á sær sjálv­um og viðganga, at ein sjálvur hev­ur mistikið seg. Henda góða eginleika vísir Erik Ludvigsen í svari sínum til mín í Sosialinum fríggjadagin 27. nov­ emb­er í ár. Hann sigur nevnliga, at hann hevur tikið feil tá hann í sín­ um fyrsta brævi skrivaði, at Fólka­ flokk­ur­in á løgtingsvalinum 1946 fekk fimm mans, men at tað er rætt sum eg segði, at flokkurin fekk átta. Tíverri er tað ikki allastaðni, Lud­ vig­sen vísir henda góða eg­in­leika, og fyri ikki at halda lesararnar fyri gjøldur, noyðist eg at gera vart við, hvar hann framvegis fer skeiv­ur. Hann sigur, at veljararnir tann 14. september 1946 kundu atkvøða ja ella nei fyri stjórnaruppskotinum ella fyri loysing. So var ikki. Hann skuldi vita betri, tí hann var uppi á døgum tá hetta hendi. Hann fekk studentsprógv á Studenta- og preliminerskeiði Før­oya Løgtings í 1943, og var stadd­ur í Danmørk tá fólka­at­ kvøð­an fór fram. Dagin eftir at­ kvøðu­greiðsluna stóð mynd av at­kvøðuseðlinum í Berlingske Tidende, sum ikki skuldi verið hon­ um eitt ókent blað, og har sást skil­ liga, at á atkvøðuseðlinum vóru tveir møguleikar. Krossur kundi ann­að­hvørt setast fyri stjórn­ar­ upp­skot­inum ella fyri loysing. Í tí kunn­gerð, løgtingið hevði sam­tykt, og sum stjórnin hevði tikið und­ ir við eftir at allir politisku flokk­ ar á danska ríkisdegnum høvdu góðkent mannagongdina, stóð, at atkvøðuseðlar, sum ikki høvdu kross fyri annan av hesum møgu­ leik­um, vóru ógildigir. Annars hevur hann heldur ringt við at skilja tað sum hendi í 1814, tá Svø­ríki fekk 15% av Noreg, meðan 85% framvegis vóru sambandsríki Dan­markar. Hann sigur, at Russ­ land og Stórabretland hava við­ merkt til sáttmálan, at Føroyar ikki skuldi koma saman við Svøríki. Tað hevði verið áhugavert at sæð hes­ ar viðmerkingar. Eg havi leitað í skjølum um hesar hendingar. Har er mangt áhugavert at síggja, men ikki eitt einasta orð um tað, Lud­vig­ sen sigur vera hent. Tað er synd, at  ein løgfrøðingur sum Ludvigsen ikki nýtir eitt høvi sum hetta   at viðgera týdningin av, at vit 29. august 1450 gjørdu ein sam­bandssáttmála við Danmarkar ríki. Hesin sáttmáli ásetti, at bæði rík­ini vóru javningar, sum hvørt skuldi hava sína egnu stjórn, og at eins og vit ikki skuldu leggja okk­ um út í donsk innanríkismál, skuldi Danmørk halda seg frá at leggja upp í okkara innanríkismál. Eis­ini hevði tað verið áhugavert at fing­ ið ein slíkan mætan løgfrøðing at viðgjørt okkara grundlóg frá 7. aug­ ust 1661, sum framvegis var gald­ andi í ríki okkara eftir 14. januar 1814. Somuleiðis kundi tað verið áhuga­ vert at fingið eina løgfrøðiliga met­ ing av tí grundlógarbroti og broti á fólkarættin, danska stjórnin 5. juni 1849 gjørdi seg seka í við sjálv at taka sær tað vald, vit høvdu givið kongi, og forða Grønlandi, Føroyum og Íslandi at fáa ta sjálvstøðugu stjórn, sum hetta ríki skuldi fingið sama dag. Men hetta eru spurningar, dansk­ir løgfrøðingar ikki vilja svara. Hvar er áfatt? Eru teir bangnir fyri veruleikanum? Tíðin stendur ikki í stað.. Ludvigsen Frá Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum Týsd. 8. des. kl. 20: Argjakórið Mikud. 9. des. kl. 19: Chill! Hósdag 10. des. kl. 20: Bíbliutími. Derhard Jógvansson - Neh.11-13 Sunnud. 13. des. kl. 11: Familju­ guds­tænasta, døgurði og jólaveitsla hjá sunnudagsskúlanum. Sunnud. 13. des. kl. 18: Einki møti vegna jólaveitslu. Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Ebenezer Týsdag kl. 17-19: Frítíðararbeiði hevur jólahugna. Mikud. kl. 10-12 møtast mammur og børn. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøld kl. 20: Ungdómsmøti.    KFUM & KFUK í Havn Mikud. 9. des. kl. 19 í KFUM: Ten- sing kórið venur – fyri ung. Hósd. 10. des. kl. 15 í KFUK: Binditreff Hósd. 10. des. kl. 20 í KFUK: Varðmenn hittast. Bergur Debes Joensen sigur frá um jólahald í London. Mánad. 14. des. kl.18 í KFUK: Adventshugni við nátturða, inngangur við Jógvan Fríðrikson. Kristiliga sangkórið luttekur. Upplestur við Eydnu Djurhuus. Jólaaftan 24. des. kl. 18 í KFUK: Jólaaftanshald. Tilmelding og hoyr nærri á 311928 / 211824. Húsið er opið frá kl. 17. Filadelfia Landavegur 22, Tórshavn Mánad. 7. des. Kl. 20 Bønarmøti Meinigheitshúsið í Havn Mánakvøldið kl. 21 Bønarløta Týskvøldið kl. 20 Bíbliutími v/ Dan Jógvan Eliassen, Matt. 1 Hóskvøldið kl. 20 Ungdómsmøti Sunnud. kl. 15: Jólaveitslan hjá sunnudagsskúlanum Frelsunarherurin Tórshavn Mikud. kl. 20.30 Bønarløta Hósd. kl. 19 Heimaforbundi 85 ár veitsla (tilmeldan) Sunnud. kl. 11    Halganarmøti v/ Bjørn Ove Frøyseth Katólska Kirkjan Gerandisdag messa kl. 17.30 í Kerit. Mikukvøldið 9. december verður jólakonsert og korið Glymur fara at syngja í Mariukirkjuni kl. 19.30. Hóskvøldið 10 december verður jólakonsert og Klarinet orkestra fara at spæla. Tað verður kl. 19.30 eisini. Kollafjarðar missiónshús Týsd. 8. des. kl. 19 Filmskvøld Keldan, Skálafirði Mikud. kl. 17, Matstovan opin Leygard. kl. 20, Awake við Lyke Shelton úr Australia Sunnud. kl. 16, Barna- og familju jólaveitsla Lívsins Orð, Runavík Týskvøldið kl.19,30 Bønarmøti Mikukvøldið kl.20 Ungdómsmøti v/ Marjun Stauss Sunnumorgun kl.10.30 Møti v/Beintu Napoleonsdóttir Missións og -ungdómshúsið á Glyvrum Mánad. 7. des. kl. 19:30: Sjó­mans­ kvinnuringur Týsd. 8. des. kl. 20: Todos venur Mikud. 9. des. kl. 19:30: Bøn og bíbliutími Fríggjad. 11. des. kl. 21 Ungdómsmøti Leygard. 12. des. kl. 9 Mansbólkurin venur Sunnud. 13. des. kl. 16:30 Bøn og lovprísan kl. 17: Møti KFUM & K Klaksvík Mikud. Kl.20: Bíbliutími við Óla Poulsen. Evni: Heilaga samfelagi Hósdag kl.19-20.30 Gospelkórið "Sola Gratia" venur. Sunnudag: Eingin sunnudagsskúli kl.14, men familjumøti kl.16, har barnakórið í KFUM & K kemur at syngja. Aftaná fáa vit drekka og rísalamande. Kl. 20.30 Ungdómsmøti Vitja okkum eisini á facebook kfum&kklaksvik Missiónshúsið í Skopun Mikud. 9. des. Kl. 19.30: bønarløta. Kl. 20: bíbliutími v/Petur Poulsen. Sunnud. 13. dec. Kl. 14 sunnu­dags­ skúli. Einki møti um kvøldið. Pensionistafelagið í Havn Mikukvøldið 9. des. kl. 19 verður fundur í Losjuni. Nicolina Jensen Beder greiður frá, "Føroyskari sivenju innan ull." Fyri at lýsa evnið betur, verða tilvirkaðir lutir lagdir fram. Mikud. 16. des. kl. 18 verður jólaborðhald á Skúlaheiminum í Marknagili. (Kostnaður 250,- kr.) Seinasta freist at tekna seg og at gjalda er 11. des. tlf. 313281 - 278080. Gjaldast kann til formannin ella í Eik Banka, konto nr. 9181 - 4543590. (Viðmerkja navn) Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3. hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torv­ gøtu 2. í Runavík. Opið er mánad. - hósd frá kl. 14 til 17. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósd. kl. 14.30-15.30: Fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15-18 í skúlanum í Sørvági. Drekkamunnur og køka. Dagtilhaldið Blákollan í Sunda kommunu Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 til 18. Øll eru vælkomin. Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Tiltak fyri tilkomin og eldri fríggjadag kl. 15-18. Tilhaldið Tórsgøta 21 Tlf. 316491 / 286491 T-postur: tilhald@torshavn.fo Sí heimasíðu: www.tilhaldid.fo Opið er mánadg. – fríggjadg. kl. 9-16 tiltøk