mánadagur 7. desember 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. desember 2015 · Nr. 141
kjak
Latið okkum forkelaðu gjalda!
– í sambandi við at samgongan setur samstarv við teir
fýra andstøðuflokkarnar á Løgtingi í váða.
Tórbjørn Jacobsen
Ivist ikki í, at CEF-samgongan í
sínum politiska brósti eigur í sær
góðar ætlanir. Tað fær undir øllum
umstøðum ikki verið øðrvísi enn
tað, at tær eru væl frægari fyri
fólkið enn ekstrema høgraróðrið,
sum margháttliga konglomeratið
ABH(D) manøvreraði við framm
anundan, og hvørs politikkur bara
hevði til endamáls at vera sóping
arkona hjá teimum vælbjargaðu, og
teimum sum sótu á samfelagsins
ríkidømi.
Kortini er tørvur á, at onkur
stígur fram, og sigur fólkinum
hvørjar hinar nýggju ætlanir teirra
samfingnar eru. Vit síggja ikki
heildarætlanina, nú uppskotini
uppá hvamsvís og skundandi koma
bóltandi úr einum landsstýrisskápi
fyri og øðrum eftir. Vit síggja ikki
skógin fyri berum trøum. Úrslitið
er tí, at stórur partur av fólkinum
hevur fingið ta fatan, at XL-arkið
hjá Háfoss stjórnar øllum heldur
enn ein heildarpolitikkur, ið er til
frama fyri hina stóru fjøldina, og
ikki bara tey vælbjargaðu.
Eitt
av
fyrstu
boðunum
í
politiska AÁB´num er, at ein
politikari við útinnandi ábyrgd
ongantíð bakkar fyri trýsti. Tað eig
ur hann undir øllum vanligum um
støðum ikki at gera, hann er ábyrgd
aður mótvegis parlamentinum og
ikki gøtuparlamentinum. Hetta
krevur hinvegin, at átøk hansara
eru væl fyrireikað, áðrenn tey verða
serverað fjøldini. Pensiónsmálið
er eitt klassadømi um, at fyrireik
ingarnar og handverkið ikki hava
verið í lagi. Tey flestu sita nú og
hugsa, at ætlanin um at lækka
grundupphæddina,
bert
hevur
eittans endamál, at fáa XL-arkið í
Kvíggjartúni at stemma við einum
yvirskoti í 2016, meðan arbeiðs
marknaðurin skal gjalda manko´
ina hjá pensiónistunum.
Løgmaður heldur, at vit mega
skilja hetta, at Samhaldsfasti Eft
irlønargrunnurin skal gerast ein
máttmeiri partur av komandi
pensiónsskipanini, men trupul
leikin er bara, at hvørki pensión
istarnir ella vit onnur hava minstu
hóming av hvussu hendan fram
tíðarskipanin verður stúvað av
politiskt og fíggjarliga. Tí hongur
alt í leysum lofti, eisini redukti
ónin í grundupphæddini, sum
higartil hevur verið líka trygg
sum stovnurin og stólurin á eini
uppspardari
kontu
í
fíggjar
stovni, fingin til vega við sveitta
broti ígjøgnum eitt heilt lív í
vinnu
á
arbeiðsmarknaðinum.
Hesi minkingini ber ikki til at
argumentera fyri soleingi heild
armyndin
um
lunnindini
hjá
teimum eldru, ið eru farin av arb
eiðsmarknaðinum, er greið, er
klokkuklár.
Vit mega fáa eina frágreiðing
um hvør heildarætlanin, hugsjón
ar- og búskaparliga, er hjá hesi
samgonguni. Í løtuni vera so nógv
ar patrónir brúktar á at kalla øllum
hermótum, at krútið skjótt verð
ur uppi við hetta lag. Vit vita at
upptakið er stórt, og her er nógv
sum skal gerast, men dag og dag
liga verður nú bakkað aftur frá
frontunum, tað ger ikki skilið betri.
Í skattamálum havi eg altíð
verið og eri enn sannførdur um,
at fyrsta oyra í skatti omanfyri
50% er byrjanin til demotiva
tiónina
í
arbeiðshugi.
Kortini
skal mín tilráðing vera, at lands
stýrið, sum støðan er vorðin,
sleppur ætlanini um at gera
seg inn á grundupphæddina í
fólkapensiónini, á sama hátt við
Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin
um, og tekur burtur øll undantøkini
í skattaskipanini, m.a. sjómansfrá
dráttin, og síðani letur okkum, sum
hesi seinastu árini hava verið for
kelað við upp til 7 túsund krónum
um mánaðin í skattalætta, at gjalda
tað sum tá vantar í, tað man vera
frægasta samhaldsfesti, sum eyga
kann fáast á í løtuni.
Hetta skuldi verið nógmikið av
kraftfóðri og mettu til XL-arkið í
Kvíggjartúni í 2016, og so kann allur
hin
pensiónsproblematikkurin
takast upp, tá politiska skipanin
er vorðin samd um, hvussu viður
skiftini hjá okkara eldru borgarum
sum heild skulu skipast í einum
burðardyggum framtíðar búskapi.
Tað gamla var, at man ikki fór undir
at møblera húsini fyrrenn tey vóru
takt og innrættað, soleiðis má tað
eisini vera í pensiónsmálinum.
Áheitan frá Miðflokkinum
á samgonguna
– í sambandi við at samgongan setur samstarv við teir
fýra andstøðuflokkarnar á Løgtingi í váða.
Jenis av Rana
floksformaður
f. Miðflokkin
Fleiri av teimum brákomnu upp
skotunum, sum nýggja samgongan
hevur lagt fyri Løgtingið seinastu
vikurnar, vátta, at ynski um breiðar
politiskar semjur, sum flokkarnir
annars hava arbeitt við- og fram
ímóti farnu árini, tíverri ikki verð
ur raðfest av teimum trimum sam
gonguflokkunum.
Týdningarmiklast
og
óivað
kendast millum manna eru málini
um pensiónsnýskipan og málið um
fiskivinnunýskipan.
Meðan
farnu
samgongur
royndu semjur, sum uttan iva
kunna náðast eftir fáum vikum
um viljin er, tí stórur partur av
arbeiðinum er gjørt liðugt, so
loypir samgongan frontalt á eina
semju við at leggja uppskot fyri
Løgtingið, sum náttúrliga eru
partar av nýskipanunum- og uttan
so mikið sum at kunna hinar Løg
tingsflokkarnar, tíansheldur tey,
hesi uppskot raka.
Á pensiónsøkinum er talan
um uppskotið um minking av
grundarupphæddini í fólkapensi
ónini og hækking av inngjaldinum
til samhaldsfasta, mál, sum hava
verið og eru týðandi partar av
pensiónsnýskipanararbeiðinum.
Uttan
nakra
kunning
velur
samgongan at trýsta sína ætlan
ígjøgnum, eisini, so løgið tað enn
ljóðar, hóast júst minkingin av
grundarupphæddini hevur verið
eitt at aðalmálunum hjá størsta
samgonguflokkinum,
javnað
arflokkinum, at forða.
Á
fiskivinnuøkinum
verður
sami framferðarháttur brúktur.
Uttan at orð ella kunning til vinnu
ella teir flokkar, sum teir tríggir
samráddust við undan valinum,
verða uppskot, sum eru náttúrligir
partar av fiskivinnureforminum,
løgd fram, uppskot sum longu
hava skapt so stóran iva og ótta, at
vinna hevur sligið bakk av berum
ótryggleika.
Miðflokkurin heitir staðiliga á
samgonguflokkarnar um at steðga
hesari konfronta-tiónskósini og
heldur royna semju- bæði við tey
hetta rakar, pensionistar, vinnulív
v.m. og við teir fýra andstøðuflokk
arnar.
P.S. Tá ferð eftir ferð, í fjølmiðlum
og enntá eisini av løgmanni, verður
tosað negativt um persónliga inn
gjaldið til egnu pensión, har ætl
anin er at røkka teim 15%, so átti,
fyri sannleikans skuld, at verði
nevnt, at hann, sum upprunaliga
legði uppskot um hetta á Løgting,
var núverandi løgmaður Axel
Johannesen! Hetta var í marts
2011 og uppskotið varð gjørt
undir leiðslu av táverandi for
manni javnaðarfloksins Jóannes
Eidesgaard.
Zakarias
Wang
Hósdagin 3.
desember
vórðu
danir á fólkaatkvøðu. Teir
skuldu taka støðu til, um rætt
arfyrivarnið mótvegis ES skuldi
strikast.
Tað vildu teir ikki ganga við
til.
Hóast stjórnin við Løkke á
odda bønaði og bað veljararnar
um at atkvøða fyri, og hon
hevði fingið javnaðarflokkin
og aðrar andstøðuflokkar
at stuðla sær, so søgdu 53%
av veljarunum nei. Hetta er
jú sambærligt við okkara
fólkaatkvøðu í 1946, tá 51% av
veljarunum søgdu nei til upp
skotið frá stjórnini.
Hevði rættarfyrivarnið verið
strikað, so var í veruleikanum
tað hent, at løgreglumynd
ugleikin ikki longur var hjá
donskum myndugleikum, men
var fluttur til ES í Brússel. Sjálv
andi hevði tað tikið nakað til
málið var avgreitt, men hetta
var ætlanin, tí stjórnirnar í
ES-londunum hava álagt sær
sjálvum, at samstarvið skal ger
ast støðugt tættari.
Av tí at danska stjórnin
heimildarleys hevur trokað
sína rættarskipan inn á okkum,
hevði eisini tann myndugleiki,
teirra løgregla hevur yvir okk
um, so verið lagdur undir ES.
Donsku veljarunum fyri at
takka hendi hetta ikki. Men
tíðindini sum vit hoyra, nú
stjórnin ikki fekk sín vilja
saman við javnaðarmonnunum,
eru ræðandi. Tað, teir nú hava
sett sær fyri, er við samráðing
við ES so við og við at seta
tær reglur í gildi, sum teir
ikki fingu samtykt í einum
tann 3. desember. Ætlanin
er sostatt at draga valdið
yvir okkara fútaembæti frá
Keypmannahavn til Brússel.
Kunnu vit gera nakað við
tað?
Sum er kann løgting
okkara samtykkja at yvirtaka
fútaembætið uttan at stjórnin
kann forða tí. Alt bendir á,
at tað er rætt at fremja hesa
yvirtøku sum skjótast, fyri at
vit ikki verða drigin við til alt
tað, sum kann fara fram, um
ætlanirnar hjá donsku stjórnini
verða settar í verk, hóast alla
ta mótstøðu, sum bæði vit og
danir sýna.
Vit eru
samdir
við
danir